Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 121 - 1. juli 2003 23 Føroysku borðtennis spælararnir byrjaðu væl í liðkappingini sunnudagin. Tey vunnu 6-1 ímóti Orkney-oyggjunum, men taptu ímóti Grønlandi og Gotlandi. – Vit eru nøgd við eitt fimta pláss í kappingini, og vit vænta at enda antin sum nummar fimm, seks ella sjey, sigur Ivan Niclasen, liðleiðari hjá før- oysku borðtennis- spælarunum BORÐTENNIS Álvur/Ingrid Guernsey: Fyri føroysku borðtennisspælararnar byrjaðu oyggjaleikirnir sunnudagin klokkan 13. Tá varð hol sett á liðkapping- ina, og skuldu trý lond bas- ast áðrenn greiða kundi fáast á, hvussu heiðurs- merkini skuldu býtast út. Undir fyrsta dystinum fingu vit orðið á Ivan Niclasen, liðleiðara, meðan fyrsti dysturin millum Før- oyar og Orkney-oyggjarnar var í gongd. – Orkney-oyggjarnar eru veikari enn vit, og henda dystin vænta vit at vinna. Í allar ringasta føri endar dysturin 4-3 til okkara, men vit skuldu helst vunnið meira, sigur Ivan Niclasen. Og so varð eisini, tí dyst- urin endaði 6-1 til føroysku spælararnar. Kjartan Eli Hentze, Paula Eikhólm, Peter Niclasen og Maria Chun Nielsdóttir syrgdu fyri føroyska sigrinum. Taptu tveir Seinni út á seinnapartin varð aftur farið í eldin. Fyrst var tað Grønland, ið skuldi basast, men hetta gekk ikki rættiliga eftir vild. – Grønland er nøkun- lunda á sama støði sum vit, og tann dysturin kann falla báðar vegir. Antin 3-4 til Grønland ella til okkara, tað er ilt at siga, greiðir Ivan Niclasen frá. Endin varð, at Grønland reyk avstað við einum teprum 4-3 sigri á føroysku spælarunum. Seinast á skránni var Gotland. Gotland er á hægri støðið enn Føroyar, so føroyski liðleiðarin roknaði við einum tapi frammanundan. Og soleiðis endaði tað eisini, tí Føroyar taptu 5-2 ímóti Gotlandi. Menninir sterkari Spurdur um, hvussu før- oyska liðið er fyri, sigur Ivan Niclasen: – Tað er ongin loyna, at menninir eru lutfalsliga sterkari enn kvinnurnar. Kjartan Eli er sitaður til eini trý fýra, og doublin hjá okkum er eisini sitað høgt. Vit verða ikki so hørm um liðplaseringina. 13 lond eru við í borðtennis, og vit eru nøgd við eitt fimta pláss, og vit gita uppá, at vit enda á einum fimta, sætta ella sjeynda plássi. Føroyski liðleiðarin sigur, at í liðkappingunum er tað sum oftast soleiðis, at menninir spæla seg í form, so teir møguliga kunnu vinna onkur heiðursmerki í harra-single og harra- double. – Seinast fingu vit tvær bronsur, og møguleikin skuldi verið nøkunlunda tann sami í ár. Men eg skal viðurkenna, at tað er torført at vinna heiðursmerki í borðtennis, segði Ivan Niclasen at enda. Borðtennis: Nøgd við eitt fimta pláss Kjartan Eli Hentze og Paula Eikholm spæla her eina double ímóti Orkney-oyggjunum Tað var um reppið, at Martin Simonsen vann fyrstu-singluna, men eftir javnbrótara í seinna settinum stóð hann kortini eftir við ongum TENNIS Álvur/Jákup Føroyska tennis-liðið fór undir liðkappingina sunnu- dagin, tá teir áttu dyst móti vertunum av Guernsey. Á pappírinum var hetta ikki tann truplasta hugsandi uppgávan, men tað stóð longu greitt undan dystin- um, at vinnarin her neyvan kom at røkka so øgiliga nógv longur í kappingini. Fyri framman stóð Rhodos nevnliga og bíðaði, og teir eru vanliga millum tey allar sterkastu í tennis á leikun- um. Heilt nær hjá Martin Fyrstu singluna á føroyska liðnum átti Martin Simon- sen, og í góðu umstøðunum við Kings Court tennis- banan, noyddi hann vert- irnar út í ein sera spennandi dyst. Fyrsta settið gekk leingi javnt á, men við støðuna 3- 3 fekk Guernsey-maðurin brotið servuna hjá Martini, og megnaði so at halda allan vegin heim. Seinna settið tóktist fáa somu lagnu, tá Martin varð brotin til 4-2, men føroyski leikarin kempaði seg aftur í dystin, soleiðis at hann vann seg upp aftur á 5-5. Í seinasta servupartínum hjá Guernsey´var um reppið, at Martin aftur fekk brotið seg avgerandi ígjøgnum, men tað gekk akkurát ikki, og so gjørdist talan um javn- brótara. Her var Guernsey- maðurin tann kaldari, og so mátti Martin síggja tapið í eyguni. - Hatta var akkurát ein av hesum góðu klassisku dyst- unum. Tað týdningarmesta var at halda servuni, og tá hann breyt meg í fyrra sett- inum, tók hann samstundis settið. Seinna settið gjørdist enn meira klassiskt, har vit breaka eina ferð hvør, og júst slíkir dystir eru akkurát teir, sum man gleðist um at spæla. Men tað er bara óluksáliga irriterandi, tá tú so kortini tapir, eftir at hava verið so nær, helt Martin eftir dystin. Einstaklingar eftir Seinnu føroysku singluna spældi Jón Brekku, og her var spenningurin ikki eins stórur. Jón hevði ikki ein av sínum allar bestu døgum, soleiðis sum tað annars krevst, tá talan er um slíkar knock-out dystir, og við sett-úrslitunum 6-1, 6-3 tryggjaði Guernsey sær sigurin, áðrenn tað gjørdist neyðugt við einum avger- andi double-dysti. Sostatt eru føroysku tennis-leikararnir nú úti úr liðkappingini, men fyri tað eru oyggjaleikirnir ikki lidnir fyri teirra viðkom- andi. Enn er kappingin hjá einstaklingum eftir, og tó at tað ikki kann roknast við heiðursmerkjum í hesi ítróttargrein, so er vónin sjálvandi, at onkur av føroysku leikarunum kann gera eitt sprell ella tvey í kappingini. Tennisliðið tapti fyri Guernsey Martin Simonsen var sera nær við at tryggja Føroyum stig á fyrstu-singluni, og sjálvsagt iðraði hann seg um mista møguleikan eftir dystin 23 22 Nr. 121 - 1. juli 2003 Føroysku flogbólts- kvinnurnar vunnu uttan stórvegis trupulleikar á Gibraltar í fyrsta dystinum FLOGBÓLTUR Álvur/Jákup Guernsey: Stinnastu heið- ursmerkjatakararnir hjá Føroyum í oyggjaleikahøpi hava uttan iva verið flog- bóltskvinnurnar, sum nú aðru ferð á rað skulu royna at verja gullmerki síni. Sunnumorgunin fóru tær undir sína fyrstu uppgávu, sum var ímóti Gibraltar. Ein uppgáva, sum á pappír- inum so avgjørt sá yvir- komulig út, og sum heldur ikki gav føroyska liðnum stórvegis trupulleikar. Koma ígongd Tað var nevnliga heilt skjótt greitt, at her var ikki stórvegis hjá Gibraltar at gera, tí í øllum lutum vóru tær føroysku gullkvinnur- nar sterkari. Uttan at tær veruliga spældu seg út, varð mótstøðan skúgvað til viks innan góða tíma, og hóast settmunurin ivaleyst kundi verið størri, um okkara løgdu í, so mundi tað ikki vera hetta, sum hevði størsta týdningin. Heldur mundi tað vera tað, bara at koma ígongd, soleiðis at premierunerv- arnir kundu fáast burtur, og í einum slíkum »bleytum« dysti er so eisini tann fyri- munurin, at venjararnir kunnu fáa allar leikararnar at spæla seg við í kapp- ingina. Nakað sum tær før- oysku eisini gjørdu, og ikki minst var tað hugaligt at síggja Karina Mikkelsen sláa seg inn á liðið, sum hevði hon ikki gjørt annað enn at spælt flogbóltslands- dystir seinastu nógvu árini. Hon verður kanska ikki millum tær berandi á lið- num hesaferð, og tað vildi helst eisini verið at kravt ov nógv, men tað tykist so eingin ivi vera um, at vit her hava ein leikara, sum føroysku flogbóltur kemur at síggja nógv til komandi árini. Kósin er bein Í føroyska bólkinum eru annars eisini Grønland, Caymann Oyggjarnar og Hitra. Her vann Grønland ein tryggan sigur á Cay- mann sunnudagin, men hóast hetta, so eigur ikki at roknast við, at tær grøn- lendsku skulu kunnu gera tað heilt stóra mótvegis okkara. Mánadagin skuldu før- oysku kvinnurnar taka sær av løttum, áðrenn tær týs- dagin skulu leika ímóti Caymann og Hitra, áðrenn dysturin móti Grønlandi stendur á skránni miku- dagin. Føroyar-Gibraltar 3-0 (25-11, 25-10, 25-17): Rólig byrjan hjá kvinnunum Tað var ikki stórvegis av trupulleikum, sum føroysku flogbóltskvinnurnar høvdu sunnudagin, tá tær byrjaðu leikirnar við sigri á Gibraltar Anna Müller Jacob- sen verður helst aftur at síggja á flogbóltslandsliðnu m týsdagin. Hon hevur ikki verið við til tann fyrsta dyst- in, tí hon beklaði fótin bert eina lítla viku áðrenn liðið skuldi til oyggja- leikirnar Skaði Álvur/Ingrid Guernsey: Tá føroysku flogbóltskvinnur nar spældu sín fyrsta dyst sunnudagin, var Anna Müller Jacobsen, ikki at síggja á vøllinum. Hetta komst av, at næst- seinasta leygardag, bekl- aði landsliðsleikarin fótin so illa, at hon ikki varð klár til dystin sunnudagin. – Eg beklaði fótin undir venjing. Skuldi leypa um at smasja, men so kom fóturin í stólpan ella í holið har, og eg beklaði. Men seinastu dagarnar havi eg verið til ultraljóð og fysioterapeut hvønn dag, og tað hevur hjálpt væl, so eg verði kanska klár týsdagin, sigur Anna í stuttari viðmerking. Týsdagin skal føroyska flogbóltslandsliðið spæla tveir dystir ímóti ávíkavist Cayman oyggjunum og Hitra. Anna klár týsdagin Anna Müller Jacobsen beklaði so illa undir venjing næst- seinasta leygardag, at hon megnaði ikki at vera við til fyrsta dystin hjá flogbóltskvinnunum á Guernsey Randi Kúrberg, spjót- kastari, endaði á einum 7. plássi í spjótkasti fyri kvinn- ur. Sjálvt um hon kastaði um tríggjar til fýra metrar longur enn hon gjørdi til seinastu oyggjaleikir, so er Randi sjálv ikki heilt nøgd við úrslitið SPJÓTKAST Ingrid Guernsey: Fyrsti føroy- ingurin innan frælsan ítrótt fór í eldin longu sunnudag- in. Talan er um Randi Kúr- berg, sum fyri aðru ferð á rað, umboðaði Føroyar í spjótkasti fyri kvinnur. Tilsamans vóru 12 spjót- kastarar, harav átta av teimum sluppu víðari í finaluna eftir trý kast. Randi kláraði seg heilt væl. Trý tey fyrstu kastini lógu øll undir 30 metrum, men beint undir. Longsta spjótið hjá Randi fleyg var 29,90 metrar. Tá fyrsta umfarið var av sluppu, sum sagt, átta víð- ari í finaluna, og var úrslit- ið hjá føroyska spjótkastar- anum nóg gott til at sleppa víðari. Í seinna umfarinum gekk tað eisini væl, sjálvt um Randi ikki kastaði eins langt og í fyrra umfarinum. Kastini lógu ein góðan metur undir teimum fyrru. Javnar Samanlagt endaði Randi Kúrberg á einum sjeynda plássi. Sjálvt um hetta er betri enn seinast, so er Randi sjálv, ikki heilt nøgd. – Eg hevði sett nøsina upp ímóti at klára yvir 30 metrar. Tað er heldur ikki so heilt langt síðani, at eg kastaði yvir 30 metrar. Men kastini hjá mær vóru meira stabil og jøvn hesaferð enn til seinastu oyggjaleikirnar, og tað eri eg nøgd við, segði Randi Kúrberg beint eftir hon kom av spjótkast- breytini. Randi heldur tó, at kapp- ingin er síðani seinastu oyggjaleikirnar, vorðin nógv javnari. – Fleiri endaðu yvir 30 metrum hesuferð, og sjálv havi eg eisini lært nógv síðani seinast. Tann sama vann eisini seinast (Siisike Laide, Saaremaa, red.), og hon kastaði bara ein metur longri hesuferð. Hesuferð fóru kastini hjá mær mill- um tríggjar og fýra metrar longur enn seinast. – Eg sleppi bara til slíkar kappingar annað hvørt ár, og heima venji eg einsa- møll. Tá er tað við grúsi og píkum, meðan umstøður- nar her eru nógvar ferðir betri, vísir Randi á. Tó dylir føroyski spjót- kastarin ikki fyri, at næstu ferð oyggjaleikirnir verða, ætlar hon sær at kasta yvir 30 metrar. – Eg ætli mær at halda fram við at venja. Tað bilar onki um eg eri einsamøll, men fleiri eru altíð væl- komin. Og um eg hevði givist, so hevði tað ikki verið tí, at eg eri einsamøll, sigur Randi Kúrberg at enda. Fýra metrar betri Randi Kúrberg endaði á einum sjeynda plássi í spjótkasti við kvinnur. Hon er ikki heilt nøgd við úrslitið, sjálvt um hon kastaði fýra metrar longri enn til seinastu oyggjaleikirnar Fyrra umfar 1. 28,82 2. 29,90 3. 28.98 Seinna umfar 4. 27.36 5. 29.59 6. 27.82 Randi Kúrberg, spjótkast C M Y K 22