Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. juni 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 109 — 11. JUNI 1994 Síða 9 Tíðindablaðið GSK: Storur vinnulivsmadur lagt årarnar inn Mikukvøldi& andaðist Es- mar Fuglø. Hann vard fødd- ur á Viðareiði í 1910 og var 84 ára gamal, nú hann legði árarnar inn. Esmar Fuglø hevur verið virkin vinnulivsmadur i mong år, og tad er ikki so ógvuliga langt síðani, at hann legði frá sær. Yngra fólkið minnist kanska Esmar Fuglø fyrst og fremst fyri hansara leik- lut í Bacalao, sum hann stovnadi og átti saman við Poul Hansen og Hans Jakku í Smæruni. Esmar hevur sjálvur greitt frá, at tað var Poul Hansen, sum kom við hugskotinum at byggja eitt turkihús, og at tað eisini skuldi hava kuldagoymslu til saltfisk, sum var nakað nýtt tá. Bacalao var fyrsta virki í landinum, sum varð gjørt út til at skera flaka, og alla sína tíð var virkið eitt tað týdningarmiklasta arb- eiðsplássið í høvudsstadn- um. Umframt Bacalao, og alt hitt, sum hekk uppi í ti virk- seminum, hevði Esmar Fuglg nógv onnur jørn í eld- inum. Hann fór til skips sum aðrir unglingar, og alt ann- að virksemi, sum hann hev- ur verið uppi í, hevur verið tengt at fiskivinnuni. Hann sigldi í farmasigl- ing, fór upp á skúla og tók stýrimansprógv í Havnini í 1933 og skipsfgraraprógv í Keypmannahavn árið eftir. Hann førdi fleiri trolarar í 12 ár, td. Norðbúgvan og Leiv Øssurson, men tá hann hevði verið á sjónum í 25 år, segði hann sjólívinum far- væl og fór í land. Tað var undir krígnum, meðan hann sigldi sum skipari, at Esmar Fuglø fór at selja olju. Í fyrstu atløgu stovnadi hann Føroya Olju- sølu, sum setti oljutangar upp í Havnini og á fleiri plåssum kring landid, men tå try vóru liðin, keypti Esso útgerðina, og Esmar gjørd- ist stjóri hjá teimum. Har var hann, til hann 62 ára gamal eftir umbøn varð loystur úr starvinum. Hóast væl komin til aldur, legði Esmar Fuglø ikki alt virksemi frå sær, tå hann fór frá Esso. Hann hevði í fimti- árunum saman við synun- um hjá Mortani í Hvanna- sundi stovnað felagið Dags- brún, sum átti og rak trolar- an Fiskanes og saltsøluna í Havn. Tá sildaveidan kring Før- oyar gktist nógv í sekstiår- unum og føroysk skip fingu kraftblokk ísettan, búnaðist tankin um at byggja eina sildaverksmidju | nógva- staðni í landinum. Fleiri kommunur vóru áhugaðar, og Dagsbrún gekk saman við áhugaðum í Fuglafirði, sum høvdu stovnað parta- felagið Havsild. Í felag stovnaðu hesi felggini Havsbrún, sum lat verk- smiðju byggja í Fuglafirði. Esmar Fuglg var stjóri í fel- agnum tey fyrstu árini. Bæði í hesum starvinum og í sambandi við saltsøluna og oljuna hevði Esmar Fuglø samband við nógv fólk kring allan heimin, og hann hevði ofta á munni hendingar, sum høvdu verið honum fyri, tå hann hevði vitjað vinfólk og handils- sambond í útheiminum. Esmar Fuglø giftist í 1936 við Thurid Holm Jacobsen, elstu dóttir Christian Holm Jacobsen, men hon doyði av havhestasjúkuni skjótt eftir at tey vórðu gift. Eftir at hava verið einkjumaður í fýra ár giftist Esmar 9. de- sember 1940 við Ragnhild Jacobsen frá Neystum í Hvalba. Tey hava búð í Havnini alla tíðina. Foreldrini hjá Esmari Fuglø vóru millum tey fyrstu á Viðareiði, ið tóku við nýggju læruni, sum gamli Sloan boðaði um frelsu við trúgv á Kristus og atdópurin bara var fyri tann, sum hevði játtað trúgv. Esmar stóð innan fyri sam- komuna í Ebenezer í Havn, og hann sýndi arbeiðnum hjá samkomunum, td. barnalegunum í Zarepta, stóran áhuga. Hann var eis- ini ein av undangongu- monnunum, tá samkoman í Saron á Viðareiði fyri fáum árum síðani bygdi nýggjan sal. Í 1985 læt Esmar Fuglø brot úr livssøgu síni koma á prenti. Bókin eitur Okkurt á leið míni, og tað var Marius Johannesen, sáli, sum greiddi tilfarið til prenting- ar. Bókin kom ongantíð í bókabúðirnar, men Esmar læt hana sum gávu til vinir, kenningar og onnur áhuga. Jarðarferðin verður úr Ebenezer sunnudagin — tað er í morgin — kl. 13.30. -nes Felagið Høganes hevur 10 ár á baki Rundi fóðingardagurin verður hildin umborð á sluppini, har leygarkvøldid verður tað stóra kvøldid við fjólbroyttari skrå. Men alla Eystan- stevnuna eru ymisk tiltøk umborð á Høganesi Felagið Høganes varð stovnað tann 4. juni 1984, og kann tí í hesum døgum halda sin 10 ára fødingar- dag. Í sambandi við tey til- tók, ið annars eru umborð, er ætlanin at gera eitt sind- ur burtur úr fødingar- degnum. Friggjakvøldid kl. 21 spæla >Antrophobia< og >Ludo Mania< úr Havn. Teir spæla og syngja ser- stakan rock, hard-rock og heavy metal. Felagið Høganes fylti 4. juni tíggju ár, og tað ætlar felagið sær at halda á Eystanstevnu við ymiskum tiltókum umborð Mynd:JanMúller Leygardagin kl. 15-18 verdur skipid opid fyri al- menninginum. Tå verdur eisini ein listaframsyning vid heitinum »Gaman og Alvara«. Tann i Føroyum heimskendi Oli Petersen synir fram skemtitekning- ar. Tveir ungir fjarðbúgvar — Karstin Olgar Lamhauge og Sjúrður Højgaard — hava verið eitt ár á Mynd- lista- og Handiðaskúlinn í Reykjavík. Teir sýna fram eitt úrval av teirra avrik- um. Haraftrat — sum nakað serligt — verður høvi hjá áhugaðum fólki at fáa teknaða eina andlitsmynd umborð. Leygarkvgldið kl. 20 verður skipað fyri 10 ára fødingardagshaldid. A skránni er eitt nú fjøl- broytt tónleika- og sang- skrå við »Enek«: Agnar Lamhauge, kontrabass, Ju- stin Philbrow, el-guitar, Óli Olsen, ljómborð og Kári Lamhauge, sang og akkustiskan guitar. Teir koma at framføra okkurt spildurnýtt. Petur Steingrund syngur og spælir egnar yrkingar og løg — til dømis »Høga- nes sangin«. Jéhan Mortensen fer at lata sinar kimiligu fingrar kina harmonikuni, um- framt at hann kemur um- borð við einum væl upp- løgdum kóri. Dánjal Petur Hgjgaard fer at tríva í einstøk brot úr søgu felagsins við ljós- myndasýning, og eisini verður felagssangur. Sunnudagin kl. 15-18 heldur = listaframsýningin „Gaman og Álvara< fram. Felagið Høganes ynskir øllum stevnuluttakarum og gestum eina góða og upp- livingarrika stevnu.