Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juni 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

a Fyrireikararnir væntaðu, at eini 140-150 børn fóru at tekna seg til fótbólts- skúlan, ið verður í Havn frá 7. til 9. juli. Men ikki færri enn 250 høvdu tekn- að seg, tá freistin var úti mánadagin — og nú vilja uppaftur fleiri sleppa við. Í gjár var telefonstorm- ur, so altráð vóru fleiri, ið vóru ov sein at tekna seg, at sleppa upp í part og læra fótbóltsspælið at kenna. — Bara her hjá mær hava fleiri foreldur ringt fyri at spyrja, um teirra sonur elladóttir ikki sleppur vid, Uppaftur fleiri vilja sleppa á fótbóltsskúla Greinin í Ítróttar-Sosialinum í gjár um fótbóltsskúl- an, sum Útbúgvingardeildin hjá Fótbóltssamband- inum skipar fyri, fórdi til telefonstorm, tí uppaftur fleiri enn tey 250 tilmeldaðu vilja sleppa upp í part hóast fullteknað er, sigur Jákup Simonsen, formað- ur fyri Utbúgvingardeild- ini hjá Fótbóltssamband- inum, ið skipar fyri fót- bóltsskúlanum. Avgerð takast — Men eg kundi tíverri ikki geva teimum játtandi svar her og nú, av tí at vit hava fingið so nógvar til- meldingar. Kortini mugu vit helst kanna nærri, um tað á nakran hátt letur seg gera, at fleiri sleppa við, enn tey 250 tilmeldaðu. Tað verður í hesi vikuni, at ein avgerð verður tikin, um fleiri skulu fáa møguleikan at vera við, men enn kann Jákup Si- monsen so ikki lova ngkr- um nakað. Skúlin er í byrjanini av summarfrítíðini, og tá er torført at fáa leiðarar og venjarar, ið ikki hava fing- ið nakað at vita um tað frammanundan. So helst verður tað torført við so stuttum skotbráði at geva fleiri enn teimum 250 til- meldaðu møguleikan á hesum sinni. hj. Skotski landsliðs- Nr. 107 — 9. JUNI 1994 Síða 13 — Tibindabladid EX. venjarin sent menn higar at forvitnast Hóast skotar ikki skulu koma hendanvegin at spæla móti føroyingum í EM-undankappingini fyrr enn um eitt ár, var liðleiðarin hjá skotska landsliðnum og ein frá skotska fótbóltssambandinum á stuttari vitjan í Føroyum týsdagin. Teir fóru aftur til Skotlands í gjár Skotska fótbóltslandsliðið eigur bæði nógvar og trúgv- ar áskoðarar, ið fegnir fara um hav, kunnu teir fylgja sínum monnum í dysti. Hetta veit sjálvandi eing- in betur enn skotska fót- bóltssambandið sjálvt, og tí vóru eisini tveir mans hag- ani í Føroyum fyrr í vikuni, fyri at kann tær ymsu um- stødurnar, ið kunnu koma at gera seg galdandi, tá skotar um eitt ár koma hendanveg- in at spæla dyst í EM-und- ankappingini móti lands- liðnum hjá Simonsen & Si- monsen. Uppgávan hjá liðleiðar- anum, Craig Brown, og al- tjóða skrivaranum í skotska fótbóltssambandinum, Da- vid Findlay, var at kanna umstødurnar, tað skotska landsliðið fær at virka und- ir, tá tað 7. juni næsta ár kemur til Føroya. Fyri at vera fyrri enn teir mongu áskoðararnir, ið fara at koma hendanvegin til dystin, biløgdu skotarnir tysdagin kømur å einum av hotellunum í Havnini, um- framt at ymist annad av ti meira praktiska slagnum vard fingid frå hondini. Eisini føroyska fótbólts- sambandið fekk okkurt burtur úr skotsku vitjanini her, tí føroyingar skulu jú eisini niður til Skotlands at spæla, so tá skulu eisini ym- isk viðurskifti vera upp á pláss. Seinnapartin týsdagin, tá 25 mans stóri føroyski hóp- urin til Eysturríkisferðina hjá landsliðnum, skuldi meta á Svangaskarði, vóru skotsku gestirnir á Toftum og hugdu at vellinum og øllum, i5 er rundanum. Teir vistu bara ikki av, at føroysk landsliðsvenjing skuldi vera har fåar timar seinni, men tad fingu teir at vita, tá teir vóru komnir aft- ur til Havnar... — Yvirhgvur tóktust skot- arnir at vera sera væl nøgdir við alt tað, teir sóu á hesi Stuttu ferðini, sigur Jens Erik Magnussen, ið er ein av limunum í landsliðs- nevndini hjá Fótbóltssam- bandinum. — Hotellið, vøllurin og alt rundanum var av slikum slag, at teir fóru avstað aftur og høvdu fingið tað burtur úr ferðini, ið teir høvdu ætl- að sær. hj. Bert sjey súkklarar vóru vid i Grand Prix Føroyar '94 í Klaksvík, so allir fingu stig. Heilt fitt av fólki var og hugdi at, meðan teir sjey kappsúkklaðu Mynd: Hilmar Jan Hansen Súkklararnir aftur at royna seg í Runavik Kappsúkklingin á Norðoyasteunu varð sera spennandi — serliga sluttspurturin. Vinnari gjørdist Gunnar Dahl Olsen, og hann skal nu å Eystanstevnu royna at verja leidsluna i samladu støduni í Grand Prix Føroyar "94 Tey, ið fåast við at súkkla um kapp i Føroyum, eru nú farin undir nýggjan tátt í kappingunum, ið ber heitið Grand Prix Føroyar '94. Talan erum súkklukapp- ing í fleiri umførunum, og verða umførini avgreidd á teimum stevnunum, har róð verður um kapp um FM. Sostatt varð lagt fyri á Norðoyastevnu í Klaksvík, har Gunnar Dahl Olsen at enda gjørdist tann, ið vann tøttu og spennandi kapping- ina, tá hann móti málinum hevði Rógva Johansen, Boga Kristiansen og Jóhann Brend í hølunum á sær. Tå avtornadi var Gunnar bert triðingsmetur framm- an fyri Boga, men tað var eisini nóg mikið til sigurs og fyrstu sjey Grand Prix- stigini í nýggju kappingini. Stigini verða givin eftir somu reglum , sum í kapp- róðri, so vinnarin fær sjey stig, nummar tvey fær fimm stig, nummar trý fær fýra og so framvegis niðureftir. Teir sjey komu á mál í hesi rød: Gunnar Dahl Ol- sen, Bogi Kristiansen, Rógvi Johansen, Jóhann Brend, Eyðun Poulsen, Tummas Jákup Thomsen og Egil Ras- mussen. Hetta vikuskiftið er Eyst- anstevna í Runavík, og tá tórna súkklararnir til aftur. Teir vóna, at teir hesaferð verða fleiri enn sjey, og at åskodaramir meta eins væl og í Klaksvík. hj.