leygardagur 11. juni 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið EI Nr. 109 — 11. JUNI 1994 = Síða5
28 -
54 - 81:
Bestu VA
kulurnar
Hesi tølini komu 186 ferðir ut i
tilsamans 1000 dráttum
Ritstjórnin á FRØDI, sum
Føroya Fróðskaparfelag
gevur út, hevur í seinasta
útkomna blaði spælt sær við
V4-tølum.
Kortini ikki soleidis sum
vit flest onnur gera eina ferð
um vikuna, men vid øllum
teimum tølum, sum út eru
komin úr trumluni í útvarp-
inum teir fyrstu 1000 drátt-
irnar.
Tá talt verður eftir hvussu
ofta tey ymisku tølini eru
kom in út vísir tað seg, at tað
eru trý, sum liggja rættiliga
klárt á odda. Tey eru 28, 54
og 81. Í 1000 dráttum eru
hesi tól komin 186 ferðir.
Hinvegin hava 36, 49 og 83
víst seg at vera tey
óhepnastu. Hesi eru bert
útkomin millum 130 og 140
ferðir.
Men so leggur grein-
skrivarin í FRØDI aftrat, at
tað er tó einki sum bendir á,
at higartil frægastu tølini,
eisini verða tey frægastu
framyvir.
Nógvir valmeguleikar
Samansetingin av teimum
fýra tølunum á seðlinum av
teimum tilsamans 100 tøl-
unum at velja ímillum gev-
ur nógvar valmøguleikar tå
V4-seðilin verður skrivað-
ur. Tað kunnu nevniliga
vera ikki færi enn
3.921.225 ymiskir V4-
seðlar.
Møguleikin at vinna á
einum seðli er teoretiskt
ikki stórur. Hann er 0,0464
prosent.
Verður roknað við, at 50
dráttir eru um árið, og tú
hevur ein sedil við hverja
ferð, kanst tú væntað at
vinnan einaferð í 43 ár.
Einaferð vunnu33
Tá flestu seðlar vóru til ein
einstakan drátt vóru teir
37.646 í tali. Tað var í
januar í 1987.
Onkuntíð hevur verið
smábýtt. Tað var tá ikki
færri enn tá 33 vinnarar
vóru í einum drátti.
Tilsamans hava 2834
vinnarar verið fyrstu 1000
dráttirnar, og teir hava til-
samans vunnið góðar 33
milliónir.
Størstu einstøku vinning-
arnir vóru 120.840 krónur.
Minsti vinningurin var 703
krónur.
tór.-
Stór var gleðin...
Í hesi grein verður nakað
drigið fram, sum hevur við
»endoscopi« at gera. Orðið
sipar til, at kanningar kunnu
verða framdar, har eygað
vanliga ikki sær. Hvussu
kunnu læknar m.a. kanna
oyrnagongir, eygnabotnin,
vælindi, maga, baktarm,
bløðru, barkan, liðir 0.s.fr.?
Í 40-árunum vóru á
Landssjúkrahúsinum tól at
kanna bløðru, vælindi,
lungnaholur — umframt til
oyrna-, eygna- og barka-
kanningar. Rørini vóru úr
stáli og ljósperurnar van-
ligar glødilampur.
Tey stóru framstig, tøkni-
frødi ber við sær, gjørdu sítt
til, at tólini til slíkar kann-
ingar vórðu betri. Í 60-árun-
um komu stór framstig í
ljósfóringina í slíkum tól-
um, og rúmdarvitskapurin
gav eisini ágóða innan
læknatól!
»Rørini«, sum gll fyrr
vóru úr stáli, kundu nú eis-
ini gerast úr tilfari, sum var :
liðiligt. Umframt kanning-
ar vórunú eisini møguleikar
fyri at viðgera við hesum
tólum.
Í 1972 keypti Lands-
sjúkrahúsið fyrsta >gastro-
scop« — til at kanna magan.
Síðani eru onnur tól komin
afturat, so nú kunnu vit
kanna vælindi, maga, bug-
gørn, allan langan, gall-
gongd og brisræsi. (Oyma-
læknin hevur líknandi tól at
kanna barkan og lungnapip-
ur við).
Í 1967 varð fyrsti føroy-
ingur tengdur at maga-
tarmkanningum við slíkum
tólum, og man vera elsti og
ein hin knávasti lækni innan
hesa grein! Hann fekk full-
góða viðurkenning, tá
læknafundur innan maga-
gamnasjúkur var í Havn í
1986. Annar byrjaði í 1969,
so Landssjúkrahúsið hevur
helst sera royndar læknar á
hesum gki, eins og nýggjur
serlækni ikki stendur aftan-
fyri teir báðar! Tað var
møguligt í >góðum årum«
atkeypa nóg nógv tól, men í
dag stendur á at halda tólini
í góðum standi — og at
keypa nýggj er vorðin ein
trupulleiki burturav.
Í 1988 sýndi >Krabba-
meinsfelagið< Lands-
sjúkrahúsinum ta vælvild at
geva >LASER-tól<, sum
kostaði umleið 800.000,-
kr. — ein útreiðsla, ið náttúr-
liga skuldi komið frá mynd-
ugleikunum!
>LASER-tólið< verður
nýtt at viðgera sjúkur í væl-
indi, maga og langa — neyv-
an til fulla leking, men
mangan til stóran lætta og
linna fyri sjúklingar, ið tá
sleppa undan stórari skurð-
viðgerð.
Tað eru longu fleiri ár
liðin, síðani gallgongdar-
steinur var skurdvidgjørdur
å »gamla skurdvidgerdar-
hátt< — hetta megna vit nú
vid »scopi-t6lum«.
f 1978 fekk Landssjiikra-
húsið sokallaða >Laparo-
scop< — tól at føra inn í búk-
in, so kanning kundi verða
framd uttan at vanligur
skurður varð framdur. Hetta
hevur verið mongum sjúk-
lingi at gagni. Tann við-
gerðarháttur fyri gallsjúkur,
sum nú stendur í boði, er
grundaður á hesi tól.
Lat tað verða nevnt, at
kanningarhátturin = hevur
eisini serligt virði at stað-
festa og viðgera sjúku í
undirlívi 0.a.
Alt fleiri greinar í lækna-
ritum siga frá, at á stórum
deildum eru teir farnir undir
at viðgera alt fleiri sjúkur
»laparoscopiskt«.
>Arthroscopi< til kanning
av og me. í liðum hevur
í fleiri ár staðið framm-
arlaga á listanum. Umleið
1988 fingu vit tólini á
Landssjúkrahúsinum.
Heimskend er søgan um
skíðrennaran, ið fekk men-
isk tiknan út á henda hátt, og
sum 4 dagar seinni tók lut í
kapping! >Gamli skurðvið-
gerðarháttur< hevði forðað
honum at kappast fyrstu 4
vikur!!!
Hesi dómi eru nevnd fyri
at gera vart við, at á Lands-
sjúkrahúsinum hevur við-
hvort gingið striltið at fáa
neyðugu útgerð til vega, og
núkrepputíðir eru, stendur á
at halda tørn! Tað kann ikki
vera annað enn felags á-
hugamál fólksins og sjúk-
linga, at slík viðurskifti eru
best møgulig.
Rodmundur í Liða
FRAMHALD KEMUR.
flatmaðkin
Rýmir toskurin undan
Føroyum, rymir føroy-
ingurin úr Føroyum.
Tvær sannroyndir .Og
blaðið FRØDI, sum
Fróðskaparsetrið gevur
út spyr, um toskurin
kemur fyri seg aftur, og
um fólk aftur fara at
stødast í Føroyum.
Hetta er millum tær
mongu åhugaverdu og
ikkiu sért skelkandi
greinir í FRØDI hesa-
ferð.
Um toskastovnin
skrivar blaðið millum
annað, at undantikin
krígsárini hevur ongan-
tíð í hesi øldini verið so
lítið av toski undir
Føroyum sum tey sein-
astu fýra árini.
Eftir at hava riðið
ovast á aldurygginum í
nøkur ár, fóru vit eftir
stuttari tíð niður í tann
djúpasta aldudalin,
skrivar blaðið og ger sær
tankar um hvussu útlit-
áhugavert
FRØBDI er alment vísinda-
blað. I nyggjasta FRØDI
hevur blaðstjórnin millum
annað vidgjørt fólkaflyt-
ingina, toskastovnin og
Myndina av Jógvani Arge
og Jógvani Jespersen tók
Kalmar í samband við V4-
drátt nummar 1000. Hann
var 14. august í fjør.
ini eru fyri at koma
uppúraftur.
Um fólkaflytingina
skrivar blaðið millum
annað, at vit í hesum
árum uppliva størstu
ibigvafrødiligu broyt-
ingina i Føroyum i
nýggjaru tid. Sagt verð-
ur, at so langt aftur vit
hava toluliga ålitandi tøl
um hetta evnið, frá um-
leið 1800 og frameftir,
er einki, sum kann
samanberast við stød-
una í dag.
Annars er hópur av
ødrum áhugaverdum
greinum í FRØDI hesa-
ferð. Millum annað um
teir túsund fyrstu V4
dråttimar, um summar-
veðrið í fjør, um tann
stóra flatmadkin, sum er
komin og verður ver-
andi, um serliga suður-
oyarsiðin at hava veðrar,
og um grindadráp í
ødrum londum.
tór.-