Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juni 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (SF) Tað gloymda ættarliðið - »Sjålvsagt er tað svárt hjá øllum at gerast arbeiðsleys. Men tað skerst ikki burtur, at ungdómurin, sum ongantíð hevur kent arbeiðsmarknaðin, kemur serliga illa fyri av hesum. Aðrastaðni tosa tey um tað gloymda ættarliðið - og har eru fólk, sum einki arbeiði hava havt í ein 15 - 20 ár. Negativu av- leiðingarnar av hesum eru eyðsæddar. Tí eiga vit at seta serlig tiltók í verk - okkum nýtist ikki at fara um ánna eftir vatni, vit kunnu læra av mistókum hjá óðrum<, sigur Eirikur Lindenskov Tann størst trupulleikin í Føroyum í dag, er arbeiðs- loysið. Henda trupulleika hava vit ikki kent so væl seinastu árini, og tí er tað enn truplari hjá okkum at skilja støðuna og allar tær negativu avleiðingarnar, sum arbeiðsloysið hevur við sær. Tí er tað sera um- ráðandi, at vit líta at lond- unum kring okkum, fyri at fregnast eftir teirra roynd- um hesum viðvíkjandi. Sjálvsagt er tað svárt hjá øllum at gerast ar- beiðsleys. Men tað skerst ikki burtur, at ungdóm- urin, sum ongantíð hevur kent arbeiðsmarknaðin, kemur serliga illa fyri av hesum. Verri at vera ungur og arbeiðsleysur Í hinum løndunum tosa tey um >tað gloymda ætt- arliðið< - tað eru tey, ið ikki fingu arbeiði, tá tey fóru úr skúlanum. Tað hevur síðani víst seg, at fleiri av hesum ongantíð eru sloppin í arbeiði, og hava ti gingið arbeiðsleys í eini 15 - 20 ár. Las herfyri um eina kanning hjá norska granskaranum, Torild Hammer, nevnd >Psysisk Helse og Arbeidsledig- het<. Har var sligið fast, at tað at vera ungur, ger støduna nógv verri, tá tú gerst arbeiðsleysur. Tey eldru arbeiðsleysu hava jú >smakkað< ar- beiðsmarknaðin og kenna hann. Tey ungu, sum hava fingið fleiri hurðar slongd- ar í gronina, tey hava ikki eingong góð minni um tað mat arbeiða< at bera við sær seinni í lívinum. Arbeiðsletingar Tað at hava lønt arbeiði gevur jú ikki bert pen- ingaliga innigku - men eisini moralska inntøku. Nógv ung, sum ikki megn- a at útvega sær arbeiði, kunnu verða løgd undir mistanka - og verða stemplað sum arbeiðslet- ingar. Teirra egna skuld! Í eini danskari kanning kom fram, at stórur partur av fólkinum helt, at ung- dómurin sjálvur hevði skuldina av ungdómsar- beiðsloysinum. Hetta hildu danir, hó- ast 300.000 danir sam- stundis gingu arbeiðsleys- ir. Út frá hesum er tað kanska ikki so heppið, at tann arbeiðsleysi ofta til- leggur sær hugburðir hjá ødrum, so at hann ella hon (ella tú og eg) taka sær sjálvum skuldina av ar- beiðsloysinum. Fáa onga hjálp Ein annar stórur trupul- leiki hjá ungum er fíggj- arstødan. Mangan fella tey ungu uttan fyri vanligu hjálparveitingarnar - so- leiðis er eisini her í Føroy- um. Tann, ið ikki hevur havt lønt arbeiði fær ikki eitt klovið oyra frá ALS. Eitt úrslit av hesum kann verða, at tey ungu noyðast at búgva heima hjá foreldrum og liva av fíggjarhjálp teirra. Torild Hammer leggur dent á, at ótryggleikin fyri framtíði- ni er ein hin tyngsta lastin tú hevur, um tú gerst ar- beiðsleysur. Og so ikki at tala um, verður tú langtíð- ararbeiðsleysur. Nr. 107 — 9. JUNI 1994 Avgerðin um hvørja út- búgving tú skalt hava, hvat arbeiði tú skalt hava er jú avgerandi fyri so mangt annað her í lívinum: Hvar og hvussu tú skalt búgva, stovnan av familju, børn o. s. fr. Ungdómurin serliga viðkvæmur Tá tosað verður um ar- beiðsloysi, eru vit nøkur, ið leggja serligan dent á vandan við ungdómsar- beiðsloysi. Hetta er ikki tí at vit eru líka glað við, um tey eldru hava arbeiði. Men hetta er ti, at vit síggja veruleikan í eyguni: Arbeiðsloysið er komið fyri at vera - í nógv ár í øllum fórum. Tí eiga vit at gera alt fyri at minka um negativu avleiðingarnar. Ein máti er at tryggja ung- um arbeiðstilboð - og tá Tey ungu, sum hava fing- ið fleiri hurðar slongdar í gronina hava ikki eingong góð minni um tað >at arbeiða< at bera við sær seinni í lívinum, sigur Eirikur Lindenskov . sjálvandi arbeiðstilboð við innihaldi, ikki bert >be- skeftigilsterapi«. Her haldi eg vit eiga at hugsa um eina ungdóms- trygd, sum kann tryggja øllum ungum eitt arbeids- tilboð ella undirvísingar- tilboð. Hetta ljóðar kanska stórsligið, men alternativið er, at vit í ár 2010 hava eini 3.000 fólk undir 30 ár, sum ikki vita hvat tað er at arbeiða, ella at vit als ongan ungdóm hava eftir í Føroyum… ; Eirikur Lindenskov Ternan sera væl hóskandi til at rekja siglingina um Vestmannasund alt árið Eitt av valevnum fólkaflok- sins í Vágum visti sina mis- nøgd í bløðunum herfyri, ú vágafólk bert høvdu 15 møgulcikar um dagin at koma um Vestmannasund. Eisini ein fyrrverandi eg um hví Ternan I ikki røkti siglingina saman við Sam. Her eru vit púra 6- samdir, tí sjálvur ivist eg onga løtu í, at Ternan, sum hevur røkt siglingina um Vestmannasund nú í longri tíð, er besta sambandið, vágafólk kunnu ynskja sær, síggja vit burtur frá tí fasta sambandinum. Trupulleikin er bert, at Teman er í so stór til ver- andi ferjulegu, og fer tað nokk so illa við ferjuleguni. Hinvegin so verður mett, at um verandi garður norð- anvert ferjuleguna verður longdur út norðureftir, vil tað saman við ðrum broyt- ingum hava við sær, at Teman uttan stórvegis trup- ulleikar kann rgkja sigling- ina alt árið. Sum skilst so eru norð- ingar væl nøgdir við Dúgv- una, tí eigur landsstýrið longu nú at kanna eftir, um Teman ikki er tað skipið, sum framyvir skal rgkja siglingina um Vestmanna- sund. Tað er valla nakar ivi um, at tíðin nú er komin har til, at vágafólk fáa eina hóskandi ferju. Tíðin er heilt einfalt farin frá Sam og Temuni 1. Frank Davidsen FUNDUR fyri Valevni & nevndarlimir 4% HOTEL FØROYUM LEYGARDAGIN 11. JUNI, KL. 19.30 SEE. Javnadarflokkurin