Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juni 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (SF Nr. 107 — 9. JUNI 1994 Sida 3 Hjålpti væl Allar kommunur hava enn ikki tikid av tilbod- num frå IRF um partvis at umsita bingjuplåss- ml Tå bingjuplåssini hjå IRF komu var upprunaliga skip- anin, at plåssini vóru opin til ávísar tíðir, tá fólk frå IRF vóru har og tóku ímóti burt- urkasti, sum fólk skuldu gjalda fyri. Men tann skipanin rigg- aði als ikki. Fólk høvdu ikki tol við tí skipanini - og vildu kanska heldur ikki gjalda. Úrslitið var, at nógv bara varð tveitt út í náttúruna. Pakkitilfar sum innbúgv o.m.a. varð bara tveitt í grótbrot, í áir og á sjógv. IRF skilti, at okkurt mátti gerast, og frá 1. januar í ár fingu allar limakommunur tilboðið, at tær kundu koyra ávísa nøgd ókeypis í bingj- una um mánaðin - alt eftir fólkatalinum. Varð nøgdin stórri, skuldi gjaldast fyri tað. - Tað hjálpti beinanvegin. Vit síggja, at væl meira kemur nú í bingjurnar og til brennistødirnar, sigur Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF. IRF hevur framvegis ábyrgdina av at røkja bingj- urnar, men kommunurnar skulu syrgja fyri, at bingju- plássið er reint, og tær av- gera, nær opið er. Poul Andrias Joensen heldur, at køstarnir kring landið eru minkaðir, sjálvt um nógv burturkast fram- vegis verður tveitt út í nátt- úruna. - Tað tekur jú sína tíð at venja fólk til ikki at dálka náttúruna, sigur Poul An- drias. Allar kommunur hava ikki tíkið við nýggju skip- anini. T.d. eru fleiri í Eyst- uroynni og allar aðrar kommunur í Vágum enn Sandavágur undir gomlu skipanini. IRF vildi helst, at bingjuplássini altíð vóru opin, men taðeruráðini ikki til. Tí royndu vit hesa skip- anina. IRF hevur sett bingjur upp í útoyggjunum fyri at forða, at alt bara fer á sjógv. Bingjurnar verða so fluttar við Strandferdsluni, og líkt er til, at hetta hjálpir. Ikki er lætt at gera við, tí IRF skal hava 2,7 mió. krónur inn frá virkjum. Tey skulu ikki koyra í bingj- urnar ókeypis. Samstundis má forðast fyri, at virki og handlar tveita sítt burturkast í náttúruna fyri at sleppa undan at gjalda. Poul Andrias Joensen sigur annars, at tað gongur væl nú hjá IRF at fáa pengar inn frá kommununum. Tað hendir seg næstan ikki longur, at neyðugt er at gera gjaldsavtalu, tí kommun- urnar prioritera ruskskipan- ina høgt. randi og Tað er og hevur verið vanlig sjón at síggja burturkast í t.d. grótbrotum. Eingin sær! Rumblar enn á Pensionatinum Starvsfólkini á psykiatrisku deildini Pensionat- ið stríðast framvegis ímóti ætlanini at skera nið- ur, so tey bara skulu vera ein til arbeiðs í senn um náttina - Vit hava einki at missa, halda fleiri teirra, sum ar- beiða á psykiatrisku deild- ini Pensionatið. Tey góðtaka als ikki ætl- anina hjá leiðsluni um at stovna dagdeild innan fyri verandi fíggjarkarmar hjá Landssjúkrahúsinum, tí tað merkir, at starvsfólkatalið á verandi deildum verður skorið niður. Mest rakt verður Pensionatið. Har hava áður verið gjørdar sparingar. Fólk, sum arbeiddu fulla tíð, vórðu skorin niður í 3/4 tíð, og nú skulu tey somu sker- ast niður í at arbeiða hálva tíð. Hetta halda tey vera vitleyst, tí eingin kann liva fyri hálva løn. Tað er so sítt. Tey halda tað heldur ikki vera forsvar- ligt at skera so nógv niður á deildini, og tey seta stórt spurnartekin til, um heimild er aftanfyri avgerðina. Feløgini arbelda Fakfeløgini hjá starvsfólk- unum arbeiða við málinum. Fakfeløgini eru Føroya Pedagogfelag, Føroya Pleygarafelag og Sjúkra- systrafelag Føroya. Eingin hevur beinleidis ímóti, at dagdeildin kemur. Starvsfólkini halda bara ikki, at ein nýggj deild kann setast á stovn, fær Lands- sjúkrahúsið ikki eykajáttan. Felggini hava eisini fing- ið viðhalda í, at leiðslan ikki hevur fylgt réttu manna- gongdini, tá avgerðin varð tikin um at stovna deildina, tí ætlanin var hvorki løgd fyri feløgini, álitisfólk ella Samstarvsnevndina, sum tað skal sambært sáttmálun- um. Starvsfólkini fara nú til løgfrøding og biðja hann kanna, um leiðslan á Lands- sjúkrahúsinum hevur heim- ild til at taka pengar frá verandi deildum til eina nýggja deild. Tað merkir normeringin av EG verdur skorin nidur, og meira verdur til aðrar fakbólkar. Lítil trygd Starvsfólkini á pensionat- inum hava fingið at vita, at tá bara ein verður á náttar- vakt í senn, skal viðkom- andi hava sum trygd ein pippara. hesa mekanisku trygd geva tey lítið fyri, tí tað kann henda knappliga, at ein sjúklingur verður Óstorsligur, og haraftat kunnu tey ikki líta á, at starvsfólk av øðrum deild- um kunnu koma til hjálpar beinanvegin, um tað stend- ur á, tí á hinum deildunum eru tey heldur ikki ov væl mannað. Fyri at seta starvsfólk niður í tíð, verða tey upp- søgd og sett aftur av nýggjum. Saman við up- psagnarbrævinum fáa tey nýtt setanarbræv at und- irskriva. Ikki undirskrivað Starvsfólk siga, at tað er hent fleiri ferðir, at ætlanir hava verið um broytingar, og onkuntíð eru broytingar gjørdar. Fyri tað mesta hava tey als ikki skrivað undir nýggju setanarbrøvini, og taðereisini hent, attey hava fingið uppsøgn, sum stutt eftir er tíkin aftur við mis- skiljing sum grundgeving. Eingin hevur undirskrivað nýggja setanarbrævið nú. randi Føroyingar, sum verða staddir í Danmark val- dagin 7. juli, kunnu greiða brævatkvødu við at venda sær til Før- oysku Viðskiftastov- una, Hgjbro Plads 7, 1200 København K ella Brævatkvøda hjå Tryggva til fólkayvirlitið, har tey eru stødd. Sjúklingar og onnur, sum ikki sjálv kunnu fara á staðið at atkvøda. kunnu venda sær til Viðskiftastovuna, (df 33140866.