fríggjadagur 10. juni 1994síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
Nr. 108 — 10. JUNÍ 1994
Myndakalendarin
1995 er nú komin
Eitt summartekin sæst nú
kring landið. Tað er hin ár-
liga afturvendandi Mynda-
kalendarin við trettan vøkr-
um myndum ymsastaðni úr
landi okkara. Forsíðu-
—
Valsendingar
i útvarpinum
Útvarpið hevur nú av-
gjørt, hvussu valsend-
ingarnar til løgtingsval-
10 7. juli 1994 verda
skipadar.
Hvør flokkur fær eina
framløgusending, og
skipað verður fyri
spurnarsendingini = >Í
Andgletti<. Eisini fer út-
| varpið at hava eitt orða-
| skifti, og sent verður frá
| stóra valfundinum, sum
verður sendur í sjón-
varpi og útvarpi týsdag-
in 5. juli.
Framløgusendingar-
nar hjå flokkunum verda
ein tíma, og verða send-
ar kl. 17.30. Tann fyrsta
| kemur fríggjadagin 24.
juni, og verður síðan
hildið fram teir næstu 10
dagarnar. ,
Spurnarsendingin >Í
Andgletti« verður í
tveimum pørtum. Í fyrra
partinum, sum verður 30
min., skal eit umboð
fyri flokkin svara spurn-
ingum frá útvarpsfólki.
Hesar sendingarnar
verða festar á band, og
enn valsendingarnar
byrja.
Seinni parturin av
spurnarsendingunum,
sum verður 40 min.,
verður sendur beinleið-
is. Somu umboð fyri
flokkarnar fara í hesum
umfarinum at svara
spurningum frá lutarum,
sum fáa høvi til at ringja
inn.
Í politiska orðaskiftin-
um mánadagin 4. juli lut-
tekur eitt umboð fyri
hvønn flokk. Talutidin
hjá hverjum luttakara
verður 10 min., men lut-
takararnir ráða sjálvir
fyri, hvussu teir brúka
hesa talutíðina.
Á fundi í útvarps-
nevndini tann 7. juni
varð drigið lut um rað-
fylgjuna í framløgu-
sendingunum:
Friggjadagin 24. juni:
Verkamannafylkingin
Leygardagin 25. juni:
Javnaðarflokkurin
Sunnudagin 26. juni:
Frælsisfylkingin
Mánadagin 27. juni:
Sjálvstýrisflokkurin
Týsdagin 28. juni:
Tjóðveldisflokkurin
Mikudagin 29. juni:
Miðflokkurin
Hósdagin 30. juni:
Fólkaflokkurin
Fríggjadagin 1. juli:
Hin føroyski flokkurin
Leygardagin 2. juli:
Kristiligi fólkaflokkurin
Sunnudagin 3. juli:
Sambandsflokkurin
Mánadagin 4. juli:
Politiskt orðaskifti mill-
um allar flokkarnar
Týsdagin 5. juli:
Valfundur í SvF/UF fyri
allar flokkarnar
Hósdagin 7. juli:
Valkveld í UF
myndin hesaferð er eitt
sindur gåtufør, har Geita-
skoradrangur stendur so
spentur út frá Vågabjørg-
um. Síðan fylgja tær 12
myndirnar fyri hvønn mån-
aðin, hvor frá sínum stað og
við sínum serliga dámi, ið
hoyrir til árstíðina.
Føroya Myndakalendar.
verður givin út av Jákupi
Andreas Arge, og tað er eis-
ini hann, ið hevur tikid
myndirnar. Hesin fyri 1995
er hin sekstandi, ið komin
er. Aftan fyri hvørja mynd
liggur stórt arbeiði við long-
um gongutúrum og nógvari
bíðan eftir tí rætta ljósinum,
sigur Jákup Andreas. Hetta
stødugt skiftandi ljósið er
júst tað, sum ger okkara
land til eitt so framúrskar-
andi motiv. Fyri mynda-
mannin er tað tó samstundis
ein avbjóðing.
At marknadarføra
Føroyar
Roynt verdur at fåa henda
álmanakka út til sólu tíðliga
á sumri hvort ár, so ferða-
maðurin eisini fær møgu-
leika at keypa hann. Tað
hevur eydnast væl at selja til
ferðafólk í Havnini, men
minni væl í bygdunum
Møguliga kemst hetta av, at
ferðafólk ofta vitja kring
oyggjarnar við ryggsekki
og síðani koma til Havnar at
keypa tað, tey vilja hava við
sær heim aftur. Hetta er so
ein avbjóðing ul handils-
fólk á bygd at royna at selja
sínar vørur betur til tey vitj-
andi.
Jákup Andreas sigur, at
helst meira en helvtin av
Myndakalendaranum end-
ar uttan fyri landoddarnar.
Bæði av beinleiðis sølv til
útlendingar, sum vitja her,
men enn meira ti føroyingar
eru so ófgrir at sæånda hann
sum gåvu til næstrafólk og
vinir í útlondum. Ongin ivi
er um, at túsundtals útlend-
ingar hava frætt um Før-
oyar á fyrsta sinni, tá ið tey
hava sæd Føroya Mynda-
kalendara hanga á bróstin-
um í onkrari fjarskotnari
stovu.
Bæði prýði og kunning
Og júst fyri at kunna nøkta
ein bráðfeingis upplýsing-
artørv hjá tí fremmanda, eru
upplýsingar aftast í álma-
nakkanum, ið greiða frá
okkara landi. Har er Før-
oyakort, eins og eitt kort, ið
vísir stóðu Føroya í havin-
um millum Ísland og Skot-
land. Undir hesum sæst
stutt frágreiðing á enskum
og donskum um landafrødi,
søgu og samfelagsskipan
Føroya. Har fæst m.a. at
vita, at Føroyar eru 18
oyggjar vid 45.347 sålum
(1993), sum eru ættað frå
norskum niðursetufólki í
víkingatíð, at stjórnarskip-
anin er >heimastýri< innan
Danska Ríkið, at vit eiga
(áttu?) nógvar bilar osfr. Alt
sovorðið, sum útlendingar
kunnu finna uppá at spyrja
um.
- Hóast fólk hesi seinnu ár-
ini hava havt minni pening
um hendi, so hevur gingið
væl at selt Myndakalend-
aran. Tó er upplagið nakað
Tíðindablaðið CS
minni í ár enn seinasta ár.
Kassagerð í Íslandi hevur
prenttilgjørt, prentað og
bundið inn, í ár eins og árini
fyri.
Føroya Myndakalendari
1995 er g60 gåva, høgliga
bjålvadur í brævbjålva, so
hann uttan hóvasták kann
sendast við postinum. Vekt-
in av álmanakka + bræv-
bjålva er tilsamans bara 285
gramm.
Krigspensionistar 7
lumpa politiskt
— sum royndir annars vóru gjørdar til tå nógu
| umtalaðu skattauppskotini vóru fyri i tinginum í
var
-Atbilla fólki inn, at vit sum
er kunnu hækka og lækka
skattin av krígspensiónini
júst sum vit vilja, og sum
ávísir tingmenn hava gjørt
seg til talsmenn fyri, er
einki minni enn beinleiðis
at lumpa fólk. :
-Veruleikin er tann, at
skattligu viðurskiftini eru í
løtuni so háttaði, at lækkar
løgtingid skattin á krígs-
pensiónini, hevur danski
staturin allan rættin til at
skatta hesar pengar sam-
svarandi = skattastiganum,
og tað hava allir krígs-
pensionistar skrivað uindir
uppá.
-Skal talan tí verða um at
lækka skatt á krígspensión-
ini mugu skattligu viður-
skiftini í hesum samband-
inum millum Danmark og
Føroyar broytast. Alt annað
tos er at lumpa fólk, og tað
vil eg ikki standa model! til
nú eg havi fingist við hetta
spennandi mál í so langa tíð.
Hetta sigur Knút Nolsøe.
Knút er á listanum hjá
Javnaðarflokkinum í Suð-
urstreymoy, men tað var
annars ikki ætlan hansara.
Tá talan var um uppstilling,
var eisini heitt á Knút um at
vera á listanum, men hann
bar seg undan. Men nú
hevur hann beinleiðis biðið
um at vera við. Høvuds-
orsøkin er, at hann vil vera
við at fylgja málinum um
krígspensiónini til endans.
Fólkapensión
og skattur
-Tað er beint, at eg sjálvur
bað um at koma á listan.
Tað var tó ikki bert við
krígspensiónini í huga. Tað
hevði eisini við skatting av
fólkapensiónini sum heild
at gera.
-Eg havi altíð hildið, at
grundupphæddin í fólka-
pensiónini skuldi vera
skattafri, og nú eg havi
fingið vissu fyri, at
Javnaðarflokkurin hevur
fingið júst tað inn í
virkisskránna, og at flokk-
urin vil virka fyri, at
fólkapensionistar umframt
grundupphæddina kunnu
forvinna líknandi upphædd
uttan at hon verður skattað,
Í á
i
|
Knút Nolsøe vónar, at
krígspensionistar ikki lata
seg lumpa
vil eg fegin vera við til at
fremja hesi framstig, sigur
Knút Nolsøe. Hann leggur
eisini dent á, at Javnað-
arflokkurin eisini vil virka
fyri, at hjúnarstóða ikki
ávirkar skattlig viðurskifti.
Til dømis soleiðis, at annar
hjúnarfelagin ikki verður
skattliga nervaður hóast
inntøkan hjá hinum fer upp
um fólkapensiónsupphæd-
dina.
tór.-