Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juni 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ søsialurin ] Nr. 108 — 10. JUNI 1994 Sida 5 Førovakvøld I Nordurlandahusinum komandi tyskvøld Føroyakvøldini, sum plaga at vera hvørt tyskvøld i Norðurlandahúsinum í summarmánaðunum, eru byrjað aftur. Fyrsta kveldið var tann 7. juni og undir- tøkan var stak góð; eini 180 fólk høvdu leitað sær nidan í Norðurlandahúsið til kvøldsetuna, meðan tey vóru umleið hundrað, sum eisini royndu tað stóra fiskaborðið, sum er hin høvudståtturin í tiltakinum. Tiltakið byrjar kl. 18 við borðhaldið og kl. 19.30 byrjar so kvøldsetan. Tað mest forkunnuga á skránni hesa ferð man vera leik- mynd yvir tekstir hjá Magn- us Dam Jacobsen, sum Katarina Nolsøe, Súsanna Tórgarð og Hans Tórgarð framføra. Hendan verdur helst bara framførd kom- andi tyskvøld og næsta tys- kvøld afturat. Gjøgnum- gangandi tráðurin í skald- skapi Magnussar er, at høv- uðspersónurin er í stríð við seg sjálvan og berjist við innari mótsegnir, ið hann ikki megnar at fáa til at sam- einast. Á pallinum sæst ein manligur høvudspersénur, ið kann skiljast sum alter ego rithøvundans, og tvær kvinnur, sum á ymsan hátt umboða tær kreftir, ið stríð- ast í honum og uttan um hann. Ahugaverdur er eis- ini vísubólkurin Enekk úr Eysturoynni. Teir hava skapt sær sín sermerkta stíl og skriva sjálvir tónleikin, ið teir spæla; framførslurnar hjá Enekk eru eyðkendar av hegni og stórari innliving í tónleikin. Á kveldsetuni tyskvøldiO framføra teir nýggj leg Tórshavnar Manskór undir leiðslu av Bjarna Resorff fer at syngja føroysk løg, m.a. eina út- seting hjá Bjarna av Regin Smiði. Á skránni annars er føroyskur dansur við Norð- streymoyar Dansifelag og tvær stuttar ljósmyndargðir eftir Inga Joensen við tón- leiki eftir Johannes á Rógvu Joensen. Føroya kvøldini i ár eru vidkad til eisini at umfata eina søluframsyning av heimavirkislutum. = Um- framt at lutimir verða sýndir fram, verða eisini fólk á staðnum, sum virka ymiskt til. Komandi tyskvøld verð- ur m.a. napping, karing og spinning, sum Tita Winther tekur sær av, Sjúrður Poul- sen fer at skera í træ og horn, og Ragna Niclasen fer at mála postalín. Til sølu verða bundnir lutir (troyggjur til børn og vaksin, hosur, húgvur 0.2.), heimaspunnið tógv, umframt smykkur, horn- og trælutir, málað postalin o.a. Tað er Føroya Heimavirkisfelag, ið stendur fyri hesi framsýningini og leggur hana til rættis. Framsýning- in er í Klingruni í Norður- landahúsinum og byrjar kl. 17 týsdagin. Kostnaðurin fyri alt kvøldid, Le. bæði borðhald og kvøldsetu, er 200,- kr., meðan útreiðslan er 60,- kr., um ein velur bara at fara til kvøldsetuna. Um fólk ætla at tryggja sær pláss til borð- haldið tyskvøldid, eiga tey at bíleggja sær tað í seinasta lagi mánadagin á middegi. FØROYSK SÅPA - NYTILIG TIL MONG ENDAMÁL Er at fáa í flestu handlum í Streymoynni og Eyst- uroynni — eisini at fáa aðrastaðni seinni. Handlar kunnu bíleggja frá heilsøluni Pf. Poul Hansen 19850804 'oROvsKT I tlf, 21269 — fax. 21570 Box 14, FR-340 Kvivik Annika, Sigrid á Elsa — á myndini saman við tónleikarunum — fara iannadkvøldkl. 21 saman vid Noomi á Co. at hava'stóra gospelkonsert í ítróttar høllini á Giljanesi Stor gospelkon- sert á Giljanesi i annadkvøld Bólkurin Kanaan noyddist at geva avbod, ti Finn- bjørn Hansen hevur meitt sær hondina, men i teirra stad er komin annar vågab6lkur — Noomi & Co. Tey, ið hava hug at lurta eftir góðum føroyskum gospeltónleiki, fáa møgu- leikan iannadkvøld, táein stór gospelkonsert verður í ítróttarhgllini á Gilja- nesi. Við á konsertini verða tveir bólkar — Annika, Sigrið á Elsaog Noomi & Co. Ætlanin var uppruna- liga, at tað skuldu vera bólkurin Kanaan úr Vág- um, ið skuldi hava kon- sertina saman við Anniku. Sigrið á Elsu, men í vik- uni var guitarsnillingurin Finnbjórn Hansen fyri einum óhappi, har hann JA! meiddi sær hondina so illa, at hann ikki fær spælt. Tí varð í skundi roynt at finna ein annan bólk, ið kundi taka yvir fyri Ka- naan, og ikki gjørdist neyðugt at fara so langt, tí í ein annar vágabólkur, ið kallast Noomi & Co. varð spurdur, og varð játtandi svar givið. Tí verður konsertin av- greidd sum ætlað, hóast tað sá svart út ta einu løt- una. - Vit hildu ikki, at vit kundu avlýsa tiltakið, tá núaltannars var klárt, so tí eru vit sera fegin um, at Eg gerist haldari av Tíðinda- blaðnum Sosialinum og fáið blaðið 5 ferðir um vikuna. | fyri 225 kr./ársfj. (haldarar í Føroyum) ” fyri 425 kr./årsfj. (haldarar í Danmark) | Ymsir prisir fyri onnur lond. ársfjórðinginum. | Kannað postverkinum Navn:........--r0r00r0000 00 Bústaður: .................... Til ber altíð at gerast haldari og goldið verður bert fyri blødini, ið eftir eru av Noomi & Co. hjálpa okk- um úr knípuni og vera við á konsertin, siga Annika Sivertsen og Elsa í Garði, ið eru millum fyrireikar- Konsertin byrjar kl. 21 í annadkvøld, og ókeypis atgongd verður. Fyrireik- ararnir siga, at í staðin verður savnað inn, og so kunnu tey stuðla fíggjar- liga, ið hava hug. — Fólk skulu ikki gjalda fyri at hoyra gleðiboð- skapin boðaðan. Heldur ikki, um tað er við sangi, verður sagt. hj. Ókeypis Sosialurin rindar postgjaldið Tíðindablaðið SOSIALURIN Postboks 76, FR-110 Tórshavn