Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juni 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sambandið goymir enn tann >nýggja< politikkin! Tá føroyingar í stórum tali ætla at seta einar 12-15 sambands- menn á ting, eiga teir at gera sær nøkur ting heilt greitt: SAMBANDSFLOKKURIN hevur ikki átikið sær ta allar- minstu ábyrgd av búskapar- gongdini seinastu árini, tá bank- arnir fóru á húsagang og lands- stýrið noyddist at gera nakrar — í summum førum — órímuligar av- talur við donsku stjórnina. Hann hevur bara stungið halan mill- um beinini og tváað hendur sín- ar. SAMBANDSFLOKKURIN hevur ikki havt nakað alterna- tivt uppskot uttan at seta kós aftur móti Kristiansborg. Tað var jú altíð lætt at siga, at sam- ráðingarnar góvu ikki nóg gott úrslit. (Tað segði eisini ein sam- bandsleiðari fyri 15—18 árum síðani. Hann kundi orðna alt við einum frímerki. Urslitið minn- ast vit — kaos). SAMBANDSVELJARAR mugu av álvara hugsa spurning- in: Høvdu Edmund Joensen og kompani klårad samrådingar betri? Embætismenninir — teir donsku eins og teir føroysku — eru teir somu. Og teir gera tað grundleggjandi arbeiðið. Politik- ararnir hava verið teir somu, tí bæði stjórnarflokkar og and- støduflokkar hava verið samdir. VIT trúgva ikki, at sambands- leiðarin hevði fingið stórt meira burturúr. Og hvat vildu sam- bandsmenn havt broytt. Tað hava teir ongantíð gjørt Føroya fólki greitt. VIT kunnu nevna kvotuskipan- ina. Eins og landsstýrisflokkar- nir hildu sambandsmenn, at kravboðini um kvotuskipan vóru órímulig. Men har var einki at gera. Og tað sá Foroya fólk fleiri ferðir. Annaðhvort eina kvotu- skipan ella onga umfígging av uttanlandsskuld. SAMBANDSMENN hildu helst ikki, at kravið um at fíggjarlógin skuldi javnviga var órímuligt. Men tað hildu landsstýrisflokk- arnir, tí hetta kravið vildi tveitt upp aftur fleiri fólk út í arbeiðs- loysi. Og upp aftur fleiri høvdu flutt av landinum. FÆR sambandsflokkurin makt sum hann hevur akt, verður javnvág á komandi fíggjarlóg. Tá verða arbeidsloysistølini allar helst stórri. Men skattatrýstið verður helst minni og meirvirðis- gjaldið verður helst lækkað... SAMBANDSFLOKKURIN hevur jú talað harðliga ímóti tí alt ov høga skattatrystinum og tí alt ov høga meirvirðisgjaldinum. Fíggjarognaravgjaldið er eisini av tí ringa. Tí kann flokkurin ikki gera annað enn lækka skatt og MVG, tá hann kemur mans- sterkur út í Nesið. MEN eitt hevur sambandsflokk- urin ikki sagt teimum mongu føroyingunum, sum ætla at seta kross við sambandsflokkin: hvaðani skal peningurin koma? Hvaðani skal peningurin til heilsuverk, skúlaverk og al- mannaverk koma? HELDUR ikki hevur sambands- flokkurin enn sagt okkum greitt: hverjar almennar tænastur skulu skerjast og hverjar skulu jarðleggjast heilt. Og tí eigur flokkurin, um hann er tann á- byrgdarflokkur, sum hann altíð reypar sær av at vera, at siga greitt: hvussu nógv fólk í al- mennum starvi skulu sigast upp og á hverjum gki skulu hesar uppsagnirnar gerast? HESAR spurningar skal veljar- in, sum ætlar at atkveða fyri sambandsflokkinum, eisini hava í huga. Enn hevur sambands- flokkurin ikki svarað hesum spurningunum og enn hevur hann ikki lagt fram nakran al- ternativan heildarpolitikk. Hverki um rationaliseringar ella aðrar umleggingar av ti - annars alt ov stirvna — almenna sektor- inum. Men vit bíða í spenningi. sosialurin Viðmerking Beinleiðis Oheidurligt, Edmund Joensen! Edmund skrivar i leygar- dagsdimmuni, at eingin rækjaer fiskad vid Svalbard og í russiskum sjógvi í eitt heilt ár. Hetta er rætt. Landsstýrið hevur í ti sambandi givið innflutn- ingsloyvi til fleiri rækjubát- ar, men av eini og hvørjari orsøk so er ongin komin. Hinir bátarnir vilja ikki fara til Svalbard ti at rækju- prisurin, millum annad å rækjuvirkinum hjá Ed- mundi, er so lágur, at tað lønar seg ikki. Einaferð í vetur og tíðliga í vár kom upp á tal at senda ein flota av partrolarum til Svalbard at fiska til eitt móðurskip. Initiativtakarin til hetta tiltak vóru nakrir av eigarunum av partrolarun- um og tann, sum skuldi syrgja fyri at móðurskipið kom upp á pláss, tað var Edmund Joensen. Vit í landsstýrinum fingu fyrispurning um, munnliga, hvørji loyvi skuldu til. Alla- staðni fingu teir játtandi svar. Eg hevði eisini sam- rødur við Edmund Joensen um spurningin. Eg segði eisini tað, at tað var ikki 6- hugsandi at landskassin kundi fara upp í við peng- um. Sjálvandi so kravdist tað skrivligar umsóknir fyri at vit kundu játta nakað, men vit vóru altíð klárir. Ongantíð kom ngkur skrivlig umsókn. Hvussu projektið er í dag og hvar tað er í dag, tað veit eg ikki, men eg veit at bank- amir hava verið positivir yvirfyri projektinum og landsstýrið hevur verið ser- stakliga positivt. At Ed- mund Joensen nú fer í Dimmalætting og sigur at landsstýrið onki hevur gjørt í hesum málinum, tað er púra, púra burturvið — tað er beinleiðis lygn, tí landsstýr- ið, sum eg ofta havi ført 8 fram, landstýrið er mynd- ugleikin, sum skal geva loyvir og skapa fyritreytir- nar — initiativid skal koma frå vinnuni. Initiativið kom frå vinnulivinum, lands- stýrið gav tilsøgn, bæði loyvi og møguliga peninga- hjálp. Men umsókn er ongin komin. Um Edmund Joensen ætl- ar at koma út í Tinganes og reka vinnulívið hiðani frá, so kann hann sjálvandi royna tað. Tað varð roynt í 80'unum. Men »hvor om alting er«, Edmund og nakrir dugna- ligir menn stóðu fyri, tað er møguliga dottið niðurfyri, men tað skal sanniliga ikki kastast landsstýrinum fyri, at teir ikki vóru uppi í hes- um, bæði positivt og góvu øll loyvir og bjóðaðu enntá pengar. At siga nakað annað er beinleiðis óheiðurligt, Ed- mund Joensen! Virðingarmest Thomas Arabo Reiðarafelagið hevur einki umboð Í Sosialinum leygardagin hevur Óli Jacobsen eitt les- arabræv um sokallaðu $ 2 nevndina hjá landsstýrin- um. Landsstýrið — hetta og 6- ivað komandi — hevur brúk fyri skilagóðari ráðgeving, ongin ivi um tað. Sambært nýggju fiski- vinnulógini, so hevur lands- stýrið heimild at seta nevnd til at ráðgeva í spurningum viðvíkjandi fiskiveidu. Tá ið nevndin skuldi mannast, so varð spurt víða um hjá fólki, sum hevur við fiskivinnuna at gera, hvgnn vit skulu seta í eina slíka nevnd. Nógv nøvn vóru frammi og endin varð so, at nevndin varð manna við teimum persónum, sum Óli netnir í sínum skrivi. Tá id Óli nevnir, at Bjarni Vestergaard umboðar Meg- infelag Utróðrarmanna, so ertað ikki rætt. Bjarni Vest- ergaard situr har sum privatpersónur. Sama er galdandi fyri Jákup Sól- stein, hann umboðar íkki Reiðarafelagið: Tað eru nógv í vinnulívinum, sum peikaðu á hann sum ein skilamann, sum hevði gott innlit í búskapinum innan fiskivinnuna og tí varð hann tilnevndur. Ongin, sum vit tosadu við, peikadi á privatpersón- in Óla Jacobsen. Hví veit eg ikki. Óhugs- andi er tó ikki, at tað hevur havt ávirkan, at tær flestu nevndir, har Óli Jacobsen er limur, enda úti í klandri og roki í fjølmidlunum. Har- afturat er tað ein royndur lutur, at tann, sum ikki makkar rætt eftir tí, sum Óli sigur, hann verður svínaður til í fjølmidlunum annars. I ringastu førum verður hann stevndur. Hugsi ikki at van- ligt hampafólk tímir at taka handan kjansin. Alt í altso hugsi eg, at tað, sum Óli finnist at í hasi nevndini, er nokk tað, at hann ikki er limur. Annars, so rokni eg við at vit fáa eina skilagóða ráð- geving í fiskivinnuspurn- ingum. Virðingarmest Thomas Arabo