leygardagur 11. juni 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (371)
Síða8 Nr 109-—11. JUNI 1994
Stórir møguleikar hjá eini
svangari byggivinnu:
Fyrsta
fsroyska
húsið til |;
Tysklands á
ar
Tað fyrsta av seks sniðhúsum frá Norð-
setur í Hvalvík er nú á veg til Týsklands.
Lastbilførarin Petri Manfred kann saman
við konu og tveimum bórnum flyta inn i
fóroysku sniðhúsini um góðar tvær vikur.
Fimm hús aftrat fara úr Føroyum í au-
gust. Gongst sum ætlað kann talan blíva
um at smíða fleiri hundrað hús til stóra
Teir leggja seinastu
hond á verkið, element-
ini til fyrstsa føroyska
sniðhúsið til útlandið,
til familjuna Petri í
Týsklandi. Mynd
kalmar
týska marknaðin
Fríggjadagin fór fyrsta
føroyskt framleidda
sniðhúsið hjá Norðsetur í
Hvalvík av landinum.
Húsið fór við Norrønu og
verður sett upp í
fyrrverandi Eystur-
týskalandi longu miku-
dagin í komandi viku.
Talan er um tað fyrsta
av tilsamans seks snið-
húsum, sum Norðsetur
hevur gjørt sáttmála um at
smíða og seta upp í
Týsklandi. Við Norrønu
vóru eisini tveir timbur-
menn frá Norðsetur og
stjórin Helgi Olsen. Sam-
an við ødrum føroyskum
handverkarum, sum ar-
beiða í Týsklandi, skulu
teir seta húsini upp í
býnum Rowa nærhendis
Neubrandenburg í fyrr-
verandi Eysturtýsklandi.
Helgi Olsen sigur, at
hetta er ein stórur dagur, tí
loksins er ein dreymurin
gingin út, nevniliga at
gera ætlanina at smíða hús
i Føroyum og útflyta tey
til veruleika. Norðsetur,
sum smíðaði eini 500 hús
í teimum góðu 80-unum,
hevur leingi roynt at koma
inn á útlendska markn-
aðinum, eitt nú í Skot-
landi, Grønlandi og Ís-
landi. Men hetta hevur
ongantíð eydnast.
Nú eftirspurningurin eftir
sethúsum í Føroyum fór
heilt í botn máttu teir á
Norðsetur sanna orða-
takið, at neyðin lærir
nakna konu at spinna. Nú
var tað rætt og slætt ein me
spurningur um at yvirliva.
Antin fingu teir gongd å
framleiðslu til útflutnings
ella varð lykilin snaraður
um med alla á virkinum í
Hvalvík.
Tað hevur so verið ar-
beitt við ætlanini at sleppa
inn á stóra sethúsamarkn-
aðin í Eysturtýsklandi og
eftir nógva og drúgva
fyrireiking eydnaðist tað
at gera avtalu við eina
stóra arkitekta- og verk-
frødingafyritøku í Týsk-
landi um at lata hús
byggja í Føroyum og flyta
tey út til Týsklands.
Helgi Olsen vil ikki
siga, um talan verður um
nógv fleiri hús enn tey
seks, fyrr enn hesi fyrstu
+
húsini eru sett upp og
roynd. Tað hevur alstóran
týdning fyri komandi
framleiðsluna, hvat fólkið
sígur til húsini. Ætlanin er
at fyrstu hjúnini skulu
flyta inn í húsini hjá
Norðsetur longu um einar
fjúrtan dagar. Her er talan
um ein ungan
lastbilførara, sum hevur
verið sera væl nøgdur við
tekningarnar av húsunum.
Hini fimm húsini skulu
latast eigarunum í august
og september og verða tey
sett upp í býnum Swerin.
Uppá fyrispurning um
Norðsetur fær endarnar at
røkka saman við hesum
útflutninginum sigur
Helgi Olsen, at teir fáa tað
at bera til.
Men hann heldur, at vit
nú skulu bíða við at gera
nakra endaliga niðurstøðu
NOU)
SSG SISSI SSI
Helgi Olsen og hjålp-
armenn hansara á
Norðsetur her í ferð við
at fáa elementini upp á
trailaran. Mynd kalmar
fyrr enn tey fyrstu húsini
eru sett upp og fólk flutt
inn í tey. Fara fólk at
dáma húsini, so kann talan
blíva um at smíða fleiri
hundrað hús á Norðsetur
Og tá verður so brúk fyri
nógv fleiri fólkum á
virkinum.