Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juni 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Allir flokkar á tingið: Ber mál Gerið bindandi avtalu um ALS X* > - Tað verður ein sjónleikur av eini aðrari verð, tá løgtingid mánadagin kemur saman. Fleiri tekin eru um, at politikarar vilja gera alt fyri at tekkjast veljarunum, heldur enn at arbeiða við skili. Skulu vit byggja hetta landið uppaftur, so hava vit brúk fyri politikarum, sum ikki bert mala sína egnu køku. Vit mugu seta ærligheit og reiðiligtheit í hásæti - heldur enn óreiðiliga opport- unismu, sum bert hevur til endamáls at nøra um egnan bjølg…« Løgtingsfundur er settur at vera mánadagin 13. juni. Á skránni er framløga og er tá ætlanin, at uppskotið um stýrisskipanarlógina skal koma til viðgerðar. Nú segði eg í síðstu viku mína meining um at halda úng, nú val er út- skrivað. Eg vísti á, at ting- menn ikki arbeiða við skili - men gera alt fyri at fiska atkvødur. Kemur tingid saman, verður tað ein sjónleikur av eini aðrari verð, og fyrstu tekini eru longu at hóma: Landsstýrismaðurin í kommunumálum, Signar á Brúnni, hevur boðað frá, at kommunuskatturin verður lækkaður 20. juni. Bý- og bygdaráðsformenn rópa SU'arar á tingi: varskó í kór, og siga at hetta als ikki ber til. Vit hava hoyrt um, at komm- unurnar arbeiða við at um- leggja skuldina, og at hetta er grundleggjandi treytin fyri at lækka skattin. Hví kann ein landsstýrismaður koma við slíkum? Er hetta bert ein >panikkmangvra< at tekkjast fólki?! Vit minnast eisini sein- ast Signar á Brúnni var við til at skriva út nýval. Eftir at valið var útskrivað til at vera 17. november 1990, játtaði landsstýrið stuðul til at byggja landsstádion á Svangaskarði. Landsstýris- maðurin var í útvarpinum og breiddi seg um, hvussu nógv hetta fór at kasta av sær, og at vit fóru at hava ráð at byggja fleiri slíkar vallir í framtíðini. Í dag síggja vit fadesu- na: Nú hava vit eitt lands- stadion á Svangaskarði, sum vanlig fólk ikki 6- maka sær at koma til. Var farið fram við skili, so var eitt landsstadion bygt í Havn, har tað heilt nátúr- liga átti at ligið, til gleði fyri flestar borgarar í land- inum og til gangs fyri før- oyskan fótbólt. Avgerðin varð tíkin eftir at valið var útskrivað - og triggir landsstyris- menn skuldu veljast aftur í Eysturoyar valdømi, Sign- ar á Brúnni, Jógvan Ing- vard Olsen og Olaf Olsen. Nú endurtekur søgan seg við kommunuskattinum. Folkaflytingin skal steðgast! - At steðga fólkaflytingini verður stórsta avbjóð- ingin hjáSU-umboðumnum, verða tey vald. Ein tann stórsta hóttanin móti samfelagnum er tann stóra fólkaflytingin, sum hevur tikid seg upp, síðani kreppan rættuliga fór at merkjast. Hetta er eitt hitt fyrsta málið, sum Sosialistiskt Ungmannafelag fer at ar- beiða við, um umboð okk- ara verða vald á ting. Sum politiskt ung- mannafelag, áliggur tað okkum at skapa ungdómi- num betri kor. Tí fara vit at leggja sera stóran dent á at arbeiða iyri at minka ar- beiðsloysið. Vit eru tó ær- lig, og viðganga, at vit ikki megna at basa arbeiðsloys- inum beinanvegin. - Men hinvegin, so skulu korini hjá teimum arbeidstøku býtast. - Tað má vera eitt fólk- akrav, at øll menniskju í samfelagnum hava mann- sømiligar —liviumstødur. Tað ber ikki til, at fólk ikki skulu hava råd til mat og klædi og eitt stad at búgv. Hetta meta vit sum álvarsamastu trupulleikar, tí hetta snýr seg um mann- alagnur! Tiltøk vit vilja gera í hesum sambandi eru * at fáa skil á arbeiðs- loysisskipanina, so at land- ið aktivt tekur lut í fígging- ini og tryggjar fólki eins góðar liviukmstødur, sum aðrastaðni í rikinum. * at seta farloyvisskipan- ir í verk * at seta á stovn eina »ungdémstrygd«, sum tryggjar øllum ungum ar- beids- ella undirvisingartil- bod A Men Signar er ikki ein- asti opportunisturin. Sein- astu vikuna hava vidur- skiftini hjá teimum ar- beidsleysu verið nógv um- rødd i fjølmidlunum. Tað er sera væl skiljandi, at tey arbeidstøku gera vart vid seg. Tad likist ongum, at åt vid 5.000 føroyingar skulu liggja i klemmu i maktstríðnum millum styr- ið fyri ALS og landsstýrið. Tí eiga stig at verða tíkin at fáa hesi viðurskifti í rættlag. Men eg eri stórliga bangin fyri, at arbeidstøk enn meira verða nýtt sum kastibløkur, um málið skal takast upp í tinginum. Tá nú allir flokkar vilja bóta um skipanina, so átti ikki Nr. 106 - 8. juni 1994 at verið neyðugt at við- gjørt málið í tinginum áðr- enn valið. Heldur kundu allir flokkar gjørt eina bindandi skrivliga avtalu um at beta skipanina í eini komandi samgongu. Avtalan skuldi gingið út upp á at landsstýrið beinleiðis skal við í fígg- ingina av skipanini * at »rullandi útgjaldið< skal burtur * at veitingin verður hækkað (90%) * at farloyvisskipan verður sett í verk * at fritidarpengar og av- lopsskattur ikki verða mót- roknaðir Sum fyribilsloysn kundu allir flokkar noytt ALS-stýrið at tikid tær 45 Síða 13 Allir flokkar skulu binda seg til at broyta ALS- skipanina eftir valið. milliónirnar, sum bíða i Tinganesi. Skulu vit byggja hetta landið uppaftur, so hava vit brúk fyri politikarum, sum ikki bert mala sína egnu køku. Vit mugu seta ærligheit og reiðiligtheit í hásæti - heldur enn óreiði- liga opportunismu. sum bert hevur til endamáls at nøra um egnan bjølg… Eirikur Lindenskov Sethúsafelagið politiskt springbretti - og verkaflokkurin nýtir kapitalistiska og mafiafóðraða Sveits sum fyrimynd Tað gjørdust ikki færri enn úggju politiskir flokkar til komandi løg- ungsvalid. Ymiskt er, hvat fólk halda um, at so nógvir flokkar eru at velja í. Tað eru tey - serliga fólka- floksmenn, ið siga, at vit áttu at brúkt ensku val- skipanina. Tað hevði ført við sær, at vit kanska bert høvdu einar tríggjar flokkar í Føroyum, og at tað bert var ein flokkur, ið hevði meirilutan og tí einsamallur råddi fyri borgum. Henda skipan hevði neyvan bøtt um rikna politikkin her á landi, og tá alt kemur til alt, so man okkara skipan korti- ni íkki vera so galin. Annað er, at skipanin við valdómunum átti at verið broytt. Annaðhvert skuldi Føroyar verið eit val- dómi, ella skuldu vit roynt onkra skipan afturat hesum, sum tryggjaði út- jaðaranum umboðan. Fleiri valfeløg eru longu liðug við uppstill- ingina. - Og tá so nógvir flokkar eru at velja ímill- um, eru sjálvsagt nógv nýggj nøvn at síggja, og ymiskt er, hvør bakgrund teirra er. Tó er greitt, at Set- húsafelagið er væl um- boðað. Bæði Sambandsflokk- urin, Sjálvstýrisflokkurin og hin Føroyski Flokkur- in hava funnið fong í hes- um felag. Enn hava vít ikki fræt nakað um, hverji valevni verða á hinum nýggju listunum, men tó er okkurt, sum bendir á, at fyrrverandi kommu- nistarnir í Sosialistiska Loysingarflokkinum hava ávirkan á Verkamanna- flokkin. Hóvuðsmaðurin í Sosialistiska Loysingar- flokkinum tykist verða headmaður, hóast Óli Jac- obsen hevur sagt seg hava kapitalistiska og mafia- fóðraða Sveits sum fyri- mynd. A