Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 121 - 1. juli 2003 31 31 30 Nr. 121 - 1. juli 2003 C M Y K 30 Fyru fyrstu ferð í ár eydnaðist tað ikki nøkrum útiliðið at vinna, tá ið sjøtul varð settur á næsta triðingin av hesum kappingarárinum 7. UMFAR SAMANUM Jóannes Hansen Í seks teimum fyrstu um- førunum eydnaðist tað í hvussu so er einum útiliði at fáa fult hvørja ferð. Í sjeynda umfarinum var talan um fýra heimadystir og ein javnleik. Í øllum fýra uppgerðunum sunnudagin vórðu skorað tvey mál – tríggjar ferðir 2–0 og 1–1. Mikukvøldið vann EB/- Streymur 4–2 í fram- skundaða dystinum ímóti GÍ. Harvið vórðu á Eiði skorað eins nógv mál, sum tað vóru í trimum dystum sunnudagin. Fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum fór NSÍ av vøllinum, uttan at hava fingið í hvussu so er javn- leik. NSÍ tapti 2–0 í Gunda- dali ímóti B36, sum við fjórða sigrinum á rað lyfti sær sjálvum so mikið høgt, at teir sjálvir í vikuni kunnu gera av, um teir skulu vera topplið, tá ið kappingin annað mikukvøld fer í summarfrí. Mikukvøldið er B36 gestur í egnum reiðri ímóti HB, sum eigur inn- tøkurnar í grannauppgerð- ini (tað leggja B36-arnir neyvan so nógv í, tí teir skulu standa fyri innkrevj- ingini í 17. umfari!). Um B36 mikukvøldið við sigri á grannunum kann gerast oddalið valdast eisini um úrslitið í Runavík. Men tað ber til, um NSÍ vinnur ímóti KÍ. Einasta liðið, sum enn ikki hevur roynt at tapa, er HB. 1–1 javnleikin á Toft- um vóru hvørki teir á heimaliðnum ella gestirnir fegnir um. Úrslitið ber við sær, at HB framvegis er oddalið. Men munurin aftur til næstu kappingarneytar- nar styttist. Tað hevur aftur við sær, at tað er møguleiki fyri, at oddasessurin skal verða tikin frá HB teir næstu dagarnar. Men tað er eisini møguleiki fyri, at HB skal leggja sjógv millum seg og næstu kappingar- neytarnar. Áttanda umfarið verður á skránni í annað kvøld, og tað verður spælt aftur sunnudagin. Tá fara øll at hava spælt eina ferð ímóti øllum hinum. So verður mikukvøldið farið undir seinna partin av kappingini, áðrenn tað verður summar- frí fram til fyrsta vikuskift- ið í august. At siga, at tað verður summarfrí inntil fyrst í august er ikki heilt rætt. Ólavsøkudag skulu B36 og GÍ spæla steypafin- alu, og í fjør sást væl, at tað loysir seg at gera nógv burturúr fyrireikingunum til finaluna. Útskiljingin Merkisvert er tað, at KÍ, sum hesa ferð reisti seg eftir eyðmýkingina á úti- vølli ímóti B36, framvegis er næstovast. Millum KÍ viðhaldsfólkini hevur hug- burðurin verið, at kapping- arárið hevur verið meiri ella minni miseydnað, men tað slepst ikki undan, at úr- tøkan hevur verið á góðari leið. Burtursæð frá stórtap- inum í Gundadali, so hevur KÍ vunnið hvørja ferð á úti- vølli, og ímóti FS Vágum eydnaðist í fínum summar- veðri at vinna fyrsta heima- sigurin. Tey ivasomu og øll onnur fáa næstu dagarnar at síggja, hvussu stórur dugur er í KÍ. Í annaðkvøld skulu teir spæla í Runavík, sunnu- dagin fara teir at taka ímóti HB, og mikukvøldið í komandi viku fer GÍ at spæla í Klaksvík. Tað stend- ur altso upp til klaks- víkingar sjálvar at gera av, um teir skulu halda summ- arfrí á fremsta plássinum, ella um teir heilt skulu detta burturúr. Avrikini og úrslit- ini higartil kunnu illa nýtast sum grundarlag fyri framm- anundan meting. Eyðkennið fyri KÍ hevur verið, at tað hevur verið rættuliga nógv upp og niður. NSÍ er frammi undir oddaliðunum, men so skal eisini leggjast afturat, at teir hava spælt eina ferð meiri, enn kappingarneyt- arnir hava. NSÍ fær summ- arfrí longu sunnudagin, tí teir vóru mikukvøldið í síðstu viku á Skála, har teir sambært skránni ikki skuldu vitja fyrrenn annað mikukvøld. Trupulleikin hjá NSÍ hevur higartil verið, at teir ikki nóg ofta hava megnað at fingið fulla úrtøku. Tað hevur kostað nógv, at teir fýra ferðir eru farnir av vøllinum uttan at hava fingið fult. Umframt heimauppgerðina ímóti KÍ í morgin, eigur NSÍ undan summarsteðginum ferðina vestur til Miðvágs á. Gøtumenn gjørdu altjóða luttøkuna burturav sær leygardagin. Tað gekk, sum tað plagar at gera hjá før- oysku liðunum, sum fram- vegis eiga á at røkka einum úrsliti, ið vekir ans kring fótbóltsheimin. Gøtumenn eru saman við B68 millum- vøra í bestu deildini. B68 vísti góðan hugburð og gott avrik ímóti HB. Miku- kvøldið verður B68 gestur í Gøtu. Um annað liðið fer at fáa fulla úrtøku, so kann tað undan summarsteðgin- um lyfta seg fram ímóti oddinum. Sunnudagin og mikukvøldið í næstu viku fær B68 vitjan av VB og EB/Streymi, meðan upp- gávurnar hjá GÍ – á pappír- inum í hvussu so er – tykj- ast torførari. Sunnudagin skal GÍ spæla í Gundadali ímóti B36, og mikukvøldið skulu teir til Klaksvíkar. Skála langt burtur Tá ið kappingarárið í fjør var sjey umfør gamalt, hevði Skála bara fingið stig í javnleikinum á heimavølli ímóti B36. Tá tóktist tað standa so mikið illa til, at leiðin aftur í 2. deild tóktist vís eftir bara eitt ár í bestu deildini. Men fram ímóti kappingarenda syrgdu skálamenn sjálvir fyri, at teir komu undan bæði bein- leiðis niðurflyting og enda- spæli. Hvussu tað fer at laga seg í ár er framvegis ein opin spurningur. Men eftir 2–0 tapið í Vági eru útlitini einki serlig. Skála tapti sunnudagin ímóti teimum næstaftastu á støðutalvuni, og nú skulu teir spæla ímóti teimum, sum eru triði aftast og fjórði aftast. Miku- kvøldið fáa teir vitjan av FS Vágum, og sunnudagin skal Skála spæla á Eiði. Tað er eitt must hjá Skála at fáa okkurt burturúr hesum báð- um avbjóðingunum. Um tað ikki fer at eydnast, so fer tað ikki at bera til at vinna seg burtur av aftasta plássinum í tveimum teim- um síðstu umførunum í heyst, sjálvt um uppgerðir- nar tá ímóti FS Vágum og EB/Streymi høvdu borið sigrar við sær. Vágamenn høvdu vónað, at teir skuldu halda fram í Klaksvík, har teir sleptu á Toftum. Men teir vístu veikleikan, sum ofta ger seg galdandi hjá óroyndum liðum. Teir vóru ikki støð- ugir. Mettan av at hava vunnið á torførari avbjóð- ing á útivølli ber við sær, at hungurin ikki er nóg stórur næstu ferð. Spælararnir gerast bara støðugir av at taka lut. Hvørja ferð FSV fer á vøllin er talan um lærupening, sum skal vera við til at leggja lunnar undir eitt støðugt vágalið í fremstu deildini. Vágbingar vunnu fyri fyrstu ferð í ár. Í annað- kvøld fáa teir vitjan av EB/- Streymi. Sundalagsmenn- inir mugu taka sær frí frá arbeiði, og so fæst at síggja, um teir fáa nakað burturúr tí. Um VB aftur megnar at vinna, so er møguleiki fyri, at teir sleppa undan næst- aftasta plássinum, áðrenn tað verður farið í summar- frí, men tað er eisini treytað av, hvussu tað fer at ganga hjá FS Vágum á Skála. Nú skal sáldast í toppinum B36 og Rúni Elttør, sum er steðgar Christiani Høgna Jacobsen úr NSÍ, hava við fjórða sigrinum á rað av álvara blandað seg uppí oddastríðið MYND: Jens 0Kr. Vang Ungu menninir vístu vegin Klaksvíkingar reistu seg eftir stórtap, og FS Vágar fór niður við nakkanum eftir trý stig í torførari avbjóðing á útivølli KÍ–FS VÁGAR Jóannes Hansen Tað hevur verið av besta summarveðri í Klaksvík um vikuskiftið. Bæði leygar- dagin og sunnudagin var stilli, og sólin skein so fag- urliga, at tað var rættuligur hiti í luftini. Góða veðrið tóktist hava við sær, at ferð- in í spælinum sunnudagin var ikki tann, sum hon kanska kundi havt verið. Dómarin hevði ofta gula kortið á lofti. Klaksvíkingar gjørdust heilt rísnir, tá ið fyrra umfarið var nítjan minuttir gamalt. Teir hildu, at mótstøðumaðurin, sum í ógvuliga harðligum nær- dysti rendi Ova Nysted, sum hesa ferð var í álopin- um, um koll, átti at havt sæð reytt í staðin fyri gult. Men tað metti dómarin ikki. At Ove varð mettur sum týdningarmikil liður í royndini hjá KÍ at reisa seg aftur eftir avhølvingina í Gundadali, sást aftur í, at teir royndu at viðgera og pjøssa um stóra og sterka mannin í tíggju minuttir. So varð staðfest, at tað bar honum ikki til at spæla meiri. Heilaskjálvta hildu teir, at talan var um, og tað er rættuliga óvist, um Ove verður við í Runavík í morgin. At heimaliðið misti eitt av sínum bestu vápnum so- leiðis, tóktist í øllum sólar- ljósinum annars at kasta langar skuggar yvir síðsta tíman, og hetta mundi vera rótin til fleiri av gulu kortunum. Í evstu løtu misti FS Vág- ar ein mann, og tað er væl skiljandi, at teir iðraðu seg um tað aftaná. Ein minuttur var eftir, støðan var 2–0, og stríðið var tapt, tá ið Hjal- grím Elttør setti ferð á ímóti FSV málinum. Albert Ari Thomassen, sum hesa ferð var vongverji í vinstru, og sum stutt frammanund- an hevði sæð gult, nýtti neyðbremsuna. Dómarin metti, at hetta skuldi sektast við gulum liti, og harvið misti FSV týdningarmikla veteranin. Ikki bara síðstu sekundini sunnudagin, men eisini í týdningarmiklu botnuppgerðini á Skála í annaðkvøld. Málini KÍ legði ógvusliga fyri. Hugburðurin tóktist vera, at nú skuldi skommin úr Gundadali vaskast burtur. Tað gekk eitt sindur striltið, og tað var ikki fyrrenn stóra luftvápnið í álopsspælinum lá uttanfyri til viðgerðar, at KÍ fekk hol á – í luftini! Vongverjin Símun Joensen var hægstur og stýrdi við høvdinum í málið, eftir at horna var komið innfyri úr vinstru. At KÍ var komið framum tóktist lætta um trýsið á heimaliðnum. Ferðin fór eitt sindur niður, og síðstu løtuna undan steðginum var FSV væl við. Jens Erik Rasmussen, sum í 1. hálv- leiki var meiri álopsspælari enn miðvallari, hevði ein góðan møguleika, men royndin fór við síðuna av. 1–0 málið skoraði ein av ungu KÍ spælarunum, sum teir hava framtíðar álit á, og fimm minuttir eftir steðgin vóru tað aftur tveir úr ynga endanum, sum syrgdu fyri staðfestingini av heimasigr- inum. Atli Danielsen spældi í høgru tvørbólt til Hjalgrím Elttør. Hann dró eitt vet og smekkaði so til uttanfyri brotsteigar sam- ankomingina. Royndin tóktist koma eitt sindur óvart á málverjan, sum kanska átti at havt bjargað, men bólturin fór inn undir hann og inn við nærra stólpanum. Sum seinna umfarið leið, bíðaði KÍ eftir møguleikan- um at fara í skjótálop. FS Vágar umskipaði, soleiðis at Jens Erik Rasmussen fór á miðvøllin, Hegga fór í høgra borð, Bjarni Prior fór fram, og stótan part av 2. hálvleiki var miðverjin Jó- hannis Joensen rættuliiga frammarlaga. Jens Erik hevði ein góðan møguleika, og onkra ferðina komu klaksvíkingar í fleirtals- støður, men tað komu ikki fleiri mál. Klaksvíkingar vóru væl nøgdir við úrtøkuna, men teir harmaðust um, at teir tykjast skerdir til stóru uppgávurnar, sum standa fyri framman. Umframt at Ove Nysted er ivasamur, er Allan Joensen, sum ikki kom á vøllin eftir steðgin, rættuliga ivasamur undan ferðini til Runavíkar í annaðkvøld. KÍ– FS Vágar 2–0 (1–0) 1–0: Símun Joensen 24. 2–0: Hjalgrím Elttør 50. KÍ: Kartin Joensen – Harley Bertholdsen, Sámal Eyðfinn Akursmørk, Jan Andreasen, Símun Joensen – Atli Danielsen, Allan Jo- ensen (Leon Bjartalíð, 46.), Jan Joensen, John Ryan – Hjalgrím Elttør, Ove Ny- sted (Eyðun Klakstein, 29.) Gult kort: Sámal Eyðfinn Akursmørk, Jan Andreasen FS Vágar: Jákup Joensen – Sjúrður Ellefsen, Jóhannis Joensen, Vlad Osipov, Albert Ari Thomassen – Bjarni Prior (Birgir Joen- sen, 75.), Jógvan H. Samu- elsen, Ruslan Screlea, El- finn Ørvarodd (Kim Poul- sen, 67.) – Clayton Soares, Jens Erik Rasmussen Gult kort: Jóhannis Joen- sen, Bjarni Prior, Ruslan Screlea, Albert Ari Thom- assen Reytt kort: Albert Ari Thomassen 89. Dómari: Eiler Rasmussen Símun Joensen við nummar sjey á baki er hægstur og skallar bóltin í netið til 1-0. KÍ otaði seg fram á annað pláss í landskappingini við 2-0 sigrinum á FS Vágum MYND: Símun á Høvdanum VB hevur gjørt sátt- mála við danska framherjan Brian Andreasen, sum skal styrkja VB-liðið í seinnu hálvu av landskappingini FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini 27 ára gamli framherjin hevur spælt við danska felagnum Glostrup IF, har hann hevur skotið 18 mál í 25 dystum í landskapping- ini í ár. VB heldur seg tí hava fingið fatur í tí rætta manninum at lyfta felagið uppeftir í landskappingini. – Hetta er ein roynd at venda tí keðiligu gongdini, sum hevur verið í lands- kappingini í ár, sigur John Henrik Holm, formaður í VB, sum í løtuni liggur á næstaftasta plássi í stiga- talvuni. VB hevur leingi leitað eftir einum áleypara at styrkja hópin við, men tað hevur so ikki eydnast fyrr enn nú. VB hevur eisini sett ein ungdómsvenjara, sum skal byrja 1. august, og hann nevnist John Christ- ensen, eisini úr Danmark. John Christensen hevur ferðast kring alt Danmark fyri VB í leitanini eftir ein- um áleypara og fann so at enda Brian Andreasen. Stórur áhugi í Danmark – Tað er stórur áhugi mill- um danskar spælarar at koma hendavegin at spæla fótbólt, tí arbeiðsloysi mill- um danskar leikarar er stórt, sigur John Henrik Holm. HB hevur tveir danir í hópinum í ár (Karsten From og Martin Christen- sen), og í seinnu hálvu av landskappingini í fjør spældi Nocko Jockovic í álopinum hjá HB. Líkt er tí til at alt fleiri danskir leik- arar finna vegin til før- oysku 1. deild. VB hevur havt eina stak vánaliga byrjan uppá kapp- ingarárið í ár, fyrsti sigurin kom ikki til høldar fyrr enn í sjeynda umfarinum ímóti botnliðnum Skála. Í teim- um sjey dystunum hevur VB misnýtt ikki færri enn trý brotsspørk (ímóti KÍ, HB og Skála), og fleiri ferðir hava vágbingar mist alt á gólvið í teimum síðstu minuttunum. – Marginalarnir hava ikki verið við okkum í ár, men vónandi kann hesin leikarin betra um álopið hjá okkum, sigur John Henrik Holm at enda. VB hevur frammanundan fleiri jugoslaviskar leikarar í hópinum, men hví er for- maðurin farin til Danmark- ar eftir einum nýggjum leikara hesuferð? – Tað tekur ov langa tíð at fáa ein leikara úr Jugoslavia hendavegin, tí hann skal hava arbeiðs- og uppi- haldsloyvi. Ein dani kann byrja beinanvegin, og vit hava tørv á einum leikara her og nú, sigur formaðurin. Dani skal skjóta VB úr botninum