hósdagur 9. juni 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 107 — 9. JUNI 1994
Við Gjógu stendur væl til:
Kommunan skyldar ikki eitt
yvirskotid inn hvønn mánað
Gjáar kommuna er ikki ein
teirra, sum fekk bræv frá
landsstýrinum við áheitan
um at endurskoða fíggjar-
ætlanini við tí endamáli at
seta skattaprosentið niður.
Ikki tí, at kommunan ikki
stendur nóg væl í ti, og
kundi tí uttan nakran trupul-
leika liva við einum lægri
skattaprosenti. Men orsøk-
in er, atGjógv hevur skatta-
prosent 16, og tað er lægsta
mark sambært lóg.
Nógv sterri Inntøka
Sofus Johannesen, næstfor-
maður í bygdarráðnum
sigur, at tá fíggjarætlanin
varð løgd, varð roknað við
600.000 krónum í skatta-
inntøku fyri í ár. Eftir teim-
um fyrstu fimm mánaðun-
um at dóma verður inntøkan
umleið ein millión. Hetta
kemur fyri ein stóran part av
eyka skattainntøku av
kríggspensiónini, sigur
hann. Næstformaðurin sig-
ur, at fekk kommunan loyvi
til at seta skattin niður, varð
tað uttan iva eisini gjørt,
men sum er, ber tað ikki til.
Skyldar einki
Men hvussu ber tað til, at
Gjáar kommuna stendur so
væl í tí?
-Rætt og slætt av teirri or-
søk, at kommunan skyldar
ikki eina krónu, er Sofus
Johannesen skjótur atsvara.
Tað er tí heldur einki fyri
hjá kommununi at hava
ætlanir um at gera nýggjan
bátradrátt í fjørduni. Hesin
kostar 200.000 krónur, men
kommunan fær 75 prosent í
almennum studningi til ar-
beiðið.
Umframt at brúka pengar
til vanligan rakstur, fer
nakað í samband við dag-
røkt og vøggustovuplåss,
skúlapengar og renovatión.
Haraftrat fer kommunan nú
Her flýtur -
kommunu-
kassin yvir!
oyra, og setir
undir at gera alment toalett
tí har koma nógv ferðafólk,
bæði útlendsk og føroying-
ar. Kommunan hevur ongar
trupulleikar av at fara undir
hesi arbeiði. Kommunurnar
partur verður goldin kon-
tant.
Sofus Johannesen sigur,
at gjáarfólk kunnu næstan
siga upp á tíman nær Norr-
øna leggur at í Havn. Tí
tveir tímar seinri er fult av
útlendskum ferðafólkum í
túninum. Onkur gistur í
tjaldi, onnur leiga sær
summarhús og aftur onnur
gista í Gjáargarði.
Bygd í vøkstri
Seinastu try árini eru trý
nýggj sethús komin í
Gjógv. Onkur er fluttur av
landinum, men enn fleiri
eru flutt til bygdina so hon
er í vøkstri.
Í samband við útskifting
innangarðs hevur komm-
unan nýtt sín rætt at ognar-
taka til eini seks grundøki til
Tíðindablaðið (ST)
sethús umframt eitt øki til
ídnað.
fyri. Hon hevur lægst
loyvda skattaprosent, og
setur pengar inn hvønn
mánað.
Mynd: Kalmar
Sofus Johannesen,
fyrrverandi
bygdarráðsformaður og
núverandi næstformaður :
Høvdu vit loyvi at seta
skattaprosentið niður,
gjørdu vit tað ivaleyst
eisini
tór.-
Eisini Livstryggingin merkt av búskaparligu trupulleikunum
Nógv strikadu
tryggingar
Fallið í tryggingargjóldunum tykist tó nú at
minka
Eisini Lívstryggingin hev-
ur merkt til búskaparligu
trupulleikarnar í landinum.
Hetta hevur ført við sær, at
tryggingargjøldini eru
minkadi, og at nógvar tryg-
gingar eru strikadar. 1
ársfrágreiðingini, sum júst
er komin, verður millum
annað sagt, at fíggjarvirk-
semið er somuleiðis merkt
av hesi gongd. Aftrat rentu-
skatti, sum kom í 1992, varð
álagt stovninum at gjalda
fíggjarognaravgjald í fjør.
Haraftrat = hevur verið
neyðugt at seta av ímóti
møguligum tapi.
Næstan triði hver
tryggjaður
Í løtuni eru út ímóti viði
hver føroyingur tryggjadur
i Føroya Lívstrygging.
Tilsamans 12.730 fólk. Av
teimum høvdu 5.755 kapi-
tal- og ratutrygging. 1.069
fólk hava rentutrygging og
5.906 hava samlagstrygg-
ing.
Tryggingargjøldini
minkaðu í 1993 við 4,9
prosentum. Hetta er tó ikki
GAF
so nógv sum minkingin í
1992 sum var 11 prosent.
Lívstrygging sigur, at nið-
urgongdin var væntandi.-,
men tað tykist nú, at hetta
fall er við at steðga á.
Rakstrarúrslitið í fjør var
18,8 milliónir í avlopi.
tór.-