mikudagur 8. juni 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12 Nr. Síða 15 106 - 8. juni 1994
Lesarin hevur orðið
Ellefsen 8
Joensen stýra
Fiskavirking
Teir borgarligu flokkarnir gera nógv burt-
ur úr at vísa á, hvussu ringa ávirkan Før-
oya Fiskavirking hevur á samfelagið. Tað
er helst eisini so, men vit eiga at hava í
huga, hvor tað er, ið stýrir Fiskavirking.
Gamaní fær Javnaðarflokkurin skuldi-
na fyri Fiskavirking, men tað er als ikki
Javnaðarflokkurin, ið stýrir hesum felag!
Fólkaflokkurin hevur langt síðani lúrt
Javnaðarflokkin av, og hann hoppaði frá,
beint áðrenn fiskavirking var sett á stovn,
men teir vistu væl, at annað var ikki at
gera tá - men teir klára kanska at um-
skylda seg, og billa veljarunum inn, at
teir ongan lut eiga í hesum.
Sambandsflokkurin hevur kropið sær
undan allari politiskari ábyrgd hetta val-
skeiðið - teir fingu skrekk, og tordu ikki
at vera við til uppruddingina av marglæti-
num sum allir flokkar vóru við til í 80'u-
num.
- Men Sambandsflokkurin stýrir Før-
oya Fiskavirking. Leiðarar Sambands-
floksins, Ellefsen & Joensen hava Fiska-
virking í sínu hulu hond. Formaðurin í
nevndini situr í Danmark, og kann sostætt
ikki fylga við dagliga virksemi felagsins,
so tí hevur næstformaðurin, Edmund Jo-
ensen ein týðandi leiklut. Pauli Ellefsen
er grannskoðari og skal tískil standa fyri
figgjarligu ráðgevingini.
Í neyndini situr eisini fólkafloksmað-
urin Poul Michelsen, sum heldur ikki
hevur nakran áhuga í at bóta um umdømi
hjá landsstýrinum við at seta meiri virk-
semi í gongd, eitt nú í Sandoynni.
Hetta eiga øll at gera sær greitt - og
serliga tit í Javnaðarflokkinum! - Vísið
greitt á, at Sambandsflokkurin stýrir fiski-
vinnupolitikkinum hjá Fiskavirking!!!
observa
Hví
stuðlar
SU
Javnaðar-
flokkinum
Tit í SU hava í seinastuni brúkt slagorðið
»UNG AVIRKAN«. Við hesum gangi eg
út frá, at tit ætla at ungdómurin skal fáa
stórri ávirkan á politikkin í hesum landi.
Hesum eru vit ødiligani nógv, sum er
samd við tykkum í. Men er hatta ikki
bara eitt nummar aftrat frá Javnaðar-
flokkinum at lumpa veljararnar?
Tit í SU hava sku onga ávirkan á
flokkin - kunnu tit kanska vísa á nakað? -
Hava tit nakað sum helst at siga í hasum
flokkinum?
Eg fari ti at seta tykkum nakrar
spurningar, sum eg gjarna vildi havt
tykkum at svara upp á í Bergmál:
Tit hava ofta víst á, at tit vilja verja
fakfeløgini og løntakararnar sum heild.
Hetta síggja vit við at lesa seinastu
nummørini av Bergmáli, og tað, sum
Eirikur Lindenskov hevur skrivað um at
javna lønir og um arbeiðsbýti. Men tað er
eingin flokkur, sum er farin so illa við júst
nevndu bólkum, sum akkurát Javnaðar-
flokkurin
- Hví taka tit ikki hendur saman við
fakfelagsflokkinum, og gera upp við
Javnaðarflokkin?
- Tit hava jú so ofta reypað av, at út
eru eitt sjålvstødugt felag, sum er limur í
Javnaðarflokkinum.
- Hví gera tit íkki sum sambandsmað-
urin Kristin Vestergaard, og nokta at stilla
upp saman vid hasum gomlu politikaru-
num sum hava staðið á odda fyri svansi-
num í 80'unum?
- Taka tit undir við 80'arapolitikki-
num?
- Vænta tit ikki at sama skilið endur-
tekur seg, um vit einaferð fáa pengar úr
eini oljuvinnu? - Eru tit ikki bangin fyri,
at somu politikarar tá aftur fara at gjara út
- ella hvussu ætla tit at forða hesum -
saman við gomlu politikarunum???
Vit krevja at fáa nýggj fólk, men vit
vilja ikki verða lumpað, og velja tykkum,
um vit bara fáa teir gomlu politikararnar
afturvaldar!!!
ivasamur javnaðarveljari
Svar:
Tú spyrt, um SU'arar stilla upp fyri at
lumpa veljarar at velja >gomlu javnaðar-
menninar< innaftur. - Nei, hetta er ikki
rætt. Vit stilla upp, tí vit halda tað vera
neyðugt, at ung fólk taka aktivan lut í pol-
itikki - at ungdómurin verður hoyrdur og
valdur inn á ting!
Tú spyrt, um SU hevur ávirkan á
Tíðindablaðið
Javnaðarflokkin. SU er eitt av limafeløg-
unum í Javnaðarflokkinum, við tveimum
umboðum í floksleiðsluni, sum telur um!
30 fólk. Ávirkan okkara kann altíð disku-
terast, men vit gera tað vit kunna fyri at
føra okkara sjónarmið fram, og royna a
eggja ungdómi at taka lut í politikki
Tú spyrt, hví vit ikki fara úr flokki
num, og stilla upp saman við fakfeløgu
num. - Nei, sum eg havi víst á fyrr, so ger
nýggi fakfelagsflokkurin óbótaligan
skaða fyri vinstraveingin í føroyskum
politikki. Vit vilja heldur broyta Javnað
arflokkin, enn at spjaða kreftirnar.
Tú spyrt eisini, hví vit lata okkum
stilla upp saman við gomlu politikaru-
num. Sjálvur haldi eg tað vera skeivt av
einum felag, at nokta einum politikara at
stilla upp. Skal hann av listanum, so skal
uppstillingarfundurin gera hetta av, og
ikki nakrir tilvildarligir nevndarlimir
Annars er mannagongdin ikki demokra-
tisk. Er tað listan í Suðurstreymi, tú hugs-
ar um, so vóru valevnini tey, ið uppstill-
ingarfundurin góðtók, og tí kunnu vit ikki
mótmæla. Skulu SU'arar verða við, so
mugu teir verða við. Skulu teir veljast á
ting, so má borgarin velja teir. Skulu >teir
gomlu< vrakast, so kann veljarin vraka
teir.
Vit taka ikki undir við oyðslinum
sum fór fram í 80'unum, um tað er tað, tú
meinar. Nógv av tí, ið gjørt var, er gott.
Men vantandi stýring, vantandi ábyrgd
og vantandi vilji hevur ført til støðuna í
dag. Hesum taka vit sjálvandi ikki undir
við.
Um vit vinna pening úr oljuni, vænti
eg ikki at søgan endurtekur seg. Til tað
tíð hava vit onnur fólk at standa fyri sam-
felagnum, og hondina á hjartað - eg
vænti at:tey hava lært av 80'unum...
viSU
Eirikur Lindenskov
So leingi hava teir Sitið
vid valdið í 80'Unum
Myndin um føroyska poli-
tikkin í 80'unum verður dag
felag kann siga seg uttan á-
byrgd av 80'araørskapinum.
Åramål
og dagliga nytt sum rædu-
mynd, hvat oyðslusemi við-
víkur. Hetta er kanska ikki so
logið, tí tað er júst vantandi
stýring í 80'unum, sum yngra
ættarliðið nú má bløda fyri.
Hóast Javnaðarflokkurin
fleiri ferðir royndi at steðga
rentuspekulatiónini, so var
massiv mótstgða móti hesum.
Talað varð eisini at nógvu av
villu fløgunum. SEV-ørskap-
urin å Eidi trumfadi Sam-
bandið ígjøgnum, og harðliga
varð talað at, tí Javnaðar-
flokkurin steðgaði øru ætlan-
um Fólkafloksins á Sundi,
fantasi-flogvøllinum á Glyv-
ursnesi, O. s. fr.
Eingin flokkur ella fak-
Tað var eitt massivt trýst á
myndugleikarnar at gera fløg-
ur - og allir flokkar vóru við! 8
Men summir meira, og
summir minni. Taka vit val-
skeiðini frá 1980 - 1990, og
landsstýrini frá 5. januar 1981
- 17. januar 1991, síggja vit í
hjástandandi talvu, hvussu
leingi flokkarnir sótu í lands-
Fýra tey fyrstu árini umsat
Gamla Sjálvstýrið fíggjarmál
(4 ár). Tjóðveldið næstu
knøppu fimm árini, og Sam-
bandið síðsta 1 1/2 árið.
Hol varð sett á ørskapin
fyrsta valskeiðið í 80'unum -
avleiðingarnar, >timburmenn-
inar< hava vit í dag...
Fólkafl. Samb.fl. Javn.fl.
Sjálvst fl.
Flokkar í landsstýrinum frá 5. januar 1981 til 17. januar 1991