Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juni 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Alvarsmál og valstríð NÚ nærum øll okkara politiska skipan er løgd lamin orsakað av einum tí kanska harðasta valstríði í longri tíð er vandi fyri, at nógv sera átrokandi ál- varsmál ikki fáa ta neyðugu viðgerðina - at tey rætt og slætt fara í gloymibókina. Tað er sum landið er í coma. Møguliga er rætt at fáa valið frá hondini sum skjótast, soleiðis at tað aftur ber til at manna mest týðandi ábyrgdarsessirnar í landinum og fáa parlamentarisku skipan okkara at virka eftir ætlan. Hóast vit meta tað vera sera óheppið at halda val á sumri, so er ein demokratisk avgerð tikin um hetta. Tá hugsað verður um stevið í samgonguni í seinastuni við einum amputeraðum sjálvstýrisflokki, so var tað kanska ikki ringasta loysnin kortini at fáa eitt stutt valstríð. Tá er bara at vóna, at veljaramir hava havt tað neyðuga høvid at kunna seg við stevnuna hjá teimum ymsu flokkunum og so gera av, hvørja hann kann taka undir við ella um hann kann taka undir við nakrari. MEN tað standa nógv stór mál og bíða eftir eini avgerð, og tí ræður eisini um at fáa mannað Tinganes aftur sum skjótast. Umframt tey tungu málini her heima, so sum arbeiðsloysisskipanina, kommunuskuldina, skattatrýsið, FRÆLSI-— JAVNAÐUR — BRØDRALAG Fyritaksstjóri. Krislan Dalí rr Kalmar Lindenskov i sethúsaskuldina, sum mugu fáa eina loysn skjótt, so standa nakrar sera týðandi samráðingar við danir fyri. Júst samband okkara við Danmark og øvugt er eitt mál, sum bæði orka og tíð eigur at verða sett av til. Her ikki minst fyrireikingin til komandi samrådingar í Keypmannahavn. Áhugavert kundi verið at frætt, hvat landsstýrið - hóast tað ikki hevur meiriluta aftanfyri seg - hevur hugsað sær at tosað við danir um og hverjar fyrireikingar verða gjørdar bæði á politiskum stígi og á embætismannastigi til hesar samráðing- ar. Eisini er ynskiligt at vita, hvat hinir flokkarnir vilja og ætla við komandi samráðingum. Løgmaður og lands- stýrismenn hava víst á fleiri av teimum mest umráðandi spurningunum at taka upp við stjórnina í august. Mest týðandi spurningurin er hvat upplegg til loysn vit sjálvi koma við. Hetta er tað bæði danskir politikarar og fakfólk hava víst á fleiri ferðir: at føroyingar nú sjálvir mugu koma við uppleggi til eina langtíðarloysn. Tað kann ikki vera rætt, at eitt valstríð skal forpurra hetta, tí fyri hvønn dag , sum gongur, eru samráðingarnar ein dag nærri. HETTA er eftir okkara tykki ein so týdningarmikil spurningur, at bæði politikarar, embætisfólk, fjølmiðlar og onnur í Føroyum eiga at vísa hesum máli alstóran ans, og ikki lata val- psykosuna fáa yvirhond. Valstríðið, sum vit vita hjá flestu flokkum ikki fer at snúgva seg um komandi samráðingar við danir, men heldur um at geva ødrum skyldina fyri líkt og Ólíkt, má ikki sleppa at mjørkaleggja umrøddu samráðingar við danir. Tað skal tí vera okkara vón, at umrøddi spurningur verður vidgjørdur í fjølmiðlunum, hóast heimliga valstríðið fer við nógvari tíð og orku. Sosialurin ætlar sær at gera alt fyri at halda lív í orðakiftinum og vera við til at upplýsa um komandi sam- ráðingarnar við danir, tí vit meta hesar fara at hava alstóran týdning fyri fram- tíð okkara. Í hesum sambandi prenta vit í dag grein, sum danski búskap- arfrødingurin Lise Lyck hevur skrivað til danskt blað. Hetta er drúgv grein og vit kenna nógv av innihaldinum aftur, men her hevur hon so roynt at lýsa kreppuna frá byrjan og sett hana krono- logiskt upp. At enda kemur hon við einum boð upp á, hvussu føroyingar og danir í felag kunnu venda gongdini. Hetta tilfar kann vera við til at geva fólki eina greiðari fatan av, hvat er hent og hví. Eisini prenta vit oddagrein úr danska blaðnum Nord Rewy, sum hevur eina heilt greiða meining um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. -Dagny | Ugevar: PM Soslakurtn | | Bústaður: Arglavegi 26 | Postac Pastsmoga 78 TfmSnid - Uppseting PA Saslalurin Argjum 110 Tórshærn Prent: PA Pressan 1981 | Teisíon 11820 Telefar: 14728 VALSTRÍÐIÐ er so smátt byrjað. Lat- ið okkum for Guds skyld ikki brúka hetta valstríð - hetta intensa almenna orðaskiftið - til bara at tosa um fortíðina og til at finna syndabukkar. Latið okk- um vera konstruktiv - uppbyggjandi - og latið okkum umrøda tey málini, sum hava størstan tydning fyri fjøldina av fólkinum heldur enn tey mál, sum bara snúgva seg um áhugamálini hjá teimum fáu og hjá einstaklinginum. Hetta átti ikki minst tann "hordan” av fyrrverandi tjóðveldis- og fólkafloksmonnum og núverandi sambandsmonnum, sum lut- tekur í kapprenningini í málgagni sambandsfloksins í hesum døgum, at gjørt sær greitt. Heldur enn at brúka tíð og orku og teigapláss til at viðgera hini, áttu tit at lagt fram tykkara áskoðan um, hvussu málini verða loyst, eitt nú hvat komandi samráðingar við danir eiga at innihalda. Tit bjóða tykkum fram sum alternativ. Tí áliggur tykkum stórri ábyrgd enn nakar annar. SOSIALURIN Frá Landsdjóralæknanum og Húsdýranevndini: Ridluskriði I Torshavn, á Argjum og á Hvítanesi Ridluskriði hjá seyði varð á Hetta var á traðum við Vill- fyrsta sinni staðfestur í Før- ingardalsvegin í Tórshavn. oyum í juni mánað 1984. Síðani tá hava tær traðir í sing Dea pH; -/9/00 VØRUKOYRING Eg átaki mær alla vørukoyring/ flyting — eisini å kvøldi og i vikuskiftunum TILBOÐ EINAR | verða givin JUSTINUSSEN “ Tlf. 15834 - 87899 Havn, ið hava havt seyð frá nevndu sjúkuraktu traðum við Villingardalsvegin ver- ið stongdar, orsakað av at ridluskriði hevur verið stað- festur í seyði á traðunum ella av, at grundaður ill- gruni hevur verið um sjúk- una ridluskriða. Á teimum traðum, har sjúkan varð staðfest, varð allur seyður tíkin av og ong- in seyður varð loyvdur sleptur á aftur traðirnar, meðan á teimum traðum, har grundaður illgruni var um ridluskriða, varð seyð- urin tíkin av, men loyvt var at sleppa seyði á aftur trað- irnar, við tí treyt, at seyður- in bert kundi takast av aftur traðunum til dráps, og íkki latast øðrum, livandi. Gongdin við sjúkuni í Havn síðani 1984 var síðan hon, at ongin fráboðan um illgrunasaman tilburð hev- ur verið til Landsdjóralækn- an fyrr enn í januar mánað 1993 Nú varð sjúkan staðfest aftur hjá eini ær í fjósi við Hoyvíksvegin, sum onki á- vísiligt samband hevði við áðurneyndu stongdu øki/ tradir í Havn. Henda ær, og teir seydir, hon hevði gingið í húsi saman við, vórðu øll tíkin av, og tær traðir á Hvítanesi, í Havn og á Argj- um, ið seyður úr hesum fjósi hevði gingið á, ella havt samband við, vórðu stongd, vegna grundaðan illgruna um ridluskriða. Í mars mánað í 1994 er so aftur ein tilburdur hjá eini ær á wød í Havnardali. Heldur ikki hesin tilburdur hevði nakað åvisiligt sam- band við áður stongdar trað- ir ella stongd øki í Havnini. Hetta merkir, at í tveimum fórum er ridluskriði stað- festur í Havn, uttan fyri tey upprunaliga stongdu økini/ traðirnar, har sjúkan varð staðfest, ella ellgruni var um sjúkuna. Av ti at ígerðartíðin (ið er tíðin frá tí, at seyðurin verð- Framhald á síðu 6 Vit hava fingið NÝGGJA SPROYTUKABINU Um tit lakera bilin hjá okkum, kunnu tit lána bil frá okkum ímeðan. | LEIVUR LINDENSKOV Bilverkstadur 900 Vågur 1. FLOKS LUKKADIR Tlf. 74100 AKKUMULATORAR 12 volt 25 amp. EINANS RING 42001 (Mán.-Fríggj. 10-18)