Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juni 1994síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tað er ringur fuglur sum drítur í egið reiður Nú nýggir flokkar vaksa sum hundalond í okkara kæra fost- urlandi, meti eg sjálvur at her er vandi á ferð, og helst er hetta ein rámandi misskiljing. Tað er altíð spell, tá ið álv- arsmál ikki verða skilt rætt, ti hesa viðmerking. Hetta er ikki gongd leið og má hetta metast sum spjaðing av einum sameindum fólki. Lat tað verða sligið fast, at floksskråimar eru bæði góðar og hartil trivaligar, um so eitt sindur ymiskar. Og ikki hissini sum tað verð- ur hildið fast við tær í valrød- unum, kryddaðar við søtum lyftum. Men tá ið so valið er av og vit koma til tað álvarsama, at landsstýri verður skipað, tá hendir tað syrgiliga, at allir meira og minni gloyma stavn- haldið og leggja skráirnar á hillina. So verður snávað og lirkað, við tí úrsliti, at hesir somu flokkar, sum í valstríð- num vóru sum tvær reyðar kýr, verða sum eineggjaðir tv íburð- ar. Hetta hevur ført okkum út á eggina. Merkiligt, at tað ikki ørar fyri tykkum, sum í so mong ár hava trokað okkum út her, sum vit nú standa. Tit standa fremstir og sleppa helst ikki aftur um fjøldina, men har eru hjálanda garparnir. Í mín- um eygum eru teir harðrendir røktingarmenn og ikki fríir fyri at hundbeita. So hetta er eitt fylgi í vanda, og so álvarsamt, at søgan ikki kennir til slíkt. Tað kennist hugstoytt og gråtiligt, at hesir somu pinku- menn aftur bjóða seg fram at taka róður í hond. Er ikki skomm skapt í teimum, ella verður æra sett í sín skendsil? Eg veit at nidurlagid er, at hvør einstakur tingmadur hevur gjørt sitt besta. Mær rennur til hugs søguna um tann unga og 6roynda enska skiparan, sum kom heim av sinum fyrsta tåri, sum ikki hevði eydnast so væl. Tá ið hann kom inn á skrivstovuna og segði við tann gamla, roynda reiðaran: >Men tygum, eg havi gjørt mítt besta«. Svar- id, hann fekk, var: >Títt besta er mær ikki nóg mikið<. Hesi orð reiðarans eigur Før- oya fólk ikki at gloyma valdag- in. Og ásanna at júst hetta fyri- brigdi kennir hvør einasti borg- ari á sínum egna skinni. At tykkara besta var ov lítið. Gjørd gerð fær onga vend, nú svíður sum svgllur. Ein av teimum griksku heimsspekingunum segði: »Lat teir ráða sum ikki ynskja tað<. Júst hetta hevði verið loysnin. Og so fingu vit skift nakrar út sum einki minni enn hava reyvrent og dripið vónina og áræðið í okkara góða, unga ættarliði. Tað verður hart hoyggj at draga at ála og menna ta før- oysku fólkasálina upp á tað stødi, har hon var. Ei dáni i, at fólkið hevur mist mótið nú alt hetta trýstið er lagt á herðarnar á unga ættarliðnum, ja, eisini á éfødda. Eingin orkar at bera eitt brotið mót, sigur tann vísi Salomon kongur. Men hetta gkið, sum eitur skattur, mvg og tollur og ei- rindaleysir keypmenn er tung- ur burður at bera. Fólkið er um athoykna og tíverri kann fólkið fult taka undir við tí reysta bóndaskaldinum, og góðu landsmenn, hvat hava tit gjørt, titdripið hava føroyingar í Før- oyum. Heitið á greinastubbanum er vígt rumblinum í sjálvstýris- flokkinum. Gamal maður (mentaður) tók ofta soleiðis til orðanna: At når hønen for hanen galer, og manden for konen taler, da går det ikke i lag. Hetta prógvar seinasti løg- maður. Til seinast verður tykkum ynskt eitt gott val. Men nú skútan er komin inn í tarakann tað ikki vera hvør sum helst, sum tekur róður í hond. Leivur Eidesgaard, Oyndarfjørdur ÉT Løgtingsmenn kunnu nu PROGVA, um nakað hald er í ti, teir lova Føroya fólki upp undir valið 7. juli Okkara 32 legtingsfólk hava nú í 3 1/2 ár kunnað hjålpt ar- beiðsleysum føroyingum burt- ur úr neyðini, tey eru komin í vegna térvandi arbeiði, men einki hava teir zjørt. Tey ar- beiðsleysu er bara slept upp á fjall, tað verður sagt, at vithava ikki pening til tey arbeiðs- leysu, tey mugu klára seg við 67% av einari arbeiðsmanna- lén til tey als onki fáa tvey ár seinni. Húsini, hesi fólk hava bygt sum sítt heim, hava tey flestu mist, ella standa til at missa um stutta tíð, tí tey ar- beiðsleysu kunnu ikki gera nakra avtalu við nakran banka, tí inntøkan er slett ikki at dúva uppá. Okkara løgtingsmenn hava bara sitið, meðan FØROY AR bløda åt, men nå ta5 stundar móti vali, blíva allir løgtings- menn ggiliga góðir, nú lova teir at skil skal koma á set- húsamarknaðin, fólkaflytingin skal steðgast og arbeiðsleys skulu fáa onnur kor at liva undir osfr. Alt bara valflesk fyri at koma inn aftur á ting at pleyga síni egnu áhugamál, líka mikið um alt annað doyr. Løgtingsmenn! Nú hevur ein mótmælisgonga verið 30. mai, sum prógvar at tey ar- beiðsleysu vilja nakað, nú stendur tað bara upp til tykk- um, umtitviljageranakað av tí, tit lova, nú kunnu tit prógva, at tit meina nakað við tað tit siga, við at savna 16 tinglimir saman fyri at fáa reist hetta ålvarsmål á tingi, áðrenn valið 7. juli. Tá kundi tað verið at fólk aftur fekk álit á tykkum. Gera tit einki fyri tey ar- beiðsleysu áðrenn valið, tá tit hava møguleikan, tá kunnu tey arbeiðsleysu heldur ikki rokna við at tit fara at geranógv burtur úr hesum málvarsmáli, tátiteru komin at sita í einari samgongu. Hesar báðar sein- astu samgongurnar, sitið hava hetta valskeiðið, hava so sanni- liga prógvað tað mótsatta. So hví kunnu vit vænta at ein onnur samanseting av somu tingmonnum skal arbeiða ødrvisi aftan á valið. Hetta skriv er ikki bara mið- að ímóti leivdunum av verandi samgongu, men til alt okkara høga ting, samgongu og and- stóðu!!! Vísið nú tykkara vilja í verki, tað er ivaleysa nógv tosað. Tosi og møsni kunnu tey arbeiðsleysu ikki liva av. Hilmar Gaardbo Toftir Tíðindablaðið CD Nr. 108 — 10. JUNI 1994 Síða 17 Vit eru í stevnuhyri Sodavatn frå FØROYA BJOR - 3 ymisk sløg 1 fi. á 1'/» tr. SJOKULATU- PLÅTUR 4 ymisk sløg (200 gr. Toms) STOKTAR PYLSUR - tvær, og eitt SUNKIST # Kloakslam # Hanebryster (frítt val) mm Mågeklatter # Andemad Ein stórur pk. á 120 gr. 107 TENDRARAR elektroniskir Eisini hava vit fingið heim nýggja sending av tónleiki Og somuleiðis hava vit ballónir, brillur, hattar, sålskermar, fløgg v.m. Teir vælumtóktu VÅR- ÍSARNAR, ið øll spyrja eftir, hava vit sjálvandi eisini... Umframt hava vit nógv onnur góð tilboð TLF.48392 ; S Vig" Kommunur biðja landsstýrið binda frið Kommunurnar seta einki skattaprosent niður enn. Útrokningarnar hjá landsstýrinum eru skeivar, sigur kommunubólkurin, sum hevur sent landsstýrinum soljóðandi skriv: Á fundi í dag hevur Komm- unubólkurin vidgjørt skriv landsstyrisins frå 2. juni 1994 til kommunurnar, har heitt verður á kommunurnar um at senda landsstýrinum eina endurskoðaða fíggjar- ætlan fyri 1994. Endur- skoðaða fíggjarætlanin fyri 1994 skal samtykkjast av bý- og bygdaráðunum og síðani góðkennast av lands- stýrinum. Kommunubólkurin er einmælt samdur um at svara landsstýrinum, at bólkurin ikki dugir at síggja nakra sum helst orsøk fyri at end- urskoða fíggjarætlanina á núverandi stødi. Í hesum sambandi verður vist til skriv landsstýrisins frá 2. desember 1993, har lands- stýrið áleggur kommunun- um at gera fíggjarætlanina fyri 1994 eftir verandi láns- treytum. Hesar treytir eru ikki broyttar enn, og verða tað kanska heldur íkki í 1994. Tí inntøkuvøkstri, sum landsstýrið sambært sjón- varpi og útvarpi metir fyri 1994, er als onki hald í, men ein sjånhvørving, sum bert landsstýrið kann fáa eyga á. Framrokningarhátturin, sum landsstýrið nýtir, er skeivur, tå hann ikki er grundadur å veruligu inn- tøkuna hjå hvørji einstakari kommunu. Ein skattalækk- ing vil vidføra gjaldtrot, tå skatturin verdur umrokn- aður fyri alt árið. Sum vanligt hevur verið, kann roknast við einari stór- ari rokning til kommunur- nar í heyst, tá skattareguler- ingin fyri 1993 verður gjørd. Kommunubólkurin er samdur um at svara, at út- reiðslusíðunaer onki at gera við enn, og at tað gongur størsti partur av árinum, áðrenn nøkur avtalaer gjørd við lángevararnar. Viðvíkjandi inntøkusid- uni síggja vit onki ljós fyri framman, heldur hinvegin. Alt bendir á skeiva borðið fyri tíðina. Sostatt duga vit ikki at síggja, at nakað peikar tann vegin, at tað er ráðiligt at broyta skattaprosentið fyri 1994. Kommunurnar taka undir ongum umstødum meira pening frå fólki enn hægst neyðugt, so um fólk ikki orka meira, sambært tí sum fjølmiðlarnir skriva, so er hetta ein landsuppgáva at lætta fólki um byrðarnar, og eigur landið at ganga á odda —16 ikki við at fara i komm- unukassamar eftir hjålpini. Gjørt verdur vart vid, at landsstýrið metir meirinn- tøkuna til 77 mió. ímeðan figgjarfrødingarnir hjå Kommunernes Landsfor- ening siga 25 mió. frádrigið eykarokningina fyri 1993, sum fyri 1992 var 18 mió. Sostatt kann kanska roknast við eini meirinn- tóku uppá 7 mió. heldur enn 77 mió. kr., sum eisini verða etnar upp av nýggj- um lógarásettum út- reiðslum. At enda vil Kommunu- bólkurin vegna føroysku kommunurnar heita á lands- stýrið um at binda frið, í- meðan kommunurnar ar- beiða við umleggingini av lániskuldini, til gagns fyri føroyska samfelagið. vegna Føroyska Kommunubólkin Páll Vang John Færð