Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 121 - 1. juli 2003 Nr. 121 - 1. juli 2003 29 B36 - NSÍ 2-0 (1-0): B36 gjørdi eitt ordiligt lop B36 fór við sigrinum á runavíkingum sunnudagin framum bæði GÍ og NSÍ á stigatalvuni og gjørdi harvið eitt ordiligt lop í stigatalvuni. Hetta var samstundis fjórði sigurin á rað hjá havnarliðnum. Hóast NSÍ hevði tvær royndir á træverkið og skapti fleiri mál- møguleikar, eydnaðist teimum ikki at skora 1. DEILD Stefan í Skorini Tað gongur strúkandi hjá svarta og hvíta havnarliðn- um. Sunnudagin vann liðið sín fjórða sigur á rað í landskappingini, eftir at tað ikki eydnaðist teimum at vinna í trimum teimum fyrstu umførunum, og fólk vóru farin at tosa um kreppu. Sunnudagin var NSÍ í Gundadali við sínum gul- iganz-viðhaldsfólki sitandi í stóra skýlinum. B36 vann eftir ein sera spennandi dyst við nógvum málmøgu- leikum og ágangandi álops- spæli frá báðum pørtum. Runavíkingar munnu iðra seg stórliga, tí við tapinum eru teir dotnir eitt sindur burturímillum í oddastríðn- um tó uttan heilt at hava spælt sær av við møguleik- an at gera seg galdandi FM- stríðnum. NSÍ betri byrjan Hóast NSÍ spældi á útivølli var greitt, at liðið ætlaði sær at fáa øll trý stigini úr Gundadali. Gestirnir løgdu út sum eitt ódnarveður og høvdu greiða yvirvág fyrstu løtuna. Álopini at kalla skolaðu oman ímóti B36 málinum. Fyrsti stóri málmøguleik- in kom eftir einar tíggju minuttir, tá Óli Hansen var hægstur og skallaði eitt hornaspark frá Sjúrði Jacobsen á tvørstongina. Eitt óløgi kemur sjáldan einsamalt verður sagt. Lítla løtu seinni breyt Christian Høgni Jacobsen ígjøgnum í vinstru síðu, fór framvið Pól Thorsteinssyni og kom heilt inn í málteigin, áðrenn Rúni Elttør takklaði bóltin út til horna, tá Christian Høgni skuldi leggja útfrá. Eftir einar tjúgu minuttir hevði B36 sína fyrstu veru- ligu roynd á málið hjá Jens Martini. Eitt miseydnað langskot frá Allani Mørk- øre endar í beinunum hjá Heðini á Lakjuni, sum skýtur uppá mál, men bólt- urin endar beint í føvning- inum hjá garvaða málverj- anum. B36 framum B36 ressaðist í seinna helmingi av fyrra umfari, og Heðin á Lakjuni vísti seg frá síni vandamiklastu síðu, tá hann fór ein solotúr frá egnari hálvu og rak all- an vegin inn í brotsteigin hjá NSÍ. Jens Martin megn- aði tó at bjarga skotroynd- ini frá klaksvíkinginum. Christian Høgni Jacob- sen hevði møguliga tann mest upplagda málmøgu- leikan hjá NSÍ fyri steðgin. Eitt fríspark frá Sjúrði Jac- obsen verður steðgað av B36 verjuni og dettur út til Christian Høgna, sum stendur væl fyri og rættiliga leysur í brotsteiginum. Skotið miseydnaðist tó og endaði í stóra krovinum hjá Allani Mørkøre. Sum tað ofta vísir seg, so kann ein málmøguleiki hjá tí eina liðnum ístaðin enda við máli í hinum endanum. So var eisini hesuferð, tí í næsta álopinum fekk B36 hol á. Tað vóru Jákup og Heð- in, sum spældu væl síná- millum í vinstru síðu. Bólt- urin endar hjá Jákupi, sum gevur sær góðar stundir og bíðar eftir, at fleiri leikarar skulu koma inn í brots- teigin. Hann sendir so innfyri til handaru stong, har Klæm- int Matras kemur storm- andi frá miðvøllinum, og hann hevur ikki torført við at skora úr stuttari fjar- støðu. Runavíkingar vóru møttir mannsterkir upp í Gunda- dali sunnudagin, og ein eftir øllum at døma ávirk- aður áskoðari var so ónøgd- ur við dómaran Niklas á Líðarenda, at hann beint eftir fyrra málið fór inn á vøllin at gera vart við sína ónøgd. Leikarar og áskoð- arar fingu tó í felag sissa mannin og beint hann av vøllinum. Tað skal tó við- merkjast, at NSÍ-viðhalds- fólkið, sum rópar seg gul- iganz, setti góðan dám á dystin annars. NSÍ trýstir Seinni hálvleikur var meira ferðmikil enn fyrri, og lið- ini bæði skaptu enn fleiri málmøguleikar og vanda- miklar støður í brotsteig- unum í báðum endum av vøllinum. Fyrsta málmøguleikan fekk Christian Høgni Jacob- sen. Allan Mørkøre royndi at leggja eitt innlegg aftur til málverjan René Tórgarð við bringuni, men Christian Høgni var sum eitt fok á bóltinum. René megnaði tó at blokera, og bólturin støkk útaftur í spælið. Fáar minuttir seinni kundi Heðin á Lakjuni havt lagt B36 framum við tveimum málum, tá hann fekk ein gyltan møguleika. Sverrir Kjærbo roynir seg við einum skoti, sum verð- John Petersen og Messias Perreira hava gott tak á hvørjum øðrum, men eingin teirra fangar innleggið frá Jákupi á Borg. Løtu seinni liggur bólturin í NSÍ-málinum, tí við handaru stong lúrdi Klæmint Matras og legði B36 framum MYND: Jens Kr. Vang LÍF og B36 fingu eitt stig í part burturúr landskappingardystin um sínámillum leyg- ardagin. LÍF hevði fleiri málmøguleikar, men B36-ararnir munnu iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at halda fast um leiðsluna, tí útjavn- andi málið fall so seint 2. DEILD Stefan í Skorini LÍF og B36 vera neyvan tey liðini, sum fara at liggja í oddinum í 2. deild í ár. LÍF liggur miðskeiðis í stiga- talvuni við tíggju stigum beint aftanfyri hini odda- liðini, meðan B36 er trið- niðast við seks stigum eftir hetta umfarið. Tað var LÍF, sum fekk betri byrjan, og tað var um reppið, at pólverjin Tomek Przybylski legði LÍF framum. B36 verjan fekk ikki ruddað burtur, og bólturin datt fyri føturnar á Tomek, sum langaði til, men bólturin brast á tvør- stongina, og vandin var av á hesum sinni. Løtu seinni hevði B36 ein gyltan møguleika at leggja seg framum. Útiliðið fekk brotsspark, eftir at dómarin metti, at ein verju- leikari hjá LÍF hevði hildið í einum B36-ara inni í brotsteiginum. Bárður Mortansson varð settur at skjóta, men hann skotið fór omanfyri málið. Nógvur vindur var tvørtur- um vøllin leygardagin, og hetta darvaði spælinum sera nógv. Tá brotssparkið skuldi skjótast, var neyðugt at leggja steinar undir bóltin, tí hann fekst ikki at liggja stillur. B36 framum Eftir steðgin fekk Bárður Mortansson tó eitt mál. B36 breyt ígjøgnum í høgru síðu, og bólturin varð lagdur tvørturum brotsteigin, har ein púra leysur Bárður lættliga kundi skora. LÍF sendi eftir hetta fleiri fólk fram á vøllin og royndi at leggja trýst á B36-málið. Hetta eydnaðist, men tað gekk striltið við at fáa mál. Fleiri vandamiklar støður spurdust burturúr, men B36-verjan fekk altíð rudd- að burtur onkursvegna. Tað sá tí út til, at B36 skuldi fáa trý kærkomin stig heim við sær, men móti endanum av dystinum eydnaðist tað LÍF at javna. Símun Waag Høgnesen sendi ein høgan bólt inn í málteigin, og fleiri mans bardust um bóltin. Endin var, at Magni Høgnesen hevði seinasta fótin á bólt- inum, sum sníkti seg innum málstrikuna. Nevnast skal, at hetta var tann árligi LÍF-dagurin við fleiri tiltøkum á vøllinum, og hesin dysturin var tí eis- ini steypadystur. Tað skuldi tí avgerast við brotsspørk- um, hvør skuldi hava steyp- ið og gullkrónurnar. Eftir at hava skotið sjey brotsspørk í part, vann B36 brots- sparkskappingina. LÍF-B36 1-1 (0-0) 0-1: Bárður Mortansson 1-1: Magni Høgnesen LÍF - B36 1-1 (0-0): Javnt í Leirvík ur blokerað av NSÍ-verjuni, og bólturin dettur tilvildar- liga niður miðskeiðis í brotsteiginum, har Heðin á Lakjuni er skjótur á staðn- um. Jens Martin hevði tó sæð vandan og fekk vart fyri skotinum hjá Heðini. Tað var annars NSÍ, sum royndi at leggja trýst á B36 málið, meðan B36 meira dúvaði uppá skjótálop við John, Heðini og Jákupi, sum teir mest vandamiklu menninir. Eitt nú hevði NSÍ eitt ótal av hornaspørkum og inn- leggum, og har bólturin ferðaðist runt í brotsteigin- um, uttan at B36-leikarar- nir fingu beint hann av vandaleið. Serliga var Messias Perreira vanda- mikil í luftini. NSÍ hevði tó ikki hepnið við sær í hesum dystinum, tí hóast nógvar royndir á málið vildi bólt- urin ikki inn. John Petersen leggur lok á Um miðjan seinna hálvleik hevði NSÍ enn eina naska roynd. Tað var enn einaferð Christian Høgni, sum fekk fatur á einum leysum bólti uttanfyri brotsteigin, og hann langaði til. Skotið endaði tó á stongini, og NSÍ-ararnir iðraðu seg við hondunum á høvdinum. Lítla løtu seinni hevði John Petersen ein stóran málmøguleika. Hann og Heðin á Lakjuni høvdu gott samanspæl í vinstra borði, og Heðin legði útfrá til John, sum var staddur beint innanfyri brotsteigin mitt fyri málið. Hann hevði góð- ar stundir, men skotið fór í beinini hjá einum verjuleik- ara, og so var tann vandin av. Tá dysturin nærkaðist endanum, fær B36 tað seinna og avgerandi málið, sum gjørdi enda á NSÍ hendan dagin. Sjúrður Jacobsen fór niðaneftir í vinstra borði, men varð takklaður av Klæminti Matras. Heini í Skorini fangaði bóltin og sendi hann víðari til Jákup á Borg í høgru síðu, sum sendir eitt perfekt innlegg til John Petersen, sum stút- ar í netið til 2-0. Stór frøi á leikarum og B36 viðhaldsfólki, sum hevði sitið á pínubeinkin- um allan seinna hálvleik, kundi nú anda lættan. Mikukvøldið er tað so stóra grannauppgerðin millum HB og B36, sum er á skránni. NSÍ tekur ímóti KÍ á heimavølli. B36 - NSÍ 2-0 (1-0) 1-0: Klæmint Matras 2-0: John Petersen B36: René Tórgarð - Allan Mørkøre, Pól Thorsteins- son, Rúni Elttør, Kenneth Jacobsen - Niels Joensen (Heini í Skorini, 35.), Klæmint Matras, Sverrir Kjærbo (Fróði Clementsen, 78.), Jákup á Borg - Heðin á Lakjuni, John Petersen (Sonni Johansen, 90.) NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjálvur Nielsen (Rúni Rasmussen, 79.), Óli Han- sen, Messias Perreira, Sjúrður Jacobsen - Gert Langgaard (Jústinus R. Hansen, 45.), Ian Højgaard, Kári Hansen, Jónstein Petersen - Christian Høgni Jacobsen, Sonni L. Petersen (Andy Olsen, 73.) Christian Høgni Jacobsen hevur fangað afturleggingina frá Allani Mørkøre, men skotið endar í krovinum á René Tórgarð, sum stóð ein góðan dyst sunnudagin og lat einki mál fara ígjøgnum MYND: Jens Kr. Vang