hósdagur 9. juni 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða MF Nr. 107 — 9. JUNI 1994 Tidindabladid [ sosiakurin |
|
|
Arheiðsloysið
hóttir Serliga
— og má basast um ungfólk
skulu hava nakra framtíð her
í Føroyum. Eisini eiga útbúgu-
ingartilboðini at skipast betri,
heldur Ragnar Thomsen, val-
evni javnadarfloksins í Suður-
streymoy
Skal framtíðin fyri ung-
dómin ikki vera arbeiðs-
loysi og ring kor annars,
er neyðugt at fara ál-
varsliga til verka.
Arbeiðsloysið, sum er
nógv vaksið seinastu
árini, serliga millum
ung, er ikki bert ein hótt-
an móti ungdóminum,
men eisini ein hóttan
mótvegis framtíð Før-
oya.
At basa arbeiðsloys-
inum má tí vera fremsta
mál eitt komandi lands-
stýri setur sær.
Eitt annað mál, sum
ikki minst viðkemur
ungdóminum, eru út-
búgvingarmeguleikar-
nir. Hesar eiga eisini at
gagna vinnulívinum í
framtíðini td. innan
marknadarføring, mál
og innan eini møguliga
komandi oljuvinnu, so
vitikki gerast eftirbátur.
Eisini eigur at verða
hugsað um endurút-
búgvingartilboð til tey
meira tilkomnu arbeiðs-
leysu.
Somuleiðis eiga onn-
ur enn arbeiðsleys, at fáa
góð endurútbúgvingar-
tilboð, so okkara førleiki
altíð verður í minsta lagi
á stødi við tí í umheim-
inum.
Eitt avgjørt krav í
samband við útbúgving-
armøguleikarnar er, at
ungfólk få figgjarligan
studul, som eisini tey,
sum koma úr figgjarliga
trongdum heimum,
hava møguleika sum øll
onnur.
Fíggjarligi studulin
må vera so frægur, at
fólk kunnu klára seg við
honum. Tað kann ein
ungur ikki í dag við tí
stuðli, sum fæst her í
Føroyum.
Eitt er útbúgvingin.
Annað er at fáa arbeiði
eftir lokna útbúgvingar-
tíð.
Í hesum sambandi má
upplýsast nógv betur
enn gjørt verður í dag,
hvørjar møguleikar ein
hevur tå útbúgvingin er
lidug.
Sjålvandi må tad vera
alment kent hvat føroy-
ingar lesa, so hvør ein-
stakur kann gera sær
tankar um, hvgrja út-
búgving ein velur sær.
At flestu ungir føroy-
ingar nema sær at kalla
somu útbúgving av ber-
ari tilvild kann ikki vera
meiningin. Tað gagnar
ikki teimum sjálvum og
heldur ikki samfelag-
num sum heild.
Ragnar Thomsen
So tætt hevur verið millum teir triggjar flokkarnar, Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin, at bert tvær
atkvødur hava verið ímillum. Tað man helst eisini vera ti, at valevnini hava gjørt nógv burtur úr valfundum, sum vanliga
hava verið í hvørjari bygd. Eisini í Skúvoy, haðani myndin er. Mynd: Kalmar
Í landsins minsta valdømi
Triggir flokkar
stavn um stavn
Í 1978 vann Fólkaflokkurin á Javnadarflokkinum við trimum
atkvødum. Valid eftir,- í 1988, segdiJavnadarflokkurin takk fyri
seinast við tveimum atkvødum,
Tá úrslitið frá Sandoyar
valdømi seinast kom, var
als einki at ivast í, hvor
hevði vunnið og hvør hevði
tapt.
Javnaðarflokkurin = var
hin stóru sigurharrin við
396 atkvgðum. Næstur hon-
um var Fólkaflokkurin við
316, og Tjóðveldisflokk-
urin hevði 212 atkvødur.
Men so greitt hevur tad
kortini ikki altíð verið.
Hesir tiggir flokkarnir
hava mangan ligið stavn um
stavn. So nær hava teir ligið
hverjum øðrum, at einki var
avgjørt fyrr enn finteljing
fyrst var.
Javnadarflokkurin hevur
fingid løgtingsmann valdan
á Sandoynni hvørja ferð
síðani 1936, uttan tað einu
ferðina. Tað var í 1978. Tá
kom Fólkaflokkurin triggj-
ar atkvødur fram um Jav-
naðarflokkin. Tjóðveldis-
flokkurin lá tå 12 atkvødur
frammanfyri.
Men valið eftir,- í 1980
segði Javnaðarflokkurin
Fólkaflokkinum takk fyri
seinast. Tá vann Javnaðar-
flokkurin við tveimum
atkvødum. Hesaferð hevði
Tjóðveldisflokkurin sjey
atkvødur fleiri enn Javnað-
arflokkurin.
Við valið í 1984 lá Fólka-
flokkurin á odda við 301
atkvødu og Javnadarflokk-
urin nummar tvey við 291.
Men ikki vann Javnaðar-
flokkurin tryggari enn so, at
hann hevdi ikki meira enn
fimm atkvødur fleiri enn
Tjóðveldisflokkurin.
Næstseinast,- í 1988
dragnaði eitt sindur millum
flokkarnar. Einaferð enn
fingu Javnaðarflokkurin og
Fólkaflokkurin mann vald-
an, og Tjóðveldisflokkurin
gjørdist 21 atkvødur ov
Stuttur.
Fyri hálvum fjórða ári
síðani vann Javnaðarflokk-
urin ein tryggan sigur. Tá
vóru ikki færri enn 80 at-
kvgður millum Javnaðar-
flokkin og Fólkaflokkin, og
184 atkvødur vóru niður til
Tjóðveldisflokkin. Seinast
fekk Sambandsflokkurin
76 atkvødur í Sandoyar
valdømi.
Stilla uppaftur
Teir bådir tingmenninir,
sum seinast vóru valdir fyri
Sandoyar valdømi, stilla
uppaftur hesaferð. Jógvan
A. Johannesen fyri Javnað-
arflokkin og John Petersen
fyri Fólkaflokkin.
Sum minsta valdømi í
landinum hevur Sandoyar
valdømi sløk fýra prosert
av øllum atkvødunum i
landinum. Seinast vóru
1060 fólk á vali í Sandoyar
valdømi.
tór.-
Kvinnuráðstevnan
ALLA kvinnur or vælkomnar Í Melnrstons í
sambandi við fyrireikingar til kvinnuráðstevnuna
FORUM 94 í Ábo 1.-6. august 1994. Opið er hvert
mikukvøld kl. 20-22. Telefon: 16938/12880 og og
faks: 12545.