Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juni 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 - EIN Eyðstein Dalsgaard, Skálavík er stýrimaður. Hann hevur seinastu 30 árini verið skipari og stýrimaður við skipun- um hjá Eileri Jacobsen. Mest hevur hann verið við Norðborg. Eyðstein hevur verið valevni á javnaðarlistanum síðani 1984. Jógvan A. Johannesen, Skopun, er løgtingsmadur. Hann hevur verið uppstilladur síðani 1970 burtursæð frá valinum í 1984. Jógvan A. Johannesen varð valdur á ting í 1988 og afturvaldur í 90. Hann er fyrstilærari í Skopun, reiðari á Klett- unum og eitt skifti var hann eisini meðeigari og stjóri á flakavirkinum í Skopun. Birgir Mohr, Sandur, er sýslumansfulltrúi. Hann hevur verið valevni síð- Nr. 107 — 9. JUNI 1994 Javnaðarflokkurin: Valevnini i Sandoyar valdømi ani 1984. Birgir Mohr er bygdarrådslimur å Sandi og tad hevur hann verid seinastu 18 årini. Hann sat sum bygdar- rådsformadur frå 1977 til 84. Tað var tå stóra havnaútbyggingin fór fram og flakavirkið kom. Birgir er formaður í Sandoyar Sýslu Jav- naðarfelag og limur í floksstjórnini í Javnað- arflokkinum. Í Sandoyar valdómi er vanliga fáar atkvødur millum Javnaðar- flokkin, Tjóðveldis- flokkin og Fólkaflokk- in so hvør atkvøda telur. Myndina tók Kalmar í valhølinum å Skarvanesi valdagin seinast løgtingsmadur, Tidindabladid GSK Jógvan A. Johannesen, Skopun B Á , Fáar atkvødur á muni Í Sandoyar valdømi eru vanliga ikki nógvar atkvødur millum tríggjar teir størstu flokkarnar, og einki bendir á, at tað verður nógu ødrvisi hesaferð, heldur formaðurin í javnadarfelagnum Birgir Mohr, sum er for- maður í Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag er nøgdur við listan, flokkurin stillar upp hesaferð. Men hann leggur tó aftrat, at hann kundi hugsað sær at eisini fyrr- verandi løgtingsmadurin í oynni, Tórálvur M. Olsen, eisini var við hesaferð. Men Tórálvur helt, at nú hann var komin til pensiónsaldur, var best at gevast. Javnadarflokkurin stillar trý valevni upp í valdøm- inum hóast fýru kundu verið uppstillaði. Tað held- ur Birgir Mohr kortini ikki vera tann stóra bágan. Hetta er í hvussu er tað, neyndin í felagnum helt vera rætt hesaferð. Birgir Mohr sigur seg ikki ivast i at valstríðið hesaferð verður eins strævið sum tað plagar at vera. -Tølini í forsagnunum síggja í løtuni ikki so gott út, men tað tekur ikki mótið frá okkum. At eitt tílíkt val- skeið, sum Javnaðarflokk- urin nú hevur staðið á odda fyri slítur, er einki logið. Men tað rokna vit eisini vid, at fólk skilja. At Javnaðar- økkurin stendur við á- byrgd rokni eg ikki við, at fólk fara at revsa hann fyri, sigur Birgir Mohr. Javnir flokkar Javnaðarflokkurin í Sand- oyar valdømi hevur havt umboð á tingið síðani 1936, burtursæð frá valinum í 1978. Og mangan hevur staðið ógvuliga javnt mill- um Javnaðarflokkin, Tjóð- veldisflokkin og Fólka- flokkin. Tað roknar for- maðurin í javnaðarfelag- num eisini við at tað fer at gera hesaferð. Eisini í hesum valdømin- um eru tey nú við at tilrætt- isleggja valfundirnar. Van- liga verður skipað fyri val- fundum, har allir flokkar luttaka, í øllum bygdum, og tað roknar Birgir Mohr eisini við verður gjørt í år. tór.-