leygardagur 11. juni 1994síða 16
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
*
.
.
>
'
Síða 16 Nr. 109 — 11. JUNI 1994 Tíðindablaðið CD
BRIDGE
Landsliðið
til reiðar
Í sambandi við NM-luttøkuna í summar, varð skipað
fyri MINILIÐ-kapping í Bridgehúsinum í Havn tey
bæði seinastu mikukvøldini. 8 lið luttóku og spældu
tey 7 dystir á 10 spøl. Áðrenn seinastu umførini
høvdu fleiri lið møguleika at vinna og gjørdist enda-
liga stødan hendan.
Nr. | Helgi-Balle, Per--Jóannes 136 stig
Nr. 2 Petur Annfinn-Eilif, Årni-Marner 122 stig
Nr. 3 Ingi-Johannes, Oddmar-Bjarki 121 stig
Nr. 4 Trygvi-Niels, Eyðun-Eyðun, Birgir 107 stig
Nr. 5 Allan-Réi, Hans J.--Heðin 102 stig
Nr. 6 Jógvan-Kjartan, Børge-Reimar 94 stig
Nr. 7 Ambjørn-Carl, Marjun-Finnbjórn — 87 stig
Nr. 8 Randi—Jérun, Súsanna- 50 stig
Her er eitt spæl år kappingini
764
A75
KQS42
A3
N/Øll
Jórun spældi rútar 10 út, og taðð var tað, sum skuldi
til fyri at 3 UT skuldi hava nakran møguleika fyri at
vinna. Per tók við essinum og spældi rútar 8 aftur,
sum vóru dekkað við 9'unum og konginum. Hann fór
síðan heim aftur á hondina og spældi rútara upp móti
borðinum. Tað endaði við, at rútar 4 gjørdist tað av-
gerandi stikkið. Kemur spaðari ella hjartari út frá
byrjan, er eingin møguleiki at fáa 9 súkk.
Situr 3 UT á hondini hjá Norðan, er einasti møgu-
leiki at vinna, um kleyvari kemur út, so eitt kleyvara-
stikk kann reisast.
Áðrenn farið verður avstað til NM-kappingina,
sum verður í døgunum 26. juni til 1. juli, skipar NM-
liðið fyri serstakari parakapping mikukvøldini 15.
og 22. juni.
Kappingin verður vanlig Mitchell yvir tvey kvold,
og vinningar verða til 3 tey fremstu pørini í hvgrjum
rað, NS og EV.
Sum nakað nýtt verður eitt >vinningsborð< við
góðum brúkslutum. Tá kappingin er av, velja spæl-
ararnir á besta parinum sær onkran lut á borðinum,
síðani næstbesta parið 0.s.fr.
Tilmelding í seinasta lagi mánadagin 13. juni til
Jóannes, tlf. 11930.
Hendrik Old svarar Boga Hansen:
Fiskurin eltir fødina
Fiskimadurin byggir sína vitan á egnu drúgvu royndir. Hóast fiskimaðurin ikki altíð
veit orsøkina til atferðina hjá fiskinum, so góðtekur hann hesa
Bogi Hansen setir í Dimma-
lætting herfyri nakrar
spurningar til mín. Hann
hevur fingið íblásturin til
spurningarnar úr eini grein í
Sosialinum 28/29 juli, har
eg eri høvudskelda.
Í hesi grein vísi eg á, at
fiskurin eltir fødina. Hvørv-
ur fødin, so hvørvur fiskur-
in eisini, hann fer f annan
sjógv at leita eftir fødi.
Hesa nidurstødu byggi eg
ikki bert á míni 30 ár á
sjónum, men eisini á menn
undan mær, sum hava nógv
drúgvari royndir at fylgja
fiski, veiða hann og fáa
hann til lands. Mætir menn
sum Hans Pauli Johannesen
og Richard Jacobsen hava
givið út frålikar bøkur, har
teir greiða frá sínum drúgvu
royndum við at leita eftir og
elta fisk. Teir skriva eisini
um atferðina hjá fiski og tað
er ikki altíð at teir finna svar
fyri hví fiskur ber seg so og
so at Tá teir einki svar
finna, so góðtaka teir stød-
una sum hon er og laga ger-
andisdagin eftir henni.
Hetta er ivaleyst munurin
millum vísundamannin og
fiskimannin.
Fiskimaðurin kann halda,
at ein stóða er rætt eina tíð „
men so broytast umstød-
urnar. Fiskimadurin sær, at
tað sum hann fyrr helt verða
rætt dugir ikki longur, hann
broytir stóðu og lagar seg
eftir núverandi umstødum.
Vísundamaðurin = hevur
eina meining um hvussu alt
hongur saman og hann nýtir
alla sína orku at tvíhalda
um, at tað sum hann trýr
uppáer rætt. Hann skal hava
svar uppá alt, hann góð-
tekur ikki bert og tí kann ein
skeiv meting frá einum
vísundamanni fáa óbótalig-
ar avleiðingar fyri ta vinnu
hansara vísundagrein um-
boðar.
Fiskimenn eru greiðir
yvir, at at fiskur ferðast
aftaná fødini. Júst hvussu
fiskurin ferðast millum
ymiskar grunnar og enntá
millum lond kann vera ivi
um.
Pástandurin hjá fiskifrød-
ingum, at tann fiskur sum
gýtur her livir á sama grunni
til hann doyr, eru vit mangir
fiskimenn sum ivast stór-
liga í.
Hetta er ivaleyst tann
mest skaðiligi og villeið-
andi pástandurin sum fiski-
rannsóknarstovan og fiski-
frødingarnir hava gjørt.
Eg skilji væl, at panikkur
er komin í fiskifrødingar-
nar. Eftir teirra sannføring
skuldi ongin toskur verið
við Føroyar nú.
Fiskifrødingar hava, eftir
tilráðing frá ICES, friðað
Føroyabanka seinastu
fimm årini. Nå er partvist
loyvi aftur at royna å hon-
um. Men teir bátar sum gera
eina roynd fáa bert hend-
inga toskin. Og magin er
tómur, har er ongin fødi, tí
heldur ongin toskur. Hava
fiskifrødingar rætt so átti
fimm ára friðingin av Før-
oyabanka nú at givið brúki-
ligan toskafiskiskap. Men
tíverri, har er bara ongin
toskur.
Fiskifrødingar føra fram,
at tann toskur sum er å
Norðhavinum í løtuni helst
kemur av ødrum grunnum
vid Føroyar, eitt nå Munka-
grunninum. Toskur er ikki
fingin á Munkagrunninum í
fleiri ár, hvussu ber tað til,
at toskurin hevur klárað at
krógva seg fyri okkara
effektivu veiduførum nú í
fleiri ár, og at hann nú
knappliga kann flyta á
Norðhavið at verða veidd-
“ur. Sama er galdandi á Bøn-
um vestur úr Mykinesi. Har
hevur ikki toskur verið at
fingið í fleiri ár, nú í vár
hava bátarnir fingið heilt fit
av toski.
Serliga tað at toskurin
sum nú verður veiddur er
vælvaksin fær okkum fiski-
menn at undrast. Hvussu
ber tað til at vit ikki hava
sæð hann á hinum grunn-
unum, sum tit siga hann er
fluttur frá, sum smáfisk ella
smáfallandi fisk?
Eg havi enn ikki fingið
nakað trúðligt boð uppá
hvar hesin toskur hevur
ferðast í hesum millumbili,
hvar hann hvørki er sæddur
ella veiddur vid Føroyar.
Einastu boðini vit fáa frá
Fiskirannsóknarstovuni
eru, at toskurin er niðurfisk-
aður. Løgid tykist tað, at
hesin nidurfiskadi fiskur
knappliga fæst aftur og at
hann er væl vaksin.
Tað hava verið mong ár,
hvar onki hevur verið at
fingið við Føroyar. Sjálv-
andi er ov nógv fiskað í
løtum. Fyrr løgdu menn
bátarnar seint um várið og
fóru aðrarvegir at royna til
heystið kom aftur.
Hví tílíkt hendir, sum er
hent við Føroyar seinastu
árini hava menn gjøgnum
hundraðir av árum hugsað
nógv um.
Vit skulu ikki taka alla
søguna við her. Tað eru eg
ikki tann rætti til. Men í
áhugaverdu bókini hjá
Heina Madsen "Færgerne í
10.000 ár" stendur um árini
1625-30, ella fyri hálvt
fjórðhundrað árum síðan.
"Af ukendte årsager har der
næsten ikke været fisk i
færøske farvande i flere år
og tilstanden fortsætter i
flere år endnu. Der er jævn-
lig hungersnød.” f 1645
verdur sagt soleidis:
"Fiskeriet menes at være
endnu dårligere enn kata-
strofeåret 1629-30."
Her verdur bert talad um
tosk. Gera vit eitt lop fram
móti 1800 árunum, so sigur
Jørgen Landt, sum var
sóknarprestur í Norð-
streymi frá 1791 - 1798 í
bók síni: "Forsøg til en
beskrivelse over Færøer-
ne." Bókin kom út í ár 1800:
"Fiskerieter nu langt fra
ikke, hvad de i de fremfarne
Tider har været; thi da
udgjørde Fisken en vigtig
Nærings- og Handesl Ar-
tikel, men nu er den ligesom
ganske forsvunden fra de
færøske Kyster. Enten nu
Fiskemængden i sig selv er
bleven formindsket, eller
Grundene og Fiskebankene
omkring Færøe, ved Uvejr
eller andre Naturbegiven-
heder, kunne have lidt
nogen Forandring, saa de nu
ikke mere afgive enten
Ferskvand eller Føde nok til
de Fiske, som der vilde
opholde sig, eller Fiskene af
denne eller andre Aarsager
har fået et andet træk og
andre Opholdssteder, tør jeg
ikke befatte mig med at
afgjøre; dette veed jeg, at
naar man undtager faa Sted-
er i Færøe, hvilket ligge
meget fordeelagtige for
Fiskeriet, drives det paa de
fleste Steder og i de fleeste
Aar meere med Tab end
Fordeel."
kaltvatnsreinsarunum á
marknaðinum til alla rein-
gerð á dekkinum, verk-
rínum v.m. Fæst frá 70-173
Søla. leiga og tænasta
Kaj Andreasen Pf.
Sd
Valevni Sjálvstýris-
floksins í Eysturoy
Heðin Djurhuus, goymslumaður, Innan Glyvur
Sámal Petur í Grund, sjómaður, Søldarfjørdur
Hilmar Gaardbo, lærari, Toftir
Annfinn Hansen, umboðsmaður, Fuglafjørður
Jørund Juul, verkfræðingur, Oyndarfjørður
i ,
Hans Jacob Lamhauge, lærari, Lamba
Oddmar Olsen, edv-madur, Rituvik