Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. juni 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 0 gn Nr. 109 — 11. JUNI 1994 Sverri móti sínum egnu Klaksvíkingar hava seinastu árini havt gott tak á HB í Klaksvík Tey bæði mest vinnandi liðini í føroyskum fótbólti, KÍ og HB, hittast í Klaks- vík í morgin. Millum havnamenninar, sum fara til fótbólt í Klaksvík í morgin, man Sverri Jacob- sen vera tann, sum oftast hevur verið har norðuri í fótbóltsørindum. Hann man minnast á manga minniliga ferðina norður sum HB leikari, og uttan iva er dysturin síðst í au- gust 1971 tann, sum stend- ur best negldur í minn- inum. Ta ferðina fóru HB og Sverri Jacobsen úr Klaksvík við FM heit- inum, eftir at KI hevði átt tað í fimm ár á rað. Alt tað er søga, og í morgin fer Sverri Jacob- sen norður at leggja KÍ lag á, hvussu teir skulu bera seg at fyri at vinna á HB. Fyri 20 árum síðani hevði tað verið púra óhugsandi, men nógv er broytt síðani tá. Um tað fer at eydnast hjá Kl og Sverra at basa HB, sum hevur fingið fult stigatal síðani tapið móti NSÍ í 2. umfari, er ein onnur søga. Klaksvíkingar siga seg altíð vera serliga uppsettar, tá HB vitjar, og hagtølini seinasu árini siga, at tað hevur gingið væl. Í fjør javnaði HB til 2-2 í síðstu løtu, meðan KÍ tey bæði árini framman- undan vann. Í 1992 1-0 og í 1991 3-2. Hesa ferð hevur KÍ tað fólkið tókt, sum hevur ver- ið við seinastu umførini. Fríðin Ziskason hevur havt knæskaða, men hann er við aftur. Eitt sindur av iva er um Allan Joensen, sum hevur trupulleikar við ødr- um eyganum. Hann hevur ikki vant í vikuni, men tað kann hugsast, at hann verður við. Eyðun Klakk- stein kom inn í 2. hálvleiki á Toftum, men hesa ferð verður hann við frá fyrsta bríksli. HB fer eftir sigrinum Havnamenn hava sjálv- sagt stóð — sjålvsålit. Kanska hevur spælið ikki verið eins sannførandi í øllum dystunum, men teir vinna hverja ferð, ikki minst tí teir hava so ógvuliga vandamikið álop. Í fjór hevði Sigfríður Cle- mentsen týdningarmiklan leiklut í Klaksvík, men spumingurin er, um hann verður við hesa ferð. Hann var í 2. deild seinasta viku- skifti. Ein gamal HB-målverji hevur undan klassísku uppgerdini í Klaksvík funnið handskamar fram- aftur, av ti at Kaj Leo Jo- hannesen hetta vikuskiftð er staddur í Týsklandi í arbeidsørindum. Ikki nýtt- ist kortini HB at fara so langt at leita, tí talan er um Andreas F. Hansen, ið Dystir og dómarar 1. deild, menn, I dag: NSI-EB/Streymur: Birgir Sondum 1. deild, menn, I morgin: IB-Bó8: Lassin Isaksen KI-HB: Niklas å Lidarenda IF-GI: Jóhan Carl Dam B36-B71: Kim Ejdesgaard 2. deild, menn, í gjárkvoldið: NSI-B68: Suni Johansen 2. deild, menn, í dag: VB-KI: Tórður Holm LIF-Sumba: Trúgvi Fagraberg FS Vágar-HB: Jón Láadal Royn-SI: Sunleiv Højgaard 1. deild kvinnur i morgin: KI-Skåla: Steinolvur Guðmundsson Sumba-HB: Karl Arni Egholm IF-VB: Oli Heri Joensen B36-EB: Olavur Weihe vardi málið fyri HB í 80- unum. Hann hevur seinnu árini verið á liðnum sum verjuleikari, men hesa vik- una hevur hann vant í mál- inum. Annars hevur HB alt tað sama fólkið til taks, sum var við í Gundadali mót ÍF síðsta vikuskiftid, men at Andreas fer í málið, før- ir sjálvsagt onkrar broyt- ingar við sær. -nn-/bj. Tíðindablaðið GSK) U1G-landsliðið standa roynd Seinnapartin sunnudag- in skal U16-landslidid, id fyrireikar seg til kapp- ing uttanlands, spæla ein venjingardyst å Eystan- stevnuni. Venjingarlegan á Toftum var ógvuliga væl eydnað Tað var ein væl nøgdur landsliðsvenjari, sum fyrramorgunin fór av land- inum aftur, eftir at hann fyri fyrstu ferð hevði verið saman við landslidsevnun- um á venjingarlegu. Tá legan var liðug, helt Allan Simonsen fyri, at hann var væl nøgdur, og at hann hevði ikki roknað við, at føroyskir spælarar vóru so væl fyri viðvíkj- andi bóltførleika ella tekn- Undir venjingini, og ser- liga undir dystinum, sum var mikukveldið, stóð venjarin og eygleiddi og skrivaði, og tá hann í morgin er liðugur at hugsa um heimadystin hjá Vejle, sum verður móti Horsens, verður endalig stóða tíkin til, hverjir 20 leikarar skulu við til Eysturríki um ein mánað. Útisetarnir Ein av spumingunum, sum venjarin í tí samband- inum skal taka støðu til, er um hann skal taka onkrar teirra, sum spæla uttan- lands við í venjingarleg- una. Helst velur hann at taka onkran teirra við, ti hetta er gylt høvi at sam- meta, hvussu teir eru fyri í mun til leikararnar, sum spæla i føroysku kapping- mi. Ein teirra, sum í tí sam- bandinum er upplagt evni, er Jons Christian Hansen, sum spælir í Randers Freja, og sum síðstu dyst- imar hevur fingið gott skoðsmál fyri síni avrik á forstopparanum. Spurning- urin er so, hvussu stødid í donsku tridju rødini er í mun til 1. deild i Føroyum. Tad fæst best stadfest vid at taka Jens Christian vid til Eysturriki. Allir møttu Burtursæd frå B36arun- um Hera Olsen og Tumm- as Eli Hansen mettu allir hinir 23 upp til venjingina å Svangaskardi. Fyri FSF og venjaran var hetta hugaligt, tí talan var um roynd, har møguleiki var at fáa eina peiling av, hvønn hugburð leikararnir hava til landsliðið. Venjingarlegan endaði við dysti, har annað liðið var grundað á leikararnar úr B68, GÍ og HB, og hitt var grundað á teir seks klaksvíkingarnar (5 úr Kl og Allan Mørkøre). Fyrra liðið vann 4-1, og hóast tað grundarlagið er tunn- ligt at meta út frá, so tora vit at gita, at HB og Gl fara at hava flestar leikarar í hópinum, sum fer til Eysturríki. Royndar kreftir Av gamla landsliðnum vóru onkrir á venjingarleg- uni, og einki er at ivast í, at venjarin vil hava roynd- ar menn vid sum td. Jan Dysturin verður móti einum líði, ið er sett sam- an av frægastu dreingja- og unglingaspælarunum hjá NSÍ. hj. Landsliðsevnini fáa boð í komandi viku Dam, Jan Allan Miiller, Allan Mørkøre, Øssur Hansen og Ola Johanne- sen, hóast ikki allir hesir vóru millum teir mest eyð- sýndu mikukvøldid. Vit hava skilt, at ætlanin helst er at hava tveir mál- verjar við. Á Svangaskarði tóktist tað liggja í luftini, at KÍ málverjin Jákup Mikk- elsen verður annar teirra. Um tað er rætt, so verður Jens Martin Knudsen ella Kaj Leo Johannesen sílað- ur frá í vikuskiftinum. Men nú fáa vit at síggja. Leikararnir tykjast allir vera ógvuliga uppsettir. Eftir at teir í vikuni hava verið felagar á Toftum, fara teir í morgin at dystast móti hverjum ødrum. Tá hava teir møguleika at visa, at teir eiga ferðina til Eysturríki uppiborna. Um teir fáa ta lønina, avgerð Allan Simonsen kanska longu sunnukvøldid. -nn- Áskoðarin roynir seg... Hesaferð: Rúni Jacobsen, NSÍ Ein av teimum trúgvastu áskoðarunum, føroyska fót- bóltslandsliðið hevur havt tey seinnu árini, er Oivad Rúni Jacobsen úr Runavík. Hann hevur ikki bert verið og hugt at heima- dystunum, tá landsliðið hevur verið á Svanga- skarði, men hann hevur eisini fylgt liðnum ein stór- an part av dystunum kring um í Europa — bæði í EM- og HM-undankappingini. Men ikki er tað ben „landsliðið, ið hevur hans- ara stóra áhuga. Heimstað- arfelagið NSÍ stendur hon- um sera nær, og hann er við, tá tað ber honum til, og hann er heima — Rúni er annars sjómaður. Síðsta vikuskiftid, tá NSI var á Sevmyri og tók øll á bóli vid at vinna 3-2, eftir at TB hevði verið á odda 2-0, var Rúni millum tey fáu, ið vóru farnir úr Runavík a hyggja. Ítróttar-Sosialurin hevur fingið eitt boð frá honum upp á dystirnar hesaferð: NSÍEB/Streymur = 4-1 B36-B71 1-0 ÍF-GÍ 1-2 KÍ-HB 2-2 TB-B68 2-1