leygardagur 11. juni 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG
Sannføring og
sjålvrannsakan
Í dag hittast øll valevni javnadarfloksins
í Havn. Her fara tey at tosa um krepp-
una, hvussu teir stóru trupulleikarnir í
samfelagnum kunnu loysast, hvussu
valstríðið skal fara fram og sjálvandi
fara tey eisini at tosa um, hvussu tey
einsæris - í hvørjum valdømi, í hvørjari
bygd - fara at reka valstríð men so
sanniliga eisini um, hvussu tey øll, sum
jú eru ein týðandi kjarni í javnaðar-
flokkinum, kunnu bera út til fólk boð-
skapin hjá flokkinum, ein boðskap, sum
bæði snýr seg um rættindi hjá hvørjum
einstøkum í samfelagnum, um demo-
krati, um hvussu vit í felag bera byrðar
og hvussu vit draga eina línu, kenna
solidaritet. Valevnini fara loksins út í
eitt valstríð, sum hevur til høvuds-
endamál at sannføra veljararnar um,
hvussu umráðandi tað er at standa
saman um javnaðarflokkin og harvið
fáa ein sterkan flokk aftur á ting og
aftur í landsstýri.
TAÐ er ikki serliga hugaligt at leggja til
brots, tá veljarakanningarnar fara so illa
við flokkinum. Men hetta kann so
sanniliga eisini vera ein styrki, tí tað
ger, at valevnini fara enn meira íðin til
verka. Tað er altíð ein avbjóðing at
stríðast fyri eini sek og ikki minst, um
tú metir mótgangi - fær kapping. Tryst
elvir til móttrýst verður tikið til. Javnað-
arfólk hava eina grundleggjandi góða
hugsjón at arbeiða fyri og virka út frá.
Tað ræður tó ikki um at frelsa sálir,
soleiðis sum mong í øllum flokkum
kenna tað. Tað ræður um sakliga at
upplýsa um tað, sum sosialdemokratiið
stendur fyri og síðani argumentera út
frá ti. Einki menniskjað, eingin flokkur
og heldur eingin hugsjón er feilfrí. Tí
má heldur ongantíð virkast út frå ti
sannføring, at tú og bara tú einsamallur
eigur sannleikan, hevur patent upp á
hann. Alt, sum er skapt av mannaávum
hevur brek í sær, tí eingin av okkum er
fullkomin. Vit eiga tí heldur ikki at
vraka og rakka niður alt, sum hini
standa fyri. Tvørturim6ti ræður um at
síggja tað positiva og góða hjá øðrum
eisini og fáa tað fram. Tástaðni hava vit
eitt demokrati, sum virkar.
VIT teljast millum teirra, sum halda, at
tað er ymiskt, sum kundi verið gjørt
ødrvisi í hesum valskeiði, men ásanna
eisini, at nógvar torførar og týðandi av-
gerðir hava verið tiknar. Framvegis eru
mong mál langt frá endaliga loyst í
hesum skeiði heldur. og tí verður tað
ein uppgáva hjá komandi stýri at ar-
beiða víðari, har hetta landsstýrið ikki
náddi á mál.
ÁGANGURIN móti flokkinum er stór-
ur. Tað eigur fyrst og fremst at bera í
sær sjálvsannsakan. Spurt eigur at
verða, hvørji mistøk flokkurin hevur
gjørt og hvussu hann kann bóta um
hesi. Tað er nettup út frá ærligari sjálv-
rannsakan, at valevni og flokkur kunnu
vinna álit aftur millum fólk. Tað eru
sjálvandi ymsar meiningar um, hvussu
ein best byggir upp hetta álit. Tað eru
tey, sum halda, at vit skulu liva
sambært orðunum í Gamla Testamenti
um eygað fyri eygað og tonn fyri tonn.
Gandhi segði so rámandi um hesi:
eygað fyri eygað ger heimin blindan.
Vit taka heldur undir við teimum, sum
geva orðunum í Nýggja Testamenti
gætur, nevniliga teimum hjá Jesusi um
heldur at venda hin kjálkan til enn at
sláa aftur. Hesar myndirnar galda fyri
allar tíðir og eiga javnaðarfólk, sum nú
fara út í valstríð heldur at velja sær
myndina við kjálkanum enn hana við
eyganum, tá mótstøðufólk koma við
einum álopi fyri og ødrum eftir.
Mótstóðufólk, sum í hesum tíðum
oftani eru eins egnu fólk, veljarar, sum
bara vilja vísa sína énøgd. Hóast mong
vilja hava eitt valstríð at vera ein tak-
tískan bardaga, har ein kemur longst við
at brúka snildir og kraftmiklastu vápn,
so átti eitt valstrid eftir okkara tykki
heldur at snúð seg um upplýsing, um
orðaskifti, dialog, um sjálvrannsakan
og um leitan eftir sannleikum. Tað
frelsta og harðrenda valstríðið tænir
ikki teirri innastu demokratisku grund-
hugsjónini.
VIT síggja í hesum døgum, hvussu
partur av fakfelagsrørsluni venda
javnaðarflokkinum bakið og ynskja
hana, har piparið grør, tí tey eru 6nøgd
við rikna politikkin hesi seinastu árini.
Tað er í lagi at visa ónggd sina, men
harfrå og so til at avnokta henda flokk,
og tað hann stendur fyri fyri altíð, er
skeivt og er sum heilt at kvetta við rgt-
umar. Tí eingin flokkur, ikki ein tann
einasti, hevur tænt søk fakfelaganna so
væl sum javnarðarflokkurin, síðani
hann fyri fyrstu ferð sá dagsins ljós.
Heldur áttu tit at roynt at brúkt
kreftirnar til at ávirka flokkin innanífrá.
Tí hverjar skeivar avgerðir tit enn
halda, at flokkurin hevur tikid, so er tað
í síðsta enda hann, sum í grundsetningi
sínum verjir júst somu áhugamál sum
Á stóri: Jan Miller Blablok. Randi Jacobsen - Dagny Útgevar: PA Seslalurin Bústaður. Argjavegi 28 | Postadr: Postsmoga 75
Fyrttaksstjóri. Krisjan Dahí Joensen - Térfinn Smith - | Uppsetng P/T Sosialurin al m— : vinen
fakfelagsrørslan. Hesi eru í mongum
eitt og tað sama.
TÁ hesi misnøgdu fakfelagsfólk leggja
eftir javnaðarflokkinum, eigur flokk-
urin at venda hin kiålkan til. Tað fer
nevniliga at koma tann tíð, tá hesi fólk
fara at sanna, at tey vistu ikki, hvat tey
gjørdu, tá tey royndu at fáa alla fakfel-
agsrørsluna at venda sær móti júst tí
flokki, sum samanlagt og mest heil-
hjartað hevur vart júst teirra sakir.
Javnaðarflokkurin eigur tó íkki at
undirmeta hesi fakfelagsfólk og hongja
tey út. Flokkurin eigur at sissa tey og
brúka sunt vit og skil í síni
argumentatión móti teimum og harvið
vóna, at fakfelagslimir sum heild sum
frálíðir fara at sanna, at
javnaðarflokkurin kortini var teirra
flokkur. Brúkið saklig argument,
viðgangið mistøk og roynið heldur at
byggja brýr enn at grava kluftirnar enn
djúpri saman við teimum, sum i dag
ikki vita, hvat tey gera. Latið ikki ein-
staklingar sleppa at øsa tykkum, so tit
leypa framav, men lurtið so sanniliga
eisini eftir teirra sjónarmiðjum og vigi
tey fyri og ímóti. Gevið tí sakliga
kritikkinum ans og takið hann til tykk-
ara. Vísið toleransu og havi altíð
virðing fyri øðrum, uttan mun til hvat
tey siga og gera. Brúkið saklig
argument, tá tit greiða frá tykkara sjón-
armiðjum. Tann flokkur og tey valevni,
sum liva eftir hesi resept koma longst -
um ikki í dag ella í morgin, so upp á
longri sikt. Og tað er tað, sum telur, tí
vit eru m.a. til fyri at skapa eitt gott
grundarlag fyri komandi ættarlið.
SOSIALURIN
Arbeiðsloysið:
Tey yngru klára seg best
Fólk, sum eru yvir 45 ára gomul, hava ringast við at koma úr arbeiðsloysinum, og tað gongur skjótast
hjá teimum heilt ungu at fáa arbeiði, eins og tey eru kvikast at fara av landinum
$
Aðru hvørja viku koma
hagtølini frá Arbeiðsloys-
isskipanini um, hvussu
nógv fáa arbeiðsloysisstuð-
ul.
Hesi tel einsamøll siga
ikki, um arbeiðsloysið økist
ella minkar. Tey mugu
samanberast við tali av
fólki, sum flytir av landi-
num, og talið av arbeiðs-
plássum.
Hvussu nógv fólk eru í
arbeiði í Føroyum, veit
eingin. Neyðugt er at meta,
og ein teirra, sum m.a.
hevur úl arbeiði at gera
slíkar metingar, er samfel-
agsfrødingurin Hans Pauli
Strøm á Hagstovu Føroya.
- Vit plaga at siga, at fyri
hvørji 100, sum flyta av
landinum, skal roknast vid,
at 60 teirra eru i arbeidsføra
aldrinum. Um tey eru ar-
beidsleys ella ikki, tå tey
fara, åvirkar ikki hagtølini,
tí fara fólk úr arbeiði, koma
arbeiðsleys í teirra stað,
sigur Hans Pauli Strøm.
Fleiri arbeiðspláss
Í seinastu viku var talið av
fólkum, sum fingu arbeiðs-
loysisstuðul lækkað óvan-
liga nógv. T.d. ferðast talið
í tíðarskeiðinum frá 18. no-
vember í fjør til 22. apríl í ár
millum 3957 og 4265. Í
seinastu viku var talið av
arbeiðsleysum, sum fingu
stuðul, 3223 fólk.
- Tad er púra vist, at oll
orsøkin til minkingina ikki
er flyting av landinum. So
nógv flyta heldur ikki. Tað
mugu vera komin fleiri
arbeiðspláss aftrat, sigur
me