Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 121 - 1. juli 2003 25 Í kapping við væl vandu ítróttarfólkini av kanal-oyggjunum var ikki væntandi, at føroysku íðkararnir kundu blanda seg í oddin, men hóast hetta, so var talan um góð úrslit TRIATHLON Álvur/Jákup Fleiri av bretsku kanal- oyggjunum hava drúgva siðvenju innan krevjandi triathlon kappinginar, og tí var ikki væntandi, at før- oysku luttakararnir kundu gera nakað sum helst við fremstu íðkararnar á oyggjaleikunum, og hetta varð so eisini staðfest sunnudagin. Hóast hetta, so støðu okkara seg heilt væl, og ikki minst fekk Gudmunur Joensen eina góða tíð í einstaklingakappingini hjá monnum. Her hevði vinn- andi luttakarin av Isle og Wight knappar tveir tímar um drúgva teinin, sum bæði skal svimjast, súkkl- ast og rennast, og efitr at teir fremstu høvdu lagt nakað av sjógvi til restina, kom eitt hampuliga breitt miðfelt, har Gudmundur eisini var at finna. Fremsti føroyski íðkarin kom á mál við tíðini, 2.24,50. Ser- stakliga stóð hann seg vææl í svmjingini, har hann ýtti 22 minuttir og 46 sekund í briminum í Ermasundi. Súkklingin tók honum 1.16,02 meðan renningin var liðug eftir imponerandi 46,02. Tríggir aðrir føroyingar tóku eisini lut hjá monn- unum. Beinir Rasmussen, sum serliga er stinnur á hjólhestinum, kom á mál sum nummar 41 í tíðini 2.28,30. Og Kári Simonsen og Eyðtór J. Joensen komu á mál sum ávíkavist numm- ar 45 og 46 av teimum í alt 47 íðkarunum, sum gjøg- numførdu kappingina. Hjá kvinnunum vóru Føroyar umboðaðar við Elisabeth M. Johannesen, og hon kom á málið sum nummar 20 av 22 luttak- arum. Her var Melissa Messervy av Jersey annars fullkomuliga einaráðandi, og kom hon á mál knappar seks minuttir undan silvur- vinnaranum í tíðini 2.10,49. Tíðin hjá Elisabeth var 2.46,44 fyri samlaða teinin. Svimjingin tók henni 28,42, súkklingin 1.21,53 og renningin 56,09. Joan Bláfoss skuldi ætlandi eisini taka lut her, men tað varð so kortini av ongum í hesum umfarinum. Tað verður ikki alla staðni tikið eins væl upp, tá tíðindafólk sjónliga geva til kennar, hvørji hesi halda við ÁSKOÐARAR Jákup Mørk Guernsey: Einki er at ivast í, at vit í Føroyum hava nøkur sera íðin frásøgufólk, sum bæði á prenti, máli og í myndum royna at siga frá, tá føroysk umboð royna seg í kapping uttanlands. Skal nakar takast framum av hesum, so slepst valla undan Tórða Mikkelsen úr Sjónvarpinum, sum nú skjótt má metast sum ein av sonnu veteranunum í oyggjaleikahøpi í so máta. Spenningur hansara er í minsta lagi eins stórur, og hann er hjá vanligu áskoð- arunum, sum eisini eru á staðnum, og hetta fall onkr- um álendingum fyri bróst- ið, tá føroysku flogbólts- harrarnir sunnudagin løgdu fyri við at vinna á tvífalda gull-liðnum. Um tað var hóttandi tapið hjá Álandi, ella um orsøkin var ein onnur, skal ikki sigast, men í øllum førum vórðu boð givin til eftir- litsfólkini um, at har gekk ein veipandi maður uppi á pressuplássunum, og hetta hildu tey ikki sømdi seg. - Jú tað er rætt. Har kom ein maður yvir til mín einar tvær ferðir, og segði við meg, at onkur áskoðari var misnøgdur, men hetta fingu vit tó loyst í sátt og semju. Eg greiddi honum frá, at eg sjálvandi helt við Føroyum, nú eg var her niðri sum frásøgumaður, og so segði eg eisini við hann, at eg eftir hondini mátti vera eitt slag av maskotti hjá lið- num. Hesum flenti hann bara at, og so var bara hjá mær at halda á fram við at heppa, seðgi ein flennandi sjónvarpsmaður um hesa heldur sjáldsomu uppliv- ing. Eftir er so bert at vóna, at tað verður enn meira at fegnast um hjá bæði Tórða og øllum okkum øðrum, sum í hesum døgum fylgja við føroysku umboðunum á staðnum. Í flogbóltinum var byrjanin í øllum førum sum eftir ánni, og so leggja vit helst vertin á, um onkur álendingur mundi fáa ilt av hesum. Oyl-støður Borðtennis, lið Bólkur B v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Guernsey 3 3 - 0 17 4 13 6 2 Gotland 3 2 - 1 14 7 7 4 3 Grønland 3 2 - 1 11 10 1 4 4 Føroyar 3 1 - 2 11 10 1 2 5 Áland 3 1 - 2 5 15 -10 2 6 Orkney 3 0 - 3 4 16 -12 0 Badminton, lið undanbólkur A v t d v - t dystir dystir +/- stig 1 Guernsey 2 2 - 0 10 0 10 2 2 Føroyar 2 1 - 1 5 5 0 1 3 Bermuda 2 0 - 2 0 10 -10 0 Flogbóltur, kvinnur Bólkur A v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Føroyar 1 1 - 0 3 0 3 3 2 Grønland 1 1 - 0 3 0 3 3 3 Caymann 1 0 - 1 0 3 -3 1 4 Gibraltar 1 0 - 1 0 3 -3 1 5 Hitra 0 0 - 0 0 0 0 0 Flogbóltur, menn Bólkur A v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Áland 2 1 - 1 5 3 2 4 2 Caymann 1 1 - 0 3 1 2 3 3 Føroyar 1 1 - 0 3 2 1 3 4 Jersey 1 0 - 1 1 3 -2 1 5 Grønland 1 0 - 1 0 3 -3 1 Fótbóltur, kvinnur Bólkur B v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Føroyar 1 1 -0 -0 11 0 11 3 2 Jersey 1 1 -0 -0 4 1 3 3 3 Isle of Wight 1 0 -0 -1 1 4 -3 0 4 Isle of Man 1 0 -0 -1 0 11 -11 0 Hørð mótstøða í triathlon Tórður fekk ávaring Gudmund Joensen varð fremsti føroyingurin í triathlon, og tó at hann eins og liðfelagarnir var í seinasta triðinginum av feltinum, so var talan um eitt avbera gott avrik eftir føroysku mátum 25 24 Nr. 121 - 1. juli 2003 Føroysku bogaskjútt- arnir og svimjararnir, sum vanliga teljast millum føstu heiðurs- merkjatakararnir, fóru mánadagin undir sínar kappingar OYGGJALEIKIR Álvur/Jákup Guernsey: Eftir at fyrsti kappingardagurin var lokin sunnudagin, vóru tað fram- vegis trý av føroysku ítróttarliðunum, sum enn ikki høvdu verið í kapping. Hesi fáa tó ikki nakra langa hvíld av teirri orsøk. Bogaskjúttarnir, svimjingin og fimleikurin høvdu øll sokallaðan venjingardag sunnudagin, men mánadag- in var liðugt við venjingini. Hjá bogaskjúttunum varð farið í holt við liðkapping- arnar mánadagin, og gongst sum ætlað - ella kanska vant – so verður helst okk- urt heiðursmerki fingið til høldar í hesum. Somuleiðis kann roknast við, at okkurt fer at spyrjast burturúr hjá svimjarunum. Hesi byrjaðu sínar innleið- andi kappingar mánamorg- unin, og longu seinnapartin mánadagin var talan um fleiri finalur, har onkur teirra vónandi hevur før- oyska luttøku. Fimleikakvinnurnar vóru lidnar við sína liðkapping mánamorgunin, og er hetta nærri umrøtt aðrastaðni í blaðnum. Menninir fóru undir sína liðkapping seinnapartin, og eftir vón- brotið og silvur á seinastu leikunum er einki at ivast í, at teir hava sett nøsina eftir gullinum hesaferð. Akkurát, hvussu tað fer at hilnast hjá øllum hesum, er sjálvandi ilt at meta um, men vónirnar eru í øllum førum til staðar, og her av Guernsey fara vit so at gera eina roynd at fylgja við í øllum tí, sum fyriferst. Tey seinastu ígongd Føroyska svimjiliðið fer at halda til í hesum krókinum á Beau Sejour Leisure Centre komandi dagarnar, og vónandi hava tey nøkur heiðursmerki heim við sær Dia Jacobsen er her í hylinum í royndini at svimja seg víðari í 50 metra ryggsvimjing C M Y K 24