Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juni 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ søsialurin ] Nr. 107 — 9. JUNI 1994 Sida5 Martin Poulsen er júst farin av Prince of Scan sr dinavia, (myndin) umborð á nýggja skipið, ið enn ikki er doypt Nýggjasta og stórsta skipið hjá DFDS: Skopuningur er skipari — Skipið er júst farið av skipasmidjuni í Spildt í Kroatia og fer í ferðamannasigling í næstum, sigur Anette Schearbeck, stjórn- arskrivari hjá DFDS Í gjár fór nýggjasta skipið hjá DFDS av skipasmiðjuni í Spidt í Kroatia á veg til Bremerhafen í Týsklandi. Skipið er 35.285 tons til støddar. Á brúnni, sum kap- tainur, stóð Martin Poulsen. Hann hevur siglt út ein stóran part av lívinum og hevur siglt sum kaptainur við ferdamannaskipunum hjá DFDS í fleiri ár. Skipið sum er heilt nýtt er tað størsta í flotanum hjá DFDS. Skipið skal gjøgn- umganga Loyd' s klassan í Bremerhafem og síðan fer tað í sigling. Tað er ikki so nógv sum skal gerast við skipið, sigur Anette Schear- beck, stjórnarskrivari høv- udsskrivstovuni hjå DFDS vid Kvæsthúsbrúnna í Keypmannahavn. — Ferjan skal røkja sigl- ingina millum Oslo, Hel- singborg og Keypmanna- havn, sigur Anette Schear- beck. Seinasta skipið Martin var skipari á Prince og Scandinavia. hetta skip var bygt í 1975 og er 23.000 tons til støddar. Tá skipið fór av bakkastokki at tað Tor Britannia. Hetta skip hevur rgkt sigling millum Svøriki, Bretland og Hol- land. Martin Poulsen er 55 ára gamal, hann er giftur dansk- ari konu og býr niðri. jústinus Trolbátarnir á landleiðini: Framvegis nógvur toskur — Allar snildir verða nýttar fyri at sleppa undan at fáa tosk í trolið, sigur Gulak Gulaksen, skipari á Raðhamri Meðan toskastovnurin undir Føroyum, sambært ICES er so illa fyri sum ongantíð fyrr, so fáa trolbátarnir á landleiðini ikki roynt fyri toski. Teir flestu trolbátarnir royna nú norðanfyri, norður úr Kall- inum og allan vegin eystur- eftir til norður úr Fugl- oynni. — Vit royna at krúpa und- an toskinum við øllum snildum. Men tað er ikki lætt, tí her er nógvur toskur atfáa. Vit hava gjørt royndir við at broyta yvimetid á trolinum, hava víðari meskar og annað er eisini roynt. Vit skulu ansa eftir, her er so nógvur toskur, at leggja vit okkum eftir at fiska hann, so er kvotan uppi beinanvegin, sigur Gulak Gulaksen, skipari á Raðhamri úr Klaksvík og ein tann royndasti innan troling á landleiðini. — Vit eru á triðja túrinum nú og tað eins gott út og í fjør. Men enn er sjálvsagt nakað tíðliga at úttala seg um útlitini, sigur Gulak Gulaksen. Ringur flatfiskaprisur i Føroyum — Vit fåa einki fyri flat- fiskin i Føroyum. Teir allar flestu bátarnir senda flat- fiskin av landinum. Vit hava selt í Skotlandi og vit hava fingið heilt góðan prís, hann er tó lækkandi í løtuni, sigur Gulak Gulaksen. — Prísurin á tungu hevur ligið um 17 krónur á reyð- sprøku umleið 12 krænur og 20 krónur fyri havtaskuna. Men í løtuni eru tær góðu havtaskuleiðirnar stongdar, sigur Gulak Gulaksen. — Annars hevur ikki við- rað so væl seinastu vikuna. Vit hava havt høgætt og sjógvurin hevur verið klár- ur, tåer ófiskiligt. Flatfiskur fæst best tá sjógvurin er tjúkkur og lýtt er í veðri- num, sigur Gulak Gulaksen. jústinus — so nógv besta bilkeypid — Vid nyggja FIESTA - ESCORT & MONDEO | eru tu og húski títt tryggari á Í vegnum enn nakrantíð. Trygdin tann besta, ið fæst fyri | pengar — men talan er eisini um mestu vælveru undir koyring, snið ið freir eygað og tøkni, sum ber av øllum. Avgjørt besti og »mest bilur« fyri pengarnar. Tænasta å hægsta stigi. SERA LAGALIG FÍGGING við ' 4. (Frá 11%) i — og sjålvsagt lata vit tin brúkta | bil ganga inn í keypið! i Vitjið okkum í Akranesgøtu 5 ella ringid 13873 og frættid um fyrimunirnar allar vid bili frå FORD er framtíð í Føroyum