Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juni 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 108 — 10. JUNI 1994 AW Sudurstreymoyar Javnaðarfelag heldur til í niðaru hæddini í blaðhúsunum hjá Sosialinum á Argjum Suðurstreymoyar Javnaðarfelag: Opið hús — hvørt mikukvøld og hvønn sunnudag f samband vid tilstund- andi løgtingsvalid skip- ar Sudurstreymoyar Javnadarfelag fyri til- tøkum í felagshølunum å Argjum hvørt miku- kvøld og hvønn sunnu- dag. Hetta kallar felagid Opið hús, har høvi verð- ur at hitta valevni og felagsstjórn. Hallstein Sigurðsson, formaður felagsins sig- ur, at her eru allir limir, saman við ødrum áhug- aðum, vælkomnir við hugskotum, uppskotum og viðmerkingum um hvussu farast skal fram í valstríðnum. Felagshølini á Argj- um eru opin hvørt miku- kvold millum klokkan 20 og 22 og hvønn sunnudag frá klokkan 17. tór.- Javnaðarflokkurin: Nú leygardagin skipar Javnaðarflokkurin fyri fundi á Hotel Føroyum. Fundurin byrjar leygar- morgunin klokkan 9.30, Valevni hittast og er fyri valevnum floksins og nevndarlim- um í Jjavnadarfeløg- unum. Kveldseta Í hesum sambandi skip- ar kvinnubólkurin í Javnaðarflokkinum fyri kvøldsetu í felagshølun- um å Argjum, har Sosi- alurin heldur til. Kvøldsetan byrjar klokkan 20.30. Har verdur mangt og hvat å skrånni, bædi til skemt- unnar og ålvara. Millum annað verður sangur, tónleikur og upplestur. Torkil Dam fer at spæla harmoniku og Zakaris Hansen guitar. Eyðun Andreasen, fólkalívsfróðingur, fer at lesa upp. Haraftrat skulu tveir kendir javnadarpolitik- arar rættiliga í andglett- in. Tað eru núverandi og fyrrverandi løgmenn- inir, Marita Petersen og Atli Dam. Tey fáa tíggju spurningar í part. Hvørj- ir spurningarnir eru, verður frammanundan dult sum mannsmorð, siga fyrireikararnir. Kvinnubólkurin vón- ar, at so mong sum gjør- ligt fara at koma å Argir leygarkvøldid. Limir í javnadarfeløgunum, erueisini eru vælkomnir at bjóða gestum við. tór.- Tíðindablaðið ESF Kommunulæknarnir í Havn: Ongar avloysarar Kommunulæknarnir stúra fyri arbeiðstrýstinum í summar, tí teir fáa tilsamans bara ein avloysara í tvær vikur Kommunulæknarnir i Havn eru vanir vid, at up- paftur meira enn vanligt er at gera um summarið, ti teir skulu hava summarfri sum onnur fólk, og summarmán- aðirnar eru teir tí ongantíð fullmannaðir. Men í summar fer at bera av. Tað vanliga hevur verið, at í hvussu er ein avloysari fyri kommunulæknamar hevur verið gjøgnum alt summarið, men í ár er avloysari bara játtaður tl tilsamans tvær vikur. Hetta fer at hava við sær, at í staðin fyri sjey verða kommunulæknarnir alt summarið bara fýra ella fimm. Teir hava roynt at býtt summarið millum sín, soleiðis at ikki fleiri enn tveir halda frí í senn. Teir stúra fyri arbeiðs- trystinum, tí tá teir eru færri, verður so mikið meira til hvønn, og oftari koma teir at hava vaktir, sum eru omaná arbeiðsdagin. Samstundis skal Lands- sjúkrahúsið spara. Tað merkir færri innleggingar og uppaftur styttri innlegg- ingartíð - og meira arbeiði fellur á kommunulæknar- nar. Um summarið skal eisini havast í huga, at í býnum er meira fremmandafólk, og onkur teirra kann koma at tørva læknahjålp. Kommunulæknarnir vóna, at fólk fara at bera yvir við teimum, at bíðitíðin verður longri, og at læknin fær verri stundir. Teir kunnu ikki gera við, at avloysarar ikki verða játtaðir. randi Mikudagin hevdi telefonverkid móttóka fyri at sýna fram nýggju útgerðina Nýggj útgerð á telefonverkinum ger tað lættari at avgreida spurningar til nummarkall Teknisk útbygging merkir einfaldari arbeiði. Tað kunnu teir 20 tele- fonistarnir á telefonstødini í Havn sanna. Mikudagin tóku tær í nýtslu nýt tele- fonborð, sum skuldi gjørt tað skjótari og einfaldari at avgreiða fyrispurningar til nummarkall. Ikki bara fer alt beinleiðis inn á skermin, men tær sleppa eisini frá at skriva nakað niður við Utbyggingin kostar 1,5-2 mió. krónur. Nýggja borðið ertað fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Utbyggingin ger, at nå ber til hjå upp til sjey tele- fonum at tosa saman i senn. Tå fleiri enn tvey higartil hava skulað tosað saman, hevur verið neyðugt at fingið sambandið millum linjurnar = gjørt niðrifrá. Tørvurin hevur ikki verið tann heilt stóri á hesi tænastu. Væl fleiri i arbeiði 3223 arbeiðsleys fáa í dag peng- ar frá Arbeidsloysisskipanini Tað tykist sum væl fleiri fólk hava fingið arbeiði seinastu mánaðirnar. Talið av arbeiðsleysum, sum fáa útgjald frá Arbeiðs- loysisskipanini er í hvussu er minkað nógv. Tað hava verið væl yvir 4000 fulltíð- arrarbeiðsleys, men hesa vikuna eru bara 3223 fólk, sum fáa pengar frá Arbeiðs- loysisskipanini. Nøkur eru dottin úr skip- anini, tí gjaldið var komið niður í einki. Ein orsøkin til fallandi arbeiðsloysið er, at væl av fólki er farið av landinum at arbeiða. Summi eru farin við allari familjuni, onnur randi Tað hendir ofta, at Arbeiðsávísingin hevur størv av vísa á eru farin sjálv, men eru kortini íkki flutt av land- inum. Haraftrat eru fleiri komin í arbeiði í Føroyum, siga tey á Arbeiðsloysisskipanini, sum hevur arbeiðsávísing- ina. Tað er so javnan, at biðið verður um at fáa fólk til smávegis arbeiði. Nøkur hava eisini fingið arbeiði fyri styttri tíð sum avloysarar í summar. Samlaða útgjaldið hjá Ar- beiðsloysisskipanini hesa vikuna var 5,75 mió. krón- ur. Tá ringast stóð til, var tað omanfyri 10 mió. krón- randi