leygardagur 11. juni 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Seinnapartin í gjár varð
framvegis leitað eftir ti
30 ára gamla Jóhan Suna
Hofgård úr Havn, sum
hvarv, tá báturin hann
var í holvdist í Nóls-
oyarfirði um fýratíðina
hósdagin.
Klokkan 18:00 eydn-
aðist tað einum báti úr
Havn at bjarga hinum
manninum, Jón Heystoy
úr Havn, sum hekk fast-
ur í kjølinum. Útróðrar-
báturin kom av tilvuld
fram á holvda båtin. Jón
varð fluttur á landsjúk-
rahúsið og varð útskriv-
aður fríggjamorgunin.
—Triton hevur leitað
eystanfyri Nólsoynna út
áfimm fjórðingar. Olav-
ur Halgi hevur staðið
30 ara
gamal
ikki
funnin
--Leitað verður framvegis eftir tí
30 ára gamla Jóhan Suna Hof-
gárd, sigur Suni Vinther, kom-
miserur á politistødini í Havn
Nr. 109 — 11. JUNI 1994
fyri leitingini í Nóls-
oyarfirði. Annars hevur
ein rúgva av bátum lut-
tíkið í leitingini, sigur
Suni Vinther av poli-
tistødini í Havn.
Teir bådir menninir,
sum vórðu svágrar, vóru
farnir í fjørdin viðeinum
fýramannafari úr glas-
treyjum. Báturin er helst
komin í strongin norð-
anfyri Nólsoyar Bygd
og har er kann holvdur.
Ætanin var at gevast
at leita um úggjutíðina
friggjamorgunin, men
so komu teir fram á tvær
árar og leitingin helt
fram.
jústinus
VALUTAKURSIR
Dollari
Pund
Markur
Króna
Króna
Frankur
Frankur
Frankur
Gyllin
Liri
Markur
Króna
USA
Bretland
Týskland
Svøriki
Noreg
Frakland
Belgia
Sveits
Holland
Italia
Finnland
Ísland
Eysturríki
Spania Pesetas
Escudos
Dollari
Yen
Pund
Drakmur
XEU
Grikkaland
10.06.94
651,30
981,05
Skillingur 55,482
sidsta mån.
643, 50
971, 88
392, 14
82,71
90, 40
114, 65
19, 043
460, 14
349, 67
0, 4044
118,46
9,10
55, 753
4, 755
3, 770
464, 29
6, 1579
955, 15
2, 659
754, 50
390,30
82,26
90,11
114,71
19,961
461,52
348,12
0,4035
117,75
9,14
4,770
3,741
473,91
6,2577
957,61
2,599
753,10
Kelda: Føroya Sparikassi
Tíðindablaðið (TI
58 ára gamli Asbjórn Petersen:
Vit bjargaðu
manninum í
seinastu lotu
— Maður var uttan vit og tað vóru teir seinastu kramparnir sum
hildu honum fastan í kjólin. Hann var eisini blánaður, sigur
Asbjørn, sum saman við einum ødrum kom fram á holvda båtin og
mannin, ið varð bjargaður héskvøldid í Nólsoyarfirði
Eftir Jústinus Eidesgaard
Hósdagin um sekstíðina
kom ein bátur úr Havn fram
á ein holvdan bát í Nóls-
oyarfirði. Ein maður helt
seg fastan í kjølin. 58 ára
gamli . Asbjórn Petersen
átti bátin og hann kom fram
á mannin, hann greiðir við
egnum orðum soleiðis frá:
— Vit fóru úr båtahylinum
klokkan 13:00, hósdagin
Vitætlaðu okkum eysturum
og stevndu ti nidan um
Stongina, ein madur var vid
mær. Tá eg hugsi um tað
aftaná, so minnist eg, at eg
sá ein hvítan bát liggja har,
ein kalbaksbátur, umborð
eru tveir manns, báðir í
bláðari ketildrakt. Teir lógu
tætt innat Stronginum, har
rekur hart, sigur Asbjørn
Petersen. ,
— Vit fóru eysturum út á
Nólsoyargrynnuna. Har var
einki at fáa. Vit lógu eina
ltu, men so koppaði hann
yvir í útnyrðing við eit
sindur av vindi og vit gjørdu
av at fara til hús aftur. Vit
fóru at sigla klokkan 16:15,
sigur Asbjørn Petersen.
— Vit komu inn f fjørdin
aftur. Vit sigldu sudureftir.
Tå vit komu sudur å Nesja-
gangin, tad er Kirkjubønes
og Glyvursnes yvir eitt og
Hvítanes var just farið aftur
undir Hólman, leggi eg
merki til at okkurt løgid lá
og fleyt á sjónum, sigur
hann.
- Eg hugsaði við mær
sjálvum, legið at ein frosk-
maður liggur her á leiðini.
Tað kann ikki vera rætt,
hann kann einki hava at
gera heråti í slíkum lík-
indum. So sá eg at tað var so
blátt í aldunum og eg hug-
saði, hetta má kannast, sigur
Asbjørn Petersen.
Maður hekk í kjølinum
- Tá vit komu nærri sóu
vit, at har lá ein koppaður
bátur og at ein maður hekk
uppí kjølinum. Hann hevur
helst sitid á kjølinum, er so
farin nidurav og helt í kjøl-
in, sigur Asbjørn Petersen.
— Eg tók so ein enda og
grýtti til hansara, men tað
"reageraði" hann als ikki
uppá. Vit løgdu bátin
tvørfyri og lótu hann dríva
niður á hann úl vit komu so
nær, at eg fekk hendur í
ketildraktina á manninum,
sigur Asbjørn Petersen.
--Eg royndi at hála alt tað
eg kundi, men hann helt
krampatøk um kjølin. Tað
eydnadist at enda at fåa
hann at sleppa takinum.
Men vit fingu hann ikki
upp, hann var so tungur i
ketildraktini. Hon var
sjálvsagt full av sjógvi. Eg
fekk hálað hann somikið
upp, at vit fingu ein enda
undir armarnar. Vit gjørdu
eitt sukk á endan og fingu
hálað hann nakað uppúr
sjónum og sett fast. Eg fór
síðan til VHF ' in at rópa um
hjálp. Ein bátur lá nakað
langt sunnanfyri okkum,
hann kom beinanvegin, ein
annar kom eisini stutt eftir.
Ein maður kom úr hvørjum
av teimum fyrstu bátunum
umborð hjá okkum og vit
fingu síðan hálað mannin
inní bátin, sigur Asbjørn
Petersen.
= Vit løgdu mannin tvørt-
urum bekkin og tá byrjaði
sjógvur beinanvegin at
renna burturúr honum.
Hann byrjaði at anda. Tað
var ikki neyðugt at geva
honum "kunstigan anda-
drátt". Vit komu framat
manninum klokkan 18:00
og hann hevði einki vit. Tá
vit høvdu fingið hann innan-
borða royndu hinir menn-
inir at massera honum, með-
an vit sigldu til Havnar. Tað
vísti seg um hann ernaðist
eitt sindur. Vit settu okkum í
samband við Tórshavn
Radio og tá vitkomu í Vágs-
botn stóð ambulansan fyri
okkum. Klokkan var tå
19:45 sigur Asbjørn Peter-
sen
Í seinastu løtu
— Taðvar í seinasta lotu, at
vit bjargaðu manninum.
Høvdi vit ikki komið tå, so
trúgvi eg neyvan, at hann
hevði verið bjargaður. Tað
vóru tey seinastu krampa-
tøkini, sum hildu honum í
kjølinum. Hann var
byrjaður at blåna eisini, sig-
ur Asbjørn Petersen.
Asbjørn Petersen er 58
ára gamal og er í fjørdinum
hvørja ferð ein løta býðst.
Hann arbeiðir dagliga hjá
Faroedane og hevur båtin
sum fritidaritriv.
— Hetta var ein skelkandi
hending fyri okkum. Vit
fóru beinanvegin av aftur
Havnini fyri at bjarga
Nakað norðanfyri Nólsoy-
ar Bygd funnu teir holvda
bátin
bátinum. Ótúligt havv
hevði rikið langt hesa løt-
una vit høvdu verið frá
honum. Vit funnu hann
aftur nakað væl sunnanfyri
bygdina í Nólsoy, sigur
Asbjørn Petersen.
— Vit funnu eina troyggju
og nakrar tiljar hjå båtinum.
Tað var tyrlan hjá sjó-
verjuni sum segði okkum
hvar báturin lá. Hann fleyt
so lágt, at tú skuldi næstan
sigla á hann fyri at finna
hann, sigur Asbjórn Pet-
ersen.
— Vestfallskyrrindir vóru
klokkan seks og síðan er
eystfallið komið uppaftur.
Streymurin er harður í løt-
uni, sígur Asbjørn Petersen.
Vistu tit at tveir manns
vóru vid båtinum?
— Sum sagt, so sóu vit ein
bát, tá vit fóru eysturum
Nólsoynna. Men eg kom
ikki í tankar, um at tað var
sami bátur, sum var kopp-
aður, fyrr enn eg frætti á
landi, at møguliga høvdu
tveir manns verið við hes-
um bátinum. Eg eri vísur í at
báturin sum koppaði var
sami bátur sum vit sóu, tá
vit vóru á veg niðan um
Stongina fyrr um dagin,
sigur Asbjørn Petersen.