mikudagur 8. juni 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Kurt Mørkøre spælir nú fótbólt í Noregi
SKJEYT TVEY MAL
Í FYRSTA DYSTINUM ;
Kurt Mørkøre, ið seinnu år-
ini hevur verid vid å lands-
liðnum, flutti herfyri yvir til
Noregs.
Undan fráferðini spældi
hann við nakrar dystir fyri
KI, men síðani hevur ikki
verið so nógv at frætt frá
honum, tá talan er um fót-
bólt.
Men tað er tað nú...
Kurt hevur nú funnið sær
eitt felag, og sunnudagin 29.
mai spældi hann sín fyrsta
veruliga dyst í nýggja felag-
num, ið eitur Godøy. Felag-
ið hevur lið í norsku 3. ella 4.
deild, og er Kurt við í bestu
manningini hjá felagnum.
Stødid svarar til betra end-
an á 2. deild i Føroyum.
Hendan fyrsta dystin hjá
klaksvíkinginum gekk væl,
og hann skjeyt tvey av mál-
unum í 3-1 sigrinum á ein-
um liði, ið eitur Guard.
Hann skoraði til 2-0 móti
endanum á fyrra hálvleiki,
tá hann rann seg leysan og
lobbaði upp um málverjan,
og eftir steðgin fór hann
fram við málverjanum eina
ferðaftrat og skoraði til 3-0.
Sunnmørsposten skrivar,
at Kurt Mørkøre var sera
vandamikil, hverja ferð
hann var í nánd av mót-
stødumålinum.
hj.
D
|
Í
i
Nýggjasta tiltakið hjá Útbúgvingardeildini hjá Fótbóltssam-
bandinum er dømt til at gerast ein »succes«, tí hóast roknað varð
við 140-150 bórnum til fótbóltsskúlan í næsta mánaði, høvdu ikki
færri enn 250 teknað seg, tá freistin var úti mánadagin
Føroya Fótbóltsskúli verður
meira enn fullmannaður, tá hann
byrjar hósdagin 7. juli og heldur
fram til leygardagin 7. juli.
Tá tilmeldingarfreistin var úti
mánadagin, høvdu ikki færri enn
250 børn í aldrinum 10-16 ár
teknað seg.
— Tað, sum vit halda vera ser-
liga stuttligt við hesum, er at
børnini, ið hava teknað seg, eru
úr ellum land: Eisini útjað-
skini eru væl umboðað, sigur
ákup Simonsen, formaður fyri
Utbúgvingardeildini hjá Fót-
bóltssambandinum.
— Meira enn helvtin av børn-
unum eru uttan fyri Havnina, og
bæði Suðuroyggin og Sand-
oyggin eru væl umboðaðar. Tað
tykist, sum er hetta tiltakið eitt
kærkomið tilboð til henda breiða
aldursbólkin í summarfrítíðini,
so tað er longu mestsum givið, at
hetta fer at verða eitt afturvend-
andi tiltak.
Av tí at undirtøkan er so stór
setir hetta sámstundis stórri krøv
til leiðsluna av skúlanum. og líkt
er ul, at neydugt verður at fáa fat-
ur á enn fleiri venjarum og leið-
arum at vera við, enn uppruna-
liga varð roknað við.
— Vit hava bert ein lítlan trup-
ulleika at dragast við, og hann er
løgtingsvalid, sígur Jákup Si-
monsen.
— Tað verður nevniliga síðsta
dagin á skúlanum, og tíkunnu vit
ikki nýta itréttarhøllina á Hálsi
tann dagin, sum vit annars høvdu
roknað við. Men í løtuni verður
arbeitt við at finna aðra loysn, og
eitt nú hava vit hugsað um at
brúka grasvøllin við Læraraskúi-
an.
Føroya Fótbóltsskúli leggur
fyrst og fremst dent á, at venjing-
250 BORN TEKNAÐ SEG
TIL FÓTBÓLTSSKÚLAN
in hesar dagarnar í juli mánaði
skulu verða lagdir til rættis sum
spæl.
Endamálið er, at børnini skulu
gerast betri fótbóltsspælarar,
læra meira um fótbólt, hava tað
stuttligt, vera saman við vinun-
um og knýta nýggj vinabond og
so eisini vera við í einum heilsu-
fremjandi tiltaki, ið skuldi økt
um áhugan fyri fótbólti.
Høvudsvenjarar á fótbólts-
skúlanum vera Annfinn Daniel-
sen og Johan Nielsen, ið báðir
hava drúgvar royndir við fót-
bóltsvenjing. Aftur at sær fáa teir
so aðrar royndar venjarar, ið
Fótbóltsskúli
verið fyrr
Tá lróttar-Sosialurin herfyri
skrivaði um fótbóltsskúlan, varð
sagt, at hetta var fysti av sínum
slagi í Føroyum.
Tað er eisini sum so rætt, men
kortini hevur ein roynd verið
gjørd fyri nøkrum árum síðani á
Svangaskarði, har Jógvan Jensen
og Sverri Jacobsen vóru leiðarar
á fótbóltsskúla fyri dreingir í 14
til 16 ára aldrinum.
Tá var avmarkað atgongd, og
aldursbólkurin var eisini rætti-
liga yvirskoðiligur, so allir fingu
búð á ítróttargkinum á Svanga-
skarði, meðan skúlin var.
Føroya Fótbóltsskúli er kortini
eitt munandi breiðari tilboð til
børnini, og við hesi
undinøkuni sær út ul, at hann
longu frammanundan er dømdur
til at gerast ein >succes<.
yvirstóru
hj.