týsdagur 1. juli 2003síða 17
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 121 - 1. juli 2003
33
ÍF misti á stokkinum
Trý reyð kort vóru
partur av undirhald-
inum, tá ið fyrr-
verandi ÍF spælarin í
AB í evstu løtu
javnaði til 1–1
AB–ÍF
Heri á Rógvi
Áskoðarafjøldin boðaði frá,
at talan var um týdningar-
mikla uppgerð. Ikki so fá
vóru komin úr Fuglafirði,
og argjafólk eru so smátt
farin at skilja, at tey eiga
eitt fótbóltslið, sum er á veg
ímóti toppinum.
Heimaliðið levði bragd-
liga fyri, og álopsspælarar-
nir báðir, Eyðun Samuelsen
og Jan B. Jørgensen høvdu
møguleikar at gera mál,
men teir høvdu ikki eydn-
una við sær.
Gestirnir fótaðu sær, og
teir fingu fulla úrtøku burt-
urúr fyrsta møguleikanum,
sum teir spældu seg til.
Eftir uppspæl í høgru og
innlegg frá Atla Petersen
fekk Hanus Eliasen úr
stuttari fjarstøðu møguleik-
an, og hann sveik ikki men
skoraði til 0–1.
ÍF leiðslumálið hevði við
sær, at heimaliðið eina løtu
fór niður við nakkanum.
Nú var tað ÍF, sum spældi
seg til møguleikar, men
kortini kom einki mál aft-
urat undan steðginum.
Seinna umfarið hevði
ikki sama leikliga støðið,
sum hevði verið í 1. hálv-
leiki. ÍF kendi sjálvandi
ikki ábyrgd fyri at skapa
undirhald, og AB megnaði
ikki at skipa álopsspæl.
Seinna partin av 2.
hálvleiki gjørdist trýstið
ímóti ÍF málinum alt meiri
støðugt, og tað eydnaðiast
AB, ið hevði Pætur Dam
Jacobsen sum stýrimann á
miðvøllinum, at javna, tá ið
seinna umfarið var 47 min-
uttir gamalt. Innkast varð
tveitt í brotsteigin, bólturin
datt fyri føturnar á Jan B.
Jørgensen, sum í fjør var
besti ÍF málskjúttin, og
hann minti fuglfirðingar á,
at máltevinum framvegis
einki bilar. Jan skoraði, og
harvið fingu báðir partar
eitt stig.
Ónollur
skemmaðu
síðstu løtuna. AB verju-
spælarin Magnus Jacobsen
sá reytt, tá ið hann við
skumpi vildi vísa dómaran-
um sína misnøgd, og eftir at
AB hevði javnað sóu tveir
afturat reytt. AB verjuspæl-
arin, Bernhard Petersen,
fekk fyrst gult kort fyri at
drála ov leingi, tá ið hann
skuldi skjóta málspark.
Hann gav til kennar, at
hann ikki var samdur við
dómaran, sum aftur tók
gula kortið úr lummanum,
og harvið noyddist Bern-
hard av vøllinum. Og John
Thomsen hjá ÍF sá eisini
reytt í síðstu løtu, tá ið
dómarin fyri aðru ferð
hevði víst honum gula
kortið.
2. deild
AB–ÍF 1–1 (0–1)
0–1: Hanus Eliasen
1–1: Jan B. Jørgensen
Johnny Samuelsen hevur
bóltin við føturnar, meðan
verjuleikarin hjá ÍF bíðar
eftir næsta leikinum hjá AB-
framherjanum
Mynd: Heri á Rógvi
Molde skuldi havt
spælt í Stavanger
sunnudagin, men tað
bar ikki til, tí tað
regnaði so illa
NOREG
Jóannes Hansen
Jákup Mikkelsen er í dag
ein leysur maður. Í gjár var
sáttmálaskeiðið við Molde
liðugt. Norska kappingin er
nú farin í stutta summarfrí,
og tá ið teir fara undir aftur
kappingina um tvær vikur,
verður Jákup Mikkelsen
ikki í Molde.
Sum vit hava skilt tað, so
er tað ikki greitt, hvat
Jákup Mikkelsen fer at
spæla fótbólt í framtíðini.
Hann hevur einki ítøkiligt
tilboð fingið. Marknaðurin
er svikaligur í løtuni, men
tað verður framvegis vón-
að, at føroyski landsliðs-
málverjin, sum fyri stuttum
fekk so gott skoðsmál frá
týska landsliðsvenjaranum
Rudi Völler, skal fáa sátt-
mála við okkurt útlendskt
felag.
Um tað ikki eydnast at
finna nýtt arbeiðspláss til
Jákup Mikkelsen uttan-
lands, so bendir alt á, at
hann og familjan flyta aftur
til Føroya um hálvan juli.
So verður spurningur, hvat
føroyskt felag fer at fáa
klørnar í hann.
Regnaði burtur
Sunnudagin skuldi Molde
havt spælt í Stavanger ímóti
Viking. Men tað regnaði so
mikið illa í Stavanger, at
teir mettu tað ikki vera
ráðiligt at spæla. Molde er
framvegis rættuliga illa fyri
á støðutalvuni.
Tað er Rosenborg ikki.
Hesa ferð vunnu teuir 4–1
ímóti Bryne, og teir eru nú
ellivu stig undan hinum
liðunum.
Stabæk hevur roynt at
hingið uppií Rosenborg.
Sunnudagin megnaðu teir
ikki meiri enn 1–1 í Åle-
sund, og tað fekk venjaran
hjá Stabæk at staðfesta, at
kappingin um gullið er
liðugt. Hann roknar avgjørt
ikki við, at nakar fer at
skala teir úr Tróndheimi.
Stabæk venjarin heldur,
at kappingin bara snýr seg
um silvurmerkini. Í tí kapp-
ingina er Sogndal rættuliga
væl
fyri.
Sunnudagin
vunnu teir 2–1 á heimavølli
ímóti Bodø/Glimt. Sigurs-
málið, sum teir fingu í
yvirtíðini, ber við sær, at
Sogndal nú er næstfremst.
Lillestrøm er tað felagið,
sum hevur verið longst í
bestu deildini í Noregi.
Men nú stendur rættuliga
illa til. Sunnudagin taptu
teir 5–0 á útivølli í Skien
ímóti Odd Grenland. Tað
verður roknað við í Noregi,
at Lillestrøm fer at fáa
tógvið stríð í heyst fyri at
varðveita plássið í bestu
deildini.
Jákup veit einki um framtíðina
Enn er óvist hvar besti føroyski málverjin Jákup Mikkelsen fer at
spæla eftir summarfrítíðina
Sumbingar løgdu
jóansøkuaftan alin
afturat møguleikan-
um at vera við í
stríðnum um plássið,
sum ber við sær
endaspæl um eitt
pláss í bestu deildini.
2. DEILD SUMBA–B68
Jóannes Hansen
B68 vitjaði á Krossinum.
Toftamenn hava tað eins
torført, sum teir hava havt
tað hinar ferðirnar, tá ið
næstbesta liðið hjá teimum
hevur roynt seg í næstbestu
deildini. Higartil hava teir
bara fingið eitt stig, og
leygardagin versnaði fram-
manundan vánaligi mál-
munurin nógv. Sumba vann
5–0.
Dánjal D. Joensen skoraði
einasta málið í 1. hálvleiki. Í
25. minutti smekkaði hann
fríspark í meskarnar aftan-
fyri Mortan Hansen.
Eftir steðgin var munurin
á liðunum meiri sjónskur.
Sumba økti til 2–0, tá ið 2.
hálvleikur var fýra minuttir
gamalur, teir fingu aftur mál
í 67. og 68. minutti, og eitt
korter undan dystarenda
staðfestu teir rimmar sig-
urin. Sonne Kjærbo skoraði
til 2–0, Eirikur Joensen til
3–0, spælandi venjarin,
Robert Cieslewicz, sum
beinanvegin eftir steðgin
loysti Berg Djurhuus av, økti
til 4–0, og René Thomsen
fekk síðsta málið.
Í 2. hálvleiki kom tað
næstan ikki fyri, at B68
søkti at málinum, hjá
sumbingum, har Marcin
Dawid ikki hevði stórvegis
at takast við.
Á liðnum hjá Sumba vóru
tríggir fremmandir spælarar
frá dystarbyrjan, og tá ið
Robert kom inn, var útlend-
ingakvotan full. B68 liðið
var mannað við heilt ungum
spælarum og eisini onkrum
veteranum. Eitt nú var
Ingemar Højgaard í mið-
verjuni, og Aksel Højgaard
setti seg sjálvan á vøllin, tá
ið tað restaðu tjúgu minuttir.
Millum ungu menninar
vóru Ovi Magnussen, Gest-
ur Lómstein, Jan Joensen,
Hans Erik Danielsen og
Símun Olsen, sum kom inn,
tá ið seinna umfarið var
hálvrunnið.
Sumba–B68 5–0 (1–0)
1–0: Dánjal J. Joensen 25.
2–0: Sonne Kjærbo 49.
3–0: Eirik Joensen 67.
4–0: Robert Cieslewicz 68.
5–0: René Thomsen 75.
Sumbingar
sannførandi
33
32
Nr. 121 - 1. juli 2003
Við tveimum málum
legði júst heimvendi
Óli Johannesen lunn-
ar undir sigurin hjá
TB á arvafíggindan-
um úr Vági í jóan-
søkudystinum á Sev-
mýri leygarkvøldið
2. DEILD
Stefan í Skorini
Undan umfarinum hetta
vikuskiftið lá 2. lið hjá VB
frammanfyri 1. lið hjá TB.
Tað er helst eindømi í fót-
bóltssøguni, at næstbesta
liðið hjá vágbingum hevur
ligið frammanfyri besta lið-
ið hjá TB í stigatalvuni.
Leygardagin høvdu tvør-
oyrarmenn tó møguleikan
at leggja VB afturum seg
aftur í landskappingini í 2.
deild, tí tá hittust liðini í
jóansøkudystinum
á
Sevmýri.
Óli Johannesen er komin
aftur úr Danmark, og hann
var aftur at síggja á TB-lið-
num. Eisini vóru útisetarnir
Jón Tórur Holm og Tórur
Mortensen aftur at síggja í
hvíta og svarta TB-búnan-
um. VB hevði hinvegin
mist nakað av fólki til 1.
deildarhópin til hendan
dystin.
Eingin ivi
Tað var ongantíð nakar ivi
um, hvat betra liðið var á
Sevmýri leygarkvøldið. TB
setti seg á dystin frá fyrsta
bríksli, og tað var tann burt-
urvilsti sonurin Óli Jo-
hannesen, ið legði heima-
liðið framum fyri steðgin.
Hann royndi seg við lang-
skoti, sum streyk í netið. 1-
0 var eisini støðan við
steðgin.
Allan
Michelsen
var
maðurin, sum legði TB
framum 2-0 eftir steðgin.
Hann varð spældur leysur
og gav málverjanum ongan
møguleika at bjarga. Tað
var eisini ein stórur smeitur
fyri VB, at Magni Jacobsen
varð noyddur at fara av
vølli við skaða beint undan
tí næsta málinum.
Óli Johannesen var enn
einferð á blettinum løtu
seinni, tá hann stútaði eitt
hornaspark í netið til 3-0,
og tá var dysturin í roynd
og veru avgjørdur.
Sigmund
Mikkelsen
minkaði um munin til
endaliga úrslitið 3-1 við
einum vøkrum máli. Hann
snýtti tveir verjuleikarar hjá
TB, áðrenn hann sendi
framvið málverjanum.
TB er framvegis við í
stríðnum um uppflytingina,
og við landsliðshetjuni Óla
Johannesen á liðnum fáa
tvøroyrarmenn helst fleiri
stig í skjáttuna enn tey trett-
an, sum teir hava nú. Tað er
øllum greitt, at Óli Jo-
hannesen er í einum heilt
øðrum flokki enn vanligir
2. deildarleikarar, og tí
styrkir
hann
ómetaliga
nógv um liðið. Tó er ikki
greitt um Óli fer at spæla
við TB alt árið.
TB - VB 3-1 (1-0)
1-0: Óli Johannesen
2-0: Allan Michelsen
3-0: Óli Johannesen
3-1: Sigmund Mikkelsen
TB - VB 3-1 (1-0):
Óli Johannesen aftur á Sevmýri
VB - Skála 2-0 (0-0)
Vágbingar fingu fyrsta sigurin
Tað mundi fella ein
tung byrða av herð-
unum hjá VB-leikar-
unum sunnudagin, tá
tað endiliga eftir sjey
royndir eydnaðist
teimum at vinna ein
dyst í landskapping-
ini. VB brendi sam-
stundis sítt triðja
brotsspark í hesum
kappingarárinum
1. DEILD
Stefan í Skorini
VB fekk endiliga sín fyrsta
sigur, og Skála tapti fyri átt-
andu ferð á rað í landskapp-
ingini. 2. deildarfótbóltur
spøkir nú av álvara inni á
Skála.
Tað vóru tvey sera sperd
lið, sum runnu inn á vøllin
á Eiðinum í Vági sunnu-
dagin. Hesi liðini vóru tey
einastu, sum enn ikki
høvdu vunnið í 1. deild í ár.
VB var favorittur undan
dystinum og fekk eisini ein
gyltan møguleika at leggja
seg framum, tá bert tríggir
minuttir vórðu leiktir.
Eftir
eitt
hornaspark
bríkslaði
dómarin
fyri
brotssparki, sum Milan
Kulic varð settur at skjóta.
Málverjin Eugen Voda,
sum aftur hevði fingið
álitið millum stengurnar,
tveitti seg tó væl og bjarg-
aði í stórum stíli. Hetta var
triðja brotssparkið, sum VB
hevur brent í ár.
Og tað er kanska ógvu-
liga symptomatiskt fyri
VB, tí liðið hevur ikki havt
marginalarnar á sínari síðu.
Trý brend brotsspørk geva
tó eisini eina ábending um
vánaligar skjúttar.
Skert Skála-lið
Skála manglaði tríggjar
leikarar til dystin móti VB.
Teir vóru Bogi Gregersen
og Sveinur Justinussen,
sum vóru leikbannaðir, og
Arnhold Berg, sum var
leikbannaður. Tó var Mari-
us Joensen, sum hevur ver-
ið niðri í Danmark, aftur at
síggja á liðnum.
Tá hópurin frammanund-
an er í veikara lagi, er tað
torført at klára seg uttan so
nógvar leikarar.
Og Skála hevði eisini
stórt mannfall í fyrra hálv-
leiki. Fyrst fekk Bent Djur-
huus ein skaða og mátti av
vøllinum eftir fimtan min-
uttir. Inn fyri hann kom Rói
Jacobsen.
Síðani
bleiv
Agnar
Højgaard
eisini
skaddur og varð skiftur út
við Jógvan Martin Hansen.
Skála misti sostatt tveir
verjuleikarar í fyrra hálv-
leiki, og venjarin Johan
Nielsen mátti flyta spælarar
runt á vøllinum.
VB hevði yvirvág allan
dystin og skapti fleiri mál-
møguleikar enn Skála. Tí
var tað eisini uppiborið, at
heimaliðið fór við sigr-
inum.
Tó gekk long tíð, áðrenn
VB endiliga fekk hol á. Tað
var tann stóri syndarin frá
fyrra hálvleiki, Milan Ku-
lic, sum legði VB framum
tá umleið eitt korter var
eftir at spæla.
Tað var Palli Augustinus-
sen, sum legði innfyri úr
høgru síðu, og Milan Kulic
setti høvdið á bóltin, og so
var 1-0. Hetta mundi koma
sum ein stórur lætti fyri
VB-liðið, tí hesin dysturin
skuldi vinnast fyri teirra
viðkomandi.
Fleiri høvdu ta kenslu, at
hóast nógvar málmøguleik-
ar fór VB at hava torført við
at draga sigurin í land.
Leikararnir vóru eisini
blivnir fjálturstungnir, sum
dysturin leið.
Birgir slær sigurin
fastan
Fimm minuttir eftir fyrra
málið skorar Birgir Jørgen-
sen til endaliga úrslitið 2-0.
Jón Pauli Olsen vinnur
nærdyst við ein verjuleik-
ara, og bólturin dettur til
ein púra leysan Birgir, sum
sendir flatt framvið mál-
verjanum.
Tað eydnaðist sostatt VB
at fáa fyrsta sigurin í ár,
meðan Skála nú er útifryst í
botninum.
Tað
verður
ógvuliga torført hjá skála-
monnum at bjarga sær lut-
tøku í fyrstu deild komandi
kappingarár.
Mikukvøldið er FS Vágar
gestur á Skála. Um botn-
liðið ikki vinnur hendan
dystin, er ilt at síggja,
hvussu teir kunnu lívbjarga
sær.
VB fær EB/Streym á vitj-
an, og vágbingar ætla sær
nú at fáa samband við hini
liðini. Við einum sigri kann
VB fara framum FS Vágar
og fáa samband við EB/-
Streym.
VB - Skála 2-0 (0-0)
1-0: Milan Kulic
2-0: Birgir Jørgensen
VB:
Bjarni Johansen -
Dejan Nicolic, Slobodan
Madzar, Michael í Lágabø -
Milan Kulic, Dan Djur-
huus, Palli Augustinussen,
Mortan úr Hørg - Jón Pauli
Olsen, Birgir Jørgensen
(Janus Kjærbo), Predrag
Ziskovic
Skála: Eugen Voda - Agnar
Højgaard (Jógvan Martin
Hansen), Dusan Jaic, Bent
Djurhuus (Rói Jacobsen),
Iulian Florescu - Marius
Joensen, Alexandar Jove-
vic, Hanus Thorleifsson,
Pauli Hansen, Alexandur
Johansen
-
Jónhard
Frederiksberg
VB vann sín fyrsta sigur í ár,
tá skálamenn vórðu sendir
heimaftur við ongum. VB
megnaði tó at brenna sítt
triðja brotsspark í lands-
kappingini í ár
MYND: Áki Bertholdsen
GÍ kom ikki víðari
INTER-TOTO
Stefan í Skorini
GÍ tapti samanlagt 5-1 í Inter-Toto Cup dystinum móti
FC Dacia Chisinau úr Moldava. Seinni dysturin var
leiktur á Tórsvølli leygarkvøldið, og FC Dacia vann 1-
0, eftir at tað stóð á jøvnum 0-0 við steðgin.
Fyrri dysturin endaði við 4-1 sigri til FC Dacia. GÍ
royndi at leggja trýst á gestirnar, men tað eydnaðist
ongantíð veruliga at bróta ígjøgnum. Tað hevur verið
sera strævið hjá GÍ-leikarunum seinastu vikurnar.
Hetta var fjórði dysturin innanfyri tvær vikur.
C
M
Y
K
32