Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juni 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 3 Málgagn hjá Sosialistiskum Ungmannafelag í Feroyum Mikudagur 8. mai 1994 Lønir lítið við kappingarføri at gera Borgarligu flokkarnir hava nú í fleiri ár júkað um, at bjargingin fyri samfelag okkara, er at lækka kostnadarstødid. Fólkaflokkurin - arbeiðsgevara- flokkurin, legði sum vera man fyri. Ikki vardi leingi, so tóku hinir undir, fyrst Sambandið, síðan Sjálvstýrið gamla og hinir smáu. Javnaðarflokkurin hevur greitt afturvíst hesum - og hevur eisini samtykt hetta á landsfundi fyrr í ár. Nú hava so umboð fyri vinnuna, saman við Menningarstovuni, skrivað álit, sum m. a. nevnir kostnadarstødi - at tað má lækka. Tað tykist løgid, at politisku framsggufólkini hjá >Verkamanna- flokkinum<, Ingeborg Vinther og Óli Jacobsen, hava verið við í hesum arbeiði. Stjórar og borgarlig- ir politikarar jubla, og tulka hetta so, at nú eru verk- amannafeløgini við upp á lønarlækking!? Tá Javnaðarflokkurin nú stendur til skrædi, kunnu vit vænta lønarlækkingina eftir valið. Men teir fáa aðra bók at lesa í, um teir halda lønarlækking beta um kappingarførid! Lenirnar hava ongan tydning, tå vit tosa um kostnadarstødi. Tað snýr seg um, hvussu stórt lut- fallið er millum samlaðu útreiðslurnar av fram- leiðsluni, og hvat vøran kann seljast fyri. Primitiv- ari framleiðslan er, stórri tydning hava lønirnar. Framkomin framleiðsla verður ávirkað av, at vit fáa sum mest burtur úr ráðvgruni, og at vit fáa eina væl skipaða framleiðslu og marginalar søluprisir. Okkara bjarging verður at finna framleiðslu, sum vit eru betur før fyri at framleiða, enn onnur. - Og vit hava fyrimunir + vit eru nær rådvøruni * landið er lítið, hevur vælútbygt samferðslukervi * vit hava vælkvalifiseraða arbeiðsmegi Men vit mugu leggja stóran dent á at skipa so góðar farleiðir til marknaðin, at flutningsprísurin ikki åvirkar søluprisin alt ov nógv. Grunda vit framleiðsluna á lønarlækkingar, so steðgar tøkniliga menningin skjótt. Tá hevur tað ongan tydning at bøta um framleiðsluna og vit søkka longur og longur afturúr, tí kappingin við tey framkomnu londini - tey, ið ikki lækka lønir - verður so 6jøvn. Tey vælútbúnu flyta sjálvandi til aðrar partar av rikinum, har lønirnar eru hægri. Tá vit eru komin har til, koma fólkafloksstjórarnir aftur við >geniala hugskotinum< - aftur at lækka lønir 40%. Geva vit eftir - verður tað sum at rætta hinum grábeinta lítlafingur... Eirikur Lindenskov Valið stendur millum Hetta valið verður eitt lagnuval fyri Føroya fólk. Valið stendur millum Javnaðarflokkin og borg- arliga veingin. Borgarligi vongurin stendur til eina stóra framgongd, og kunnu vit tí vænta, at vit fáa borgarligt landsstýri, við sambandsleiðslu. - Javell, siga kanska fleiri. - Skilið hevur verið so ringt undir javnaðarleiðslu, at tað valla kann gerast verri. Til hetta er tó at siga, at sein- astu fýra árini hava verið tey truplastu í føroyskum politikki. Hetta landsstýrið hevur verið út- nevnt sum eitt uppruddingar landssttyri frá marglætistíðini i 80'unum. Hetta landsstýrið hevur skula ruddað upp eftir tí tíðini, tá bank- arnir ótálmaðir kundu oysa pengar út í samfelagið, uttan at politiskur vilji var til at seta tiltøk í verk frå almennari síðu, sum kundu tálma hesi gongd. Hetta landsstýrið hevur skula ruddað upp eftir oyðsl og spekula- sjónir, stýrt frá ymsu advokatstov- unum í Havn, har einstaklingar hava kunnað ríkað seg upp upp á bekostning av skattgjaldaranum. Somu advokatskrivstovur og grannskoðaraskrivstovur hava og borgarliga veingin ráðgivið - bæði tí almenna og tí privata. Tær tjena í dag feitt upp á, at alt tað, ið tær hava ráðgivið fyri nú fer á heysin. Summir ád- vokatar royna eisini at troðka seg fram at politiska leikpallinum, og leggja politikararnar frá 80'unum einsamallar undir at hava ábyrgd fyri øllum svansinum. Landsstýrið hevur eisini skula ruddað eftir tíðini, tá einstakir 17. tingmenn kundu vinda heila sam- gongu um lítlafingur fyri at fáa eitthvørt lokalmál trumfað igjøgn- um. Kortini kunnu vit staðfesta, at júst henda samgonga reyk upp á solospæl hjá einstakum tingmann- i. Innanfloksstríðið í Sjálvstýris- flokkinum førdi til, at tingformað- urin fullkomiliga flippaði út. Men tað hevur verið trupult at ført konstruktivan politikk hesi ár- ini, og vit i flokkinum eru sjålv- sagt eisini 6jøvn á máli um ymsu avgerðirnar. Men vit vilja herja á aftur, og mugu viðganga, at flokk- ur okkara hevur hildið aftur - hann hevur syrgt fyri, at alt vælferðar- samfelagið ikki er farið fyri bakka hetta valskeiðið. * Vit hava forðað eini generell- ari lønarlækkan. * Vit hava forðað fyri, at Sam- haldsfasti var avrættaður 4 Pr. me. 3 Vit kunnu betri åvirka politikkin gjøgnum Javnaðarflokkin, siga SU'ararnir, ið stilla upp til valið. * Vit hava fingið eina arbeiðs- loysisskiðan, hóast hon skal broytast Hóast ymiskt >beklagiligt< er gjøgnumført, so hevur flokkurin hildið aftur - og tað hevur verið neyðugt - hóast flokkurin hevur bakkað. Skuldi flokkurin givið eft- ir trýstinum, so var vælferðarsam- felagið púrasta fokið. SU stuðlar flokkinum til valið, og fleiri eldhugaðir SU'arar stilla upp. Hetta verður gjørt, ti SU'arar eru av teirri sannføring, at vit best ávirka politikkin, við beinleiðis at taka lut, heldur enn at stovna aðrar fylkingar. - Størstu vandamálini eru ar- beiðsloysið, fólkaflytingin og og búskaparligu trupulleikarnir. SU'- ararnir halda, at tað er alneyðugt, at tey ungu eru við har avgerðirnar skulu takast. - Okkara ættarlið er offrið í krepputíðunum - málið hjá okkum er at skapa eitt rættvísari samfelag, har samfelagsviðrini verða býtt javnari millum fólkið, siga SU'ararnir í eini viðmerking til Bergmál. A