týsdagur 1. juli 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 121 - 1. juli 2003
27
27
26
Nr. 121 - 1. juli 2003
Føroysku kvinnurnar
kappaðust í gjár á
gólvi og í lopi fyri lið.
Tær endaðu á einum
samlaðum fimtaplássi
FIMLEIKUR
Álvur/Ingrid
Guernsey: Fyrrapartin í
gjár, mánadag, var skjøtil
settur á fimleikin her á
oyggjaleikunum á Guerns-
ey. Føroysku kvinnurnar
vóru tær fyrstu sum skuldu
í eldin, og var fyrsta kapp-
ingin á skránni á gólvinum.
Fyrsta umfarið var av-
greitt saman við Ynis Mon,
og samanborið við teir fim-
leikararnar gekk tað stak
væl hjá føroysku kvinnun-
um, sum vóru væl framm-
anfyri í stigum.
Anna
Hansen,
Anita
Knudsen, Marjun Persson
og Sarita Heinesen um-
boðaðu Føroyar, og høvdu
tær eitt flott miðaltal á 8,5 í
miðal. Marit Magnussen er
skadd í krossbandinum, og
er tí ikki við í kappingun-
um. Hon heilsaði tó uppá
dómararnar áðrenn hvørja
kapping.
Onnur
kappingin
á
skránni var lop. Har gekk
tað ikki eins væl. Í lopi lá
miðaltalið beint yvir 7,0.
Vit fingu orðið á før-
oyska
hjálparvenjaran,
Marjun Thomassen, beint
eftir, at føroysku kvinnur-
nar vóru lidnar við síni av-
rik.
– Tað gekk væl hjá okk-
um, og higartil eru vit nøgd,
men vit hava jú ikki sæð
hinar fimleikararnar enn,
segði Marjun Thomassen.
Úrslitið hjá kvinnunum
varð klárt beint eftir mid-
dag, og endaðu tær saman-
lagt á einum
Vant nógv
– Fimleikararnir hava eisini
vant nógv og miðvíst, og í
mun til hinar sum vit kapp-
aðust ímóti beint í áðni, so
duga vit tað rytmiska eisini.
Tær hugsa eisini um koreo-
grafiina, og tað er tað, sum
vit vinna uppá, sigur Marj-
un Thomassen, sum tó ikki
dylir fyri, at tað er ein
smeitur, at Marit Magnus-
sen ikki er við.
– Tað er loyvi at hava
fimm fimleikarar við, og
fýra verða taldar við. Tá
kann ein kiksa, og Marit
hevði bara tdrigið liðið
uppeftir.
Seinnapartin í gjár fóru
føroysku menninir í eldin,
og vóru vónirnar framman-
undan góðar. Vit megna tó
ikki at fáa úrslitið við
áðrenn evsta mark, so tað
frætta vit meira um í blað-
num í morgin.
– Vit vænta gull hjá
monnunum. Og eg ivist
ikki í, at fleiri gullmerki og
heiðursmerki
verða
á
skránni í einstaklingakapp-
ingini. Menninir eru væl
fyri. Høgni fekk ein lítlan
skaða, men tað er ikki so-
leiðis, at hann ikki fær
verið við hóast tað, segði
Marjun Thomassen áðrenn
menninir byrjaðu uppá lið-
kappingina.
Hinir fimleikararnir hjá
monnunum
eru
annars
100% klárir.
– Eg vænti, at vit fara at
síggja fleiri heiðursmerki.
Eg trúgvi ikki, at hinir
fimleikararnir hava tikið
seg nógv meira fram enn
seinast, sigur hjálparvenj-
arin at enda.
Høgni ikki við
Føroyski fimleikarin, Høgni Øster, var ikki við, tá
menninir í fimleiki fóru undir liðkappingina. Hann
fekk ein lítlan skaða í fótin herfyri, men hann verður
við mikudagin, tá farið verður undir einstaklinga-
kappingarnar.
-ingrid
Fimleikur:
Eitt fimta-
pláss
Fimleikari
Gólv
Lop
Anna Hansen
8,4
7,05
Marjun Persson
8,5
6,8
Anita Knudsen
8,5
7,25
Samanlagt 62,125 og gjørdist hetta til eitt
fimtapláss
Føroyska fimleikakvinnurnar: Fremst: Marjun Persson, Sarita Heinesen, Anita Knudsen, Marit Magnussen og Anna Hansen.
Anita Knudsen fekk 8,5 fyri framførsluna á gólvinum
Marit Magnussen
er ikki við í
kappingunum í ár.
Hon er skadd í
krossbandinum, og
tað er ein dyggur
smeitur fyri
føroysku
fimleikararnar
C
M
Y
K
26
Sandoyingar tannleysir
Tað hevur ikki hilnast
nakað serligt hjá B71
higartil, og heldur
ikki leygardagin, tá ið
teir vitjaðu í Klaksvík,
fekst nakað í lætta
stigapjøkan.
2. DEILD - KÍ–B71
Jóannes Hansen
Klaksvíkingar hava ikki
verið so óførir, sum teir
ofta tey seinnu árini hava
verið fyrsta triðingin av
kappingini. Men hesa ferð
eydnaðist teimum at fáa alt.
KÍ legði seg framum, tá
ið bara tríggir minuttir vóru
farnir. Málskjútti var mið-
vallarin í vinstru, Marius
Nystrøm Hansen. Hann
setti fyri opnum máli fótin
undir bóltin, eftir at mið-
vallarin í høgru, David
Bertholdsen, hevði umsitið
fríspæling frá John Havn
rættuliga væl.
Tveir minuttir undan
hvíldini økti Erling Fles,
sum fyri tað mesta hevur
verið í 1. deild, men sum
hesa ferð fekk dystarvenj-
ing á næstbesta liðnum.
Saman við Arnoldi Joensen
var hann í KÍ álopinum.
Miðverjin Niclas Niclassen
sendi fríspark í brotsteigin,
har
miðvallarin
Fríðin
Ziskason royndi seg við
stútara. Valdemar Nowisci
hálvbjargaði, og so var
Erling Fles fyrstur á.
KÍ var rættuliga væl
mannað, og tunna B71 liðið
hevði ikki nógv at bjóða
uppá. Álopsmaðurin Mus-
tapha KNdaw hevði í 2.
hálvleiki góða roynd, sum
John William Joensen stór-
bjargaði, men annars var
lítið bit í.
B71
formaðurin,
Eli
Hentze, sum í meiri enn
fimtan ár hevur verið mill-
um drívkreftirnar í fótbólt-
inum á Sandi, varð í 2.
hálvleiki settur á vøllin.
Tað var hann saman við
Pálli á Reynatúgvu. Al-
mannaráðharrin royndi at
hjálpa til, men tað segði tað
sama. B71 fekk ikki mál,
og harvið øktist fjarstøðan í
botninum rættuliga nógv til
eitt nú KÍ.
Klaksvíkingar
løgdu
annars í góðveðrinum til
merkis, at Drangberg tví-
burðarnir, sum hava vant
støðugt við KÍ seinastu ár-
ini, nú royna seg saman við
oyggjafeløgunum í Sandoy.
Hesa ferð vóru teir á beink-
inum, har Martin var allar
90
minuttirnar,
meðan
Jógvan varð skiftur inn, tá
ið tað restaðu tíggju min-
uttir.
KÍ–B71 2–0 (2–0)
1–0:
Marius
Nystrøm
Hansen 3.
2–0: Erling Fles 43.
Nýggi gambiski framherjin
hjá B71, Mustapha KNdaw,
roynir her at fara framvið
Andriasi Jacobsen hjá KÍ.
B71 mátti enn einaferð lúta í
landskappingini í 2. deild
MYND: Símun á Høvdanum
Hóast tað síðstu
løtuna tóktist liggja í
luftini, at í hvussu so
er eitt mál fór at
koma afturat, so
endaði tað javnt og
harvið við eitt sindur
tómari kenslu í
báðum legunum
B68–HB
Jóannes Hansen
Báðir partar ætlaðu sær øll
trý stigini, og sum 2.
hálvleikur leið, góvu báðir
partar ábendingar um, at
teir vóru sinnaðir at sleppa
eitt vet í verjupartinum fyri
at fáa týdningarmikla mál-
ið, sum hevði borið øll trý
stigini við sær.
HB vísti ungu framrætt-
aðu monnunum Rana D.
Christiansen og Pálli M.
Joensen álit, og hjá B68
varð framrættaði Øssur Jac-
obsen settur inn fyri meiri
verjukenda
miðvallaran,
Jann Inga Petersen, sum
annars hevði røkt sína
uppgávu væl. At báðir
partar vóru framrættaðir,
og at báðir partar sam-
stundis sleptu eitt vet í verj-
uni, hevði intensitet, dram-
atikk og harvið spenning
við sær í sera undirhaldandi
uppgerð, har sannførandi
málverjarnir
báðir
áttu
týdningarmiklar leiklutir.
Albert Sævarsson og Bárð-
ur Johannesen vóru tryggir
á strikuni, teir vóru kringir í
brotsteiginum,
og
teir
dugdu væl at lesa spælið og
at blanda seg upp í uttanfyri
brotsteigin, tá ið tað í ein-
støkum førum var neyðugt.
Adrew av Fløtum, Rógvi
Jacobsen og Tór–Ingar
Akselsen høvdu møguleik-
ar at avgera HB til fyrimun-
ar, og hjá B68 var Súni
Fríði Johannesen, sum var
betri upplagdur enn fyrr í
ár, meiri enn eina ferð um
reppið at gerast leysur. Øss-
ur Hansen royndi við frí-
sparki úr sekstan metra
fjarstøðu og mitt fyri. Bólt-
urin streyk dygst uttanfyri
stólpan, men síðsta stóra
hálva tíman eydnaðist tað
ikki at fáa úrtøku, og harvið
fóru báðir partar ikki meiri
enn hálvnøgdir undir brúsu.
Meiri grammir
B68 hevur havt trupulleikar
at fáa mál, og tað høvdu teir
eisini hesa ferð. Men teir
vóru meiri ágangandi, enn
teir hava verið seinastu
ferðirnar. Øssur Hansen var
væl upplagdur á mið-
vøllinum, og tað var sum
heild meiri stríðshuga og
størri tyngd í, enn tað var,
tá ið FS Vágar sunnudagin
frammanundan
fór
av
Svangaskarði við øllum
stigunum.
At Hans Fróði Hansen
var burtur hevði við sær, at
Dánial Hansen og Arnbjørn
Danielsen vóru miðverjar,
og at Jákup Eli Olsen kom
beinleiðis úr Danmark, har
hann hevur verið knappliga
í eitt ár, og á vongverjan í
vinstru. Tað var strevið hjá
honum, men Jákup Eli
brúkti allar sínar royndir.
Í roynd at geva álopspart-
inum størri tyngd hevði
Jóhan Petur Poulsen, sum
ofta hevur verið á beinkin-
um, fingið møguleikan
ímillum teir fyrstu ellivu.
Unglingaspælarin er sterk-
ur, skjótur og grammur, og
hann vísti mest sum bein-
anvegin, at hann lá inni við
løðingini, sum skuldi til
fyri at spreingja hurðina
upp aftanfyri trygga HB
málverjan. Smáir tíggju
minuttir vóru farnir, tá ið
Jóhan Petur tók søkina í
egnar hendur. Úr eitt sindur
til vinstru rak hann mitt
fyri, og úr umleið 22 metr-
um smekkaði hann til.
Bólturin fór dygst inn undir
nærru
samankomingina
aftanfyri Bárð Johannesen.
B68 var á odda, og tað var
akkurát tað, sum skuldi til
fyri at varðveita spenningin
og harvið undirhaldsvirðið.
Misbrúkti og bøtti um
HB hevur ofta havt trupult
við at fáa fulla úrtøku á
Svangaskarði. Frá fyrsta
bríksli sást í góðveðrinum,
at havnarmenninir vóru
ikki komnir fyri at luska
sær ein verjukendan javn-
leik við aftur til høvuðs-
staðin.
Útgangsstøðan var sera
framrættað og kanska eitt
sindur óvæntað. Saman við
Andrew av Fløtum og
Carsten From var Tór–Ing-
ar Akselsen heilt frammi í
álopinum,
meðan
ungi
Bjarni Jørgensen hevði
fingið møguleikan á vinstra
vongverjanum í staðin fyri
Janus M. Joensen, sum var
sjúkur.
Ivaleyst ætlaði HB, at tað
mesta skuldi ganga fyri seg
á helvtini hjá toftamonnum,
men tað eydnaðist ikki
heilt. At B68 var yvirmann-
að á miðvøllinum hevði
ofta við sær, at teir høvdu
lættari at finna hvønn ann-
an, enn mótstøðumenninir
høvdu tað, meðan B68
verjan ikki kom undir tað
trýstið, sum tað kanska
kundi roknast við, tá ið
mótstøðumenninir vóru so
mikið framrættaðir.
Andrew av Fløtum fekk á
hálva tímanum risa møgu-
leika at javna til 1–1. Eftir
langa sending frá Halli
Danielsen, royndi lands-
liðsmaðurin á baklinjuni at
kroysta seg framvið verju-
spælara, sum gjørdi tað ein-
asta, sum hann ikki skuldi
havt gjørt. Í staðin fyri at
verja fyri og harvið trýsta
bóltføraran at snara so at
siga skeiva vegin, royndi
hann at pilka bóltin til sín,
og tað tilboðið segði royndi
álopsspælarin ikki frá sær.
Hann lá sum keylan, dóm-
arin peikaði á ellivu metrar,
men Albert
Sævarsson
tveitti seg til vinstru fyri
seg sjálvan og bjargaði
royndini,
sum
Andrew
sjálvur tók sær av.
B68
fekk
sinniliga
yvirskotið,
meðan
HB
kanska fór eitt vet niður.
Men í 56. minutti bøtti
Andrew av Fløtum um
skaðan. Rúni Nolsøe legði
flata
sending
inn
um
heimaverjuna, Andrew var
fyrstur á, helt mótstøðu-
menninar aftanfyri seg og
skoraði.
So var tað, at báðir partar
spentu álopsbogan, ferðin
var høg, hugburðurin góður
og áskoðararnir sótu sum á
nálum. Men tað komu ikki
fleiri mál.
B68–HB 1–1 (1–0)
1–0: Jóhan Petur Poulsen 9.
1–1: Andrew av Fløtum 56.
Dómari Petur Skarðenni
B68: Albert Sævarsson –
Bogi
Petersen,
Dánial
Hansen, Arnbjørn Daniel-
sen, Jákup Eli Olsen – Jann
Ingi Petersen (Øssur Jacob-
sen, 79.), Fróði Benjamin-
sen, Øssur Hansen, John
Heri Dam – Súni Fríði Jo-
hannesen,
Jóhan
Petur
Poulsen
Gult kort: einki
HB: Bárður Johannesen –
Hallur Danielsen, Eli Thor-
steinsson, Símun Eliasen,
Bjarni Jørgensen – Rúni
Nolsøe, Martin Christian-
sen, Rógvi Jacobsen –
Tór–Ingar Akselsen (Páll
M. Joensen, 73.), Carsten
From (Rani D. Christian-
sen, 57.), Andrew av Fløt-
um
Gult kort:
Andrew av
Fløtum (men tað er ikki
viðmerkt á dómaraseðl-
inum!)
Báðir bogarnir vóru spentir til trý stig