Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-08, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juni 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

; Føroyingar biðið um sam- rådingar I mong år —Nordmenn hava ikki viljað samráðst um sildina, so- leingi hon bert hevur gingið innan teirra egna fiski- mark, sigur Kjartan Hoy- dal, fiskivinnustjóri Íslendskir nótabátar eru nú farnir út at leita eftir norðhavssild. Tróndur í Gøtu fer um stutta tíð Nordhavssildin aftur í islendskum sjógui: Óttast piratveiðu Norðmenn vilja hava samráðingar i lag so leiðis at sildin ikki kann veiðast av øllum, tá hon ferðast uttanfyri 200 fjórðingar Norðhavssildin er aftur komin í íslendskan sjógv. Hetta er fyrstu ferð síðan stovnurin var niðurfiskaður í sekstiárunum, at sildin er komin í íslendskan sjógv. Atlantoskandiska sildin hevur bert hildið til i norskum sjógvi seinastu árini. Tá stovnurin er komin yvir eina ávísa stødd fer sildin at ferðast og tað er tað sum er hent nú. Norðmenn, sum altíð eru ræddir fyri at onnur skulu stjala frá teimum, tykjast nú at vakna, nú sildin eru farin at ferðast útum teirra fiskimark. Í løtuni bera teir ótta fyri íslendsku nóta- bátunum. Ongin lóg er í Íslandi sum heimilar at seta kvotur at norðhavssildina. Tað vil siga, at hon í løtuni kann veiðast uttan av- markingar. Men norðmenn óttast uppaftur meira al- tjóða flotan, sum kann veiða sildina, tá hon ferðast uttanfyri 200 fjórðinga fiskimarkið hjá Noreg, Íslandi og Føroyum. Íslendska fiskirannsókn- arskipið "Bjarni Sæmunds- son" hevur funnið norð- havssild eystanfyri Ísland. Talan er ikki um stórar nøgdir, men hesar kunnu verða tekin um, at stórri nøgdir verða seinni í sum- mar. — Tekur sildin uppaftur sina gomlu leid, vil hon verda nordanfyri Island alt summarið til seinast í au- gust. Hon heldur til í teim- um ovaru flógvu løgunum í Eystur- grønlands streym inum og har er lætt at veiða hana, sigur Jacob Jacobson, íslendskur fiskifrødingum við norska blaðið Fiskaren. Hann sigur, at íslendskir fiskifrødingar ikki rokna við at fáa at vita í summar, hvussu stórar nøgdir at sild fara at ferðast í íslendskum sjógvi, men at teir fara at fylgja henni neyvt. Ongin avmarking Sum sagt, so er ongin íslendsk lógarheimild fyri at seta kvotur á norðhavs- sildina. Tríggir íslendskir nótabátar eru longu farnir út at leita eftir sild. — Fyri íslendskar nótabát- ar vil sildin vera kærkomin. Teir liggja í løtuni og fara ikki útaftur fyrr enn fyrst í næsta mánaði álodnuveiðu, sigur Jón B. jónasson, næst- ovasti á islendsku fiski- vinnuumstingini. Krevja samráðingar Aðalskrivarin í Fiskebát- redernes Forbund, Audun Maråk, sigur, at teir hava bidid norsku fiskivinnu- umsitingina um at taka upp samráðingar við Ísland um kvotur. mm $ — Tey lond, sum søguliga hava rætt til hendan stovn, (Føroyar, Island, Noreg og Russland, blåm.) mugu hittast og semjast um eitt upplegg til at regulerad hendan stovn. Uppleggid má verða altjóða bindandi, sigur Marák. Hann heldur at hesin spurningur eigur at takast upp í ST og at NEAFC, felagsskapur av londunum í landnyrðings- partinum av atlantshavi eigur at føra samráðingar- nar. Hann vísir á, at ein før- oyskur nótabátur ætlar at ussisk virkan avsild. Mynd Kalmar 5 > fara í altjóða sjógv at leita eftir norðhavssild. Hann óttast fyri, at altjóða flotin fer at gera tað sama. — Vit hava ferð eftir ferð biðið fiskimålarådid tíki stig til samráðingar um reguleringar og kvotur, áðrenn sildin fór út at ferðast. Nú hevur málið skund, sigur Marák. jústinus Føroyingar reistu spur- ningin um samráðingar um norðhavssildina longu í 1980. Men norðmenn vóru íkki sinnaðir at tosa um norð- havssildina so leingi sum hon bert gekk innanfyri teirra egna fiskimark. Hetta sigur fiskivinnustjórin í Tinganesi, Kjartan Hoydal. - Føroyingar eru sinn- aðir at samráðast um sildina. Vit mugu koma á samt við tey londini sum hava søgulig rætt- indi til norðhavssildina og hendan semja má verða vird á altjóða stødi. Spurningurin må eisini reisast f NEAFC, felagsskapurin av londum f landnyrdinga- partinum av atlantshavi, sigur Kjartan Hoydal. Rokna tit vid at lond uttanfyri NEAFC fara at virða tær avgerðir sum limalondini taka? — Tað verður í løtuni gjørt nakað við rætt- indini at fiska í altjóða sjógvi. Ein rådstevna undir ST verður í New York í august Har um- boðar danska uttan- ríkisráðið føroyingar. Á hesum fundinum verður ábyrgdin hjá teimum londum, sum skip verða útflaggaði til, vidgjørd og onkur samtykt verður eisini, sigur Kjartan Hoydal. Hvat hendir um londini ikki virða eina ST samtykt? -Taðer ilt at metaum. Men eitt nú Kanada tekur sær rætt til at reka skip undir hentleika flaggi burtur av fiski- leiðum uttanfyri 200. fjórðinga fiskimarkið, sigur Kjartan Hoydal. Kjartan Hoydal vísir á, at Thomas Arabo, landsstýrismaður í fiski- málum hevur havt spurningin um norð- havssildina á lofti undir samráðingum bæði við tann norska og tann russiska fískimálaráð- harran. jústinus Tróndur í Gøtu fer at leita eftir norðhavssild So skjótt sum hann er farin av beding fer hann at leita Tróndur i Gøtu stendur í løtuni í turrdokkini á Skála. Hann verður fyrsta skipið sum fer norðureftir at leita eftir norðhavssild. Hann loysir so skjótt hann er liðugur á Skála. Hini føroyski nóta- skipini bíða eisini spent eftir, hvussu fer at gangast teimum trimum íslendsku nótaskipun- um, sum eru farin at leita eftir sild. Eitt íslendsk havrannsóknarskip fann nógva sild norður úr Langanesi í seinastu viku. Føroysku nótaskipini fara annars út á Munka- grunnin at leita eftir sild. Hesin stovnur er ikki tann sami sum tann norðhavssildin er av. Sildaveiðan undir Før- oyum miseydnaðist fullkomiliga í fjør. jústinus