leygardagur 11. juni 1994síða 15
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin | Nr. 109 — 11. JUNI 1994 Síða 15
GÍ vinnur hvørja ferð
Bæði fuglfirðingar og gøtumenn hava alt fólkið klárt
til grannauppgerðina í morgin
Tað gongur sum eftir ánni
hjá GÍ. Teir vinna bæði í
Getu og á útivglli, og teir
mugu lata sær lynda at
verða roknaðir sum favo-
rittar, tá teir í morgin fara
at vitja innan fyri Varma-
keldueið. GÍ hevur fýra
ferð verið á útivelli í år, og
bara í móti HB taptu teir
tepurt. Annars hava teir
vunnið hverja ferð.
Gøtumenn vóru í Fugla-
firði upp undir kappingar-
enda í fjør, og tá vunnu
teir 2-0, eftir at tað langt út
í 2. hálvleik stóð á jøvn-
um.
Ur Gøtu verður sagt, at
teir rokna ikki við løttum
sigri móti ÍF, men teir
spæla framrættað og fara
ikki at pakka seg saman
fyri at fáa javnleik.
GI er so frægt fyri vid
fólki, sum teir kunnu vera.
Símun Petur Justinussen
hevur ikki vant í vikuni, tí
hann hevur trupulleikar
við lyskuni, men hann
plagar at gerast klárur, utt-
an mun til hvussu nógv
hann hevur haltað í vikuni!
Móti B36 sótu Pól Enni-
garð, Petur Páll Mikkelsen
og Heini Heinason á
beinkinum, og tað verður
har á leið í morgin eisini.
Tað vil siga, at unglinga-
leikarin Magni Jacobsen er
við í álopinum frá fyrsta
bríksli. Alvi Justinussen
hevur ongan dyst leikt í ár,
men hann er komin á vøll-
in aftur, uttan at taka lut í
venjingini við fullari ferð.
Sama fólkið
Tað hava gingið søgur í
Fuglafirði um, at Magni á
Lakjuni skuldi koma heim
úr Vejle til dystin móti GÍ,
men frá ÍF frætta vit, at tað
er einki í teimum tíðindun-
um.
Andre Magnussen hevur
ikki vant, tí hann hevur
drigist við lyskuskaða,
men hann verður helst við.
Um harn ikki verður við,
so yvirtekur Bartal Elias-
sen hansara pláss. Ken
Bærendsen er sloppin av
við skaðan, og aðrir møgu-
leikar á beinkinum eru
unglingaleikararnir Jákup
Baldvinsson og Eyðálvur
Petersen.
Vit skulu aftur úl 1988
fyri at finna síðsta sigurin
hjá IF á heimavølli móti
GÍ. Ta ferðina vunnu fugl-
firðingar 1-0.
-nn-
B36 er illa fyri
við skaðum
Eftir eina góða byrjan, er B36 nú í aldudalinum — úr-
slitini hava ikki verið góð, og skaðar gera nú um seg
Tað sær ikki so gott út hjá
årstalsfelagnum úr høv-
uðsstaðnum, ið fekk eina
rættiliga lovandi byrjan í
landskappingini og eisini
lá ovast øll tey fyrstu um-
førini.
Tad byrjadi vid javn-
leikinum móti tiggju B68-
rum, og síðani helt tað
fram við fyrst tapi móti
grannunum úr HB og síð-
ani móti oddaliðnum GÍ.
Men tað er ikki alt. Nú
eru skaðar eisini farnir at
gera um seg á liðnum, og
tá B36 seinnapartin í mor-
gin tekur móti B71, er tað
møguliga við fleiri av
teimum uttanfyri, ið hava
verið mergurin í liðnum
higartil.
Heri Olsen er enn ikki
byrjaður at venja og Ed-
vard Apalkov er heldur
ikki klárur eftir liðbands-
skaða í Gøtu, samstundis
sum bæði Tummas Eli
Hansen og Rógvi Thor-
steinsson eru ivasamir. Ti
fáa í hvussu er Zacharias
Bech og Gunnar Nielsen
kjansin — ávikavist inni og
á beinkinum.
Nakað tað sama var
trupulleikin hjá B71 síðsta
vikuskiftið, men har fekst
sjón fyri søgn, at komandi
ættarliðið á Sandoynni
ikki er verri enn núver-
andi.
Teir, ið har fingu kjans-
in, gjørdu tað gott, og tí er
litil ivi um, at onkur teirra
aftur verdur at siggja hesa-
ferð í Gundadali.
Eli Hentze og Bjarki
Mohr eru klárir aftur, men
Rúni í Soylu er ivasamur,
og verður helst ikki við.
Hann hevur bundið frið og
hildið ség frá venjing hesa
vikuna.
hj.
Q3311
. Stort trýst er
å tvøråmonnum
Noyðast at vinna heimadystirnar móti lægri staddu
liðunum, um teir skulu upp um strikuna
Tað var alt annað enn tað,
tvøråmenn høvdu ætlað, tå
NSÍ fór av Sevmyri við
báðum stigunum. Tað bar
við sær, at TB datt niður
um strikuna, og har suðuri
frá siga teir, at tað er einki
sum eitur: skulu teir ikki
koma í heilt vánaligan
sjógv niðan fyri strikuna,
so er alneyðugt, at teir
vinna heimadystirnar móti
liðunum, sum ikki eru
millum tey allar bestu.
TB hevur alt tað sama
fólkið tókt, sum hevur ver-
ið við seinastu umførini,
men verður gula kortið
víst Óla Johannesen,
Tórða Holm ella Jazek
Burckhardt, so verða teir
leikbannaðir næstu ferð.
Birgir Jørgensen verður
kærkomin styrkur, men
Stevnudysturin í Runavík
í dag er botnuppgerðin
hetta vikuskiftið. Har fær
NSÍ vitjan úr Sundalagn-
um av EB/Streymi, ið
enn bæði eigur sín fyrsta
sígur og síni fyrstu úti-
vallarstig til góðar.
Men hóast runavíking-
ar síðsta vikuskiftið á
Tvøroyri vendu gongdini
sidsu dystirnar — fyrst vid
at fåa bædi stigini, og
harnæst við at venda
dystinum til 3-2 sigur
eftir at hava verið aftan-
fyri 2-0 — eru teir ikki so
væl fyri undan dystinum
í dag.
Svein í Heiðunum fekk
so álvarsligan snudd á
Sevmyri, at hann noyðist
at leggja fótbóltin á hill-
ina í langa tíð. Ein maður
av 2. deild, ið slapp at
royna seg fyrstu ferð á
besta NSI-liðnum, Dan
Knudsen, er farin niður
at ferðast, so hann kann
ikki spæla seg inn á liðið
hann noyðist at bíða til
seinasta dystin undan
summarsteðginum, tá TB
skal norður til Gøtu.
Hagtølini siga B68
Toftamenn hava ofta
stadid seg væl å Sevmyri.
Sidani 1988 hava teir bara
eina ferð tapt har suduri.
Tað var í 1991, tá TB vann
3-1. I 1988 vann B68 3-1,
í 1989 var TB í 2. deild,
og í 1990 og 1992 vann
B68 ávikavíst 2-0 og 3-0. I
fjør endadu bådir dystirnir
við javnleiki. Á Sevmýri
var úrslitið 2-2, og á
Svangaskarði var tað 1-1.
B68 hevur alt fólkið
tókt, sum móti Kl var við
til at bróta óhepnu ringrás-
ina. Har aftur at er Ed-
mund Jacobsen við aftur,
Botnliðini eru
í stórum troti
Bæði NSÍ og EB/Streymur hava stórt fólkatrot, tá
liðini í dag mótast í botndystinum hesaferð. Onkr-
ir eru skaddir og onkrir eru farnir av landinum
fyri summarsteðgin, so
helst verður tað Uni
Hansen, ið fær kjansin
aftur har, eftir at hann
vegna lestraruppgávu var
á 2. deildarliðnum síðsta
vikuskiftið.
Ein av teimum royndu
spælarunum, Amfinn
Langgaard, situr uttan-
fyri við leikbanni, tí
hann á Sevmyri fekk
triðja gula kortið, og so
er eisini ivi um Kára
Hansen, ið hevur verið
skaddur í vikuni.
Við ødrum orðum
noyðist Petur Simonsen
at broyta vinnandi liðið.
Bergur verður við
Er skilið ringt hjá NSÍ
við fólki, er tað ikki stórt
frægari hjá EB/Streymi.
Tá liðið var á Sandi
síðsta vikuskiftið, var tað
bara akkurát so frægt, at
tað bar til at manna líðið
og hava tveir mans sit-
andi á bonkinum.
eftir at leikbannið er lokið.
Tað var ikki avgjørt, um
broytingar verða gjørdar á
vinnandi liðnum, tá vit
vóru í sambandi við Tofur.
Ein annar møguleiki er, at
Jan Petersen verður við frá
fyrsta bríksli, eftir at hann
tvær tær seinastu ferðirnar
er komin inn í 2. hálvleiki.
Móti KÍ var Olaf Magn-
ussen við á beinkinum, -
eftir at hann er sloppin av
við skaðan, sum hevur
hildið honum burtur úr
málinum alt kappingarár-
ið. Hann hevur vant í vik-
uni, men tað verður neyv-
an enn á sinni, at hann
kemur upp á tal sum mál-
verji á besta liðnum hjá
B68. Egin Høgnesen hevur
í hvussu so er ikki spælt
seg av. -nn-
Og síðani er Jákup
Hansen farin uttanlands í
summarfrí, so hann ikki
verður við aftur áðrenn
summarsteðgin. Dánjal J.
Magnussen er framvegis
skaddur, so eisini sunda-
lagsmenn noyðast at gera
broytingar undan hesum
dystinum, ið sanniliga
hevur eins nógv at siga
fyri EB/Streym, og hann
hevur tað fyri NSI.
Ein glotti er kortini, at
Bergur Magnussen nú er
klárur ftur, eftir at hann
leingi hevur verið noydd-
ur at halda seg burturi
vegna skaða.
Sum skilist hevur tann
størsti trupulleikin hjá
EB/Streymi verið, at liðið
ikki skorar upp å sinar
målmøguleikar, men um
Bergur Magnussen hevur
ta styrki, hann hevdi i
sínari tíð, kann tað bara
koma væl vid hjá liðnum,
nú tað hungrar eftir at fáa
stig. hj.