leygardagur 11. juni 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 109 — 11. JUNI 1994
Formaðurin í Norðstreymoyar Javnaðarfelag:
Vit kappast ikki
við fakfelggini
— men vit vilja framvegis fegin umboða sjónarmið teirra sum vit
altíð hava gjørt, sigur Niels Petersen sum heldur, at sokalada
verkamannafylkingin als ikki umboðar fakfeløgini
Niels Petersen er formaður í
Norðstreymoyar Javnaðar-
felag. Hann sigur seg vera
sera væl nøgdan við listan,
felagið eisini hesaferð,
hevur stillað upp. Tummas
Arabo og Súsanna Holm
vóru eisini við á listanum
seinast, og hini bæði
valevnini, Birgir Waag
Høgnesen og Jógvan Mørk-
øre, hava ikki áður verið
valevni til løgtingid.
-Men nøvnini eru eitt,
valskráin hevur ikki minni
at siga, og hon er enn sum
áður, besta trygdin hjá
teimum veikastu í samfel-
agnum, sigur Niels Peter-
sen.
Spurdur um hvat hann
sigur til vánaligu valútlitini
sigur formaðurin í Norð-
streymoyar Javnaðarfelag,
at hann vónar, at fólk fara at
hugsa seg væl um og ikki
lata seg lumpa. Heldur ikki
av teimum, sum kalla seg
verkamannafylking.
-Sokallaða verkamanna-
fylkingin hevur ikki upp-
bakning í fakfeløgunum.
Hon hevur einki vid fak-
feløgini at gera hóast,
millum onnur formaðurin í
Fiskimannafelagnum, gav
fólki ta fatan, at tað vóru
feløgini, sum stiladu upp,
sigur Niels Petersen.
-Nei, vit hava als íkki
uppgivði upp á forhond
hóast útlitini í veljarakann-
ingunum eru heldur døpur.
Eg skilji væl, at veljarin vil
geva politikarunum ein
hvøkk, og tað hava teir
ivaleyst eisini gott av, men
samstundis ivist eg heldur
ikki í, at javnaðarveljarin
somuleiðis ger sær greitt, at
hann hevur ikki annað at
velja í enn Javnaðarflokkin,
sigur formaðurin í Norð-
streymoyar Javnaðarfelag.
tór.-
Niels Petersen, formaður í
Norðstreymoyar
Javnaðarfelag sigur seg
vóna, at fólk standa eins
væl um Javnaðarflokkin
nú á stendur.
Mynd: Kalmar
Tíðindablaðið { søsialurin )
Tað almenna tryggja ;
sethúsasanering
> - Fyri at rókka hesum, skal rentan hjá Húsalánsgrunninum
lækkast. Fyri at bjarga húsum undan tvingsilsølu, skal Húsa-
lánsgrunnurin sleppa at keypa onnur lán - men fyri markn-
aðarprís. Samstundis skal grunnurin kunna fíggja stórri part
av húsakeypinum, fyri at flyta hetta frá bankunum«, skrivar
Eirikur Lindenskov m. a.:
Síðan fíggjareftirlitið virð-
ismetti føroyska sethús-
amarknaðin nógv lægri,
enn nakar hevði ímyndað
sær, hevur rættuligt kjak
tikid seg ufp, um vit ikki
kunnu krevja av bank-
unum, at teir sanera allan
tann føroyska sethúsa-
marknaðin.
Trupulleikin hevur
kortini verið, at eingin
hevur funnið røttu loysni-
na - ella sagt, hvussu hetta
kundi verið gjørt á bestan
hátt. Onkur hevur tosad
um at strika skuld oman
fyri ávísa upphædd, onnur
um at hækka rentufrådrått-
in 0. s. fr.
Spurningurin hevur
eisini verið vidgjørdur í
politisku flokkunum, men
kortini er framvegis einki
politiskt stig tíkið. Sagt
hevur verið, at bankarnir
ikki kunnu sanera, tí fólk
sjálv hava valt at keypt hús
- og sjálv hava góðtikið
okursprisimar.
- Jú, tað er satt. Men
har var eingin annar møgu-
leiki enn at keypa his, um
tå vildi hava eitt stad at
biigva.
Vit kunnu kjakast um,
hvør hevur skuldina av
hesum. Her kunnu vit stad-
festa, at bústaðarpolitikk-
urin í Føroyum hevur verið
ein privat sak. Tað al-
menna hevur ikki blandað
seg uppí, og hevur lítið og
einki gjørt fyri at byggja
leiguíbúðir. Hesar íbúðir
vóru privatar, og markn-
adarkreftimar sluppu ó-
tálmaðar at seta prísin - og
tá marknaðarkreftirnar fáa
fríar teymar endar galið!
Peningastovnarnir eiga
eisini sína stóru ábyrgd.
Hjá teimum snúði tað seg
um at læna pengar út - so
nógv sum gjørligt. Ti var
tad gjørt lættari og lættari
at seta seg í stóra skuld.
Tú kundi koma inn í ein
peningastovn uttan at eiga
eina krónu og fíggja eini
hús. Tað almenna hjålpti
eisini til - ikki minst tá
Húsalánsgrunnurin hækk-
aði veitingina fyri eini fýra
árum síðani.
Tískil kunnu vit siga,
at bæði peningastovnar og
tað almenna eiga at vera
við úl at lætta um hjá
kroystu sethúsaánarum -
og hetta skal gerast í kom-
andi valskeiði, tí stødan er
púra kaotisk.
So kunnu vit spyrja,
hvønn politikk vit ætla at
føra á hesum øki? Jú, mål-
ið hjá okkum er at tryggja,
at sethúsaeigarar hava ráð
at síta við sínum egnum
húsum. Vit vilja eisini
tryggja, at familjur fram-
haldandi kunna seta fótur
undir egið borð. Sam-
stundis eiga vit at skipa
trygg viðurskifti á leigu-
marknaðinum.
Fyri at røkka hesum
skal rentan hjá Húsaláns-
grunninum lækkast. Fyri at
bjarga húsum undan tving-
silsølu, skal Húsaláns-
grunnurin sleppa at keypa
onnur lán men fyri
marknaðarprís. Samstundis
skal grunnurin kunna fíggj-
a stórri part av húsakeyp-
inum, fyri at flyta hetta frá
bankunum, sum einans
-
Tad almenna hevur ikki
blandad seg uppi, og
hevur lítið og einki gjørt
fyri at byggja leiguíbúðir.
gera tað við vinningi fyri
eyga.
At tyggja øllum eitt
gott heim, má verið eitt
hitt fremsta málið í Før-
oyska samfelagnum.
Eiríkur Lindenskov