leygardagur 11. juni 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ED Nr. 109 — 11. JUNI 1994 Sida3
=
Hans Pauli Strøm. Á Ar-
beiðsávísingini hjá Ar-
beiðsloysiskipanini siga
tey eisini, at fleiri fyri-
spurningar í seinastuni
hava verið eftir arbeiðs-
fólki.
At fleiri eru komin í ar-
beiði, kann hava samband
við, at Landsverkfrøding-
urin hevur sett okkurt ar-
beiði í gongd, og nógva-
staðni verður asfalterað í
hesum døgum.
Fleiri hava eisini fingið
arbeiði nú sum avloysarar.
Ung í arbeiði
Haraftrat kann ein orsøkin
til minkaða arbeiðsloysi
vera, at nærum hvør komm-
una flandinum hevur fingid
játtaðan pening ul "Ung í
arbeiði".
Nógv bendir á, at júst
"Ung í arbeiði" hevur havt
sína ávirkan, tí hagtølini
vísa, at arbeiðsloysið mill-
um tey 16 til 24 åra gomluer
lækkað frá apríl til maí úr
854 til 720.
- Men annars siga hag-
tølini eisini, at tey ungu eru
kvikari at finna arbeiði, og
tey eru væl umboðað mill-
um teirra, sum flyta av
landinum, sigur Hans Pauli
Strøm.
Verður hugt eftir, í hvørj-
um aldursbólkum, arbeiðs-
loysið minkar, so minkar
tað mest hjá teimum ungu,
og verri verður longur vit
koma upp í aldursbólkun-
um. Sera torført er hjá fólki
yvir 45 ár at koma úr ar-
beiðsloysinum aftur.
Mest ung, sum flyta
Sum nevnt ávirkan frá-
flytingin nógv arbeiðsloys-
ið, og roknað verður við, at
60 av hvgrjum 100, sum
fara, eru í arbeidsføra aldri-
num. Tølini fyri øll tey
seinastu árini visa, at størsti
parturin, sum flytir av land-
inum er millum 0 og 34 ár.
Hagtølini hjá Hagstovu
Føroya siga einki um,
hvørji hesi fólk eru, um tey
fara sum arbeiðsleys, ella
tey hava arbeiði, ella tey
fara burtur at útbúgva seg.
Hetta fæst ikki at vita, tí ikki
er loyvt at samankoyra upp-
lýsingar hjá Félkayvirliti-
num og hjá Arbeiðsloysis-
skipanini.
Eitt annað áhugavert mál
at kanna er flytingin til Før-
oya.
Frå mai 1993 til april 94
fluttu 1054 fólk til Føroya.
So nógv fólk eru ikki flutt
higar síðan 1991 eftir einum
ári.
Koma aftur
Enn hevur ikki borið til at
fingið at vita, hvørji hesi
fólk eru. Neydugt er at gita.
Eingin ivi er um, at ein
stórur partur av hesum er
miseydnaðar flytingar av
landinum. Nógv fara yvir
háls og herðar av landinum,
trívast ikki burturi ella fáa
ikki arbeiði, og tey koma so
aftur.
- Eg eri ikki bilsin, um tað
vísir seg, at tridingurin av
fólkinum, sum flytir til
landið, eru fólk, sum koma
aftur, ti tað gekk teimum BØG
ikki so væl uttanlands. Er $
tað so, kunnu vit upp á ein Så
máta siga, at triðingurin av
fráflytingini er óneyðugur,
sigur Hans Pauli Strøm.
randi
Ung i arbeidi hjålpir væl
til at minka arbeiðsloysið
ALLA NÆSTU VIKU
frå 13.-18. juli
— og ver vid I lutakastinum um eina UTTANLANDSFERÐ
umframt um 5 smærri vinningar.
Hevur eingin rætta talið á merkjunum á hesum stásiliga MONDEO-
bilinum frá FORD, verður drigið millum tey 10 rættastu úrslitini.
Bóltfelagið ÆSIR