leygardagur 11. juni 1994síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 109 — 11. JUNI 1994 Síða 17
Til Skotlands
á musikkskúla
Tríggir ungir fóroyskir tónleik-
arar fara í summar til Skot-
lands á skeið
við stuðli frá
Norðurlandahúsinum og
Mjólkarvirki Búnaðarmanna
Triggir ungir tónleikarar í
Stórband Tórshavnar Mus-
ikkskúla fara fyrst í næsta
mánaði til Skotlands á ein
stórband skúla í býnum
Perth fyri at læra meira
samanspæl.
Tey hava fingið stuðul til
ferðina frá Norðurlanda-
húsinum og Mjólkarvirki
Búnaðarmanna, sum ger
drykkin Pop-Top.
Mass Hoydal, saxofon,
Marita Thomsen, trom-
bone, og Dánjal Hoydal,
saxofon, hava øll uý spælt i
stórbandinum, síðan tað
byrjaði í oktober í fjør á
rútmisku musikkskúladóg-
unum hjá Tórshavnar Mus-
ikkskúla. Hetta ungdóms-
orkestrid verður óivað
meira at hoyra til í næsta
Leiðslan í National Youth
Orchestra Of Scotland skip-
ar hvørt summar fyri jazz-
orkestri og stórbandaskúla
fyri 50-75 ungum tón-
leikarum. Tey eru fegin um
nú at fáa føroyskar næm-
ingar á skúlan.
Longu í 1988 fór Mjólk-
arvirki Búnaðarmanna
undir at stuðla ungum tón-
leikarum. Í fleiri ár hjálptu
tey nýggjum orkestrum
fram í samstarvi við Brandi
Øssurssyni, sum skipaði
fyri konsertunum. Stuðulin
varð latin ungum og óroyn-
dum, treytin var bara, at or-
kestrið dugdi at spæla eitt
lag. Men fleiri teirra, sum
byrðau á Pop-Top konsert-
unum eru nú komin væl
longur ávegis og teljast
millum fremstu tónleikar-
Ætlanin er at byrja aftur
Teir tríggir ungu tónleikararnir såman vid Peter Turichaninoff, stjóra í Norðurlandahúsinum, Kim Petersen frá
Mjólkarvirki Båndarmanna og Øssuri Patursson, sum tók stig til Pop-Top konsertirnar (Mynd: Kalmar)
við Pop-Top konsertunum,
men tað verður væntandi á
ein ødrvisi hátt. Konsert-
irnar verða í samstarvi við
Tórshavnar Musikkskúla.
Amnesty International
Skrivstovan í Vágsbotni er opin týsdag og friggja-
dag kl. 10—16. Tlf, 15816.
Sigla ofta við
summargestum
Norðlýsið er hvønn dag úti í fjórðinum við fólki
Tað gongur heilt væl hjá
teimum, sum keyptu Norð-
lýsið, og sum royna at vinna
nakrar krónur til skipið við
summarsigling.
Norðlýsið liggur við
Bursatanga, og har stendur
eisini eitt skelti, ið sigur frå,
nær skipið ger túrar, og
hvussu ein kann tekna seg.
Hvgnn morgun - miku-
dagurin tó undantikin - fer
Nordlysid kl. 10 av Bursa-
tanga, og farið verður so
antin ein túr rundan um
Hestoynna ella Nólsoynna
við fólki. Umborð eru tráð-
ur at fiska við, og hetta
dámar fólki sera væl, eins
og teimum dámar væl, tá
siglt verður undir fugla-
bjørgum, sigur Óli Hamm-
er, sum er ein av eigarunum.
P/F Útferðir eigur nú Norð-
lýsið.
Núog fram til 1. juli, og so
aftur millum 7. og 22.
august verður siglt einaferð
um dagin, og á hásumrinum
tveir túrar um dagin.
Leigað hvenn mikudag
Síðan 1. maí hevur borið til
at leigað Norðlýsið miku-
dagar, og eingin mikudagur
er farin burturímillum, at
skipið ikki hevur verið leig-
að, sigur Óli Hammer.
Vidhvørt eru tað føroy-
ingar, sum leiga Norðlýsið,
aðrar dagar eru tað útlensk
ferðaløg.
Um kveldið ber eisini til
at leiga Norðlýsið.
Tey, sum hava áhuga fyri
at sleppa við Norðlýsinum,
kunnu venda sær antin til
Smyril Line ella til Hotel
Føroyar. Annars eru plak-
atir settar upp kring landið.
Av ti at tað er ávísur
skyldskapur millum P/F
Útferðir og Smyril Line,
verða ferðafólkini á veg til
Føroya við Norrønu kunnað
um Norðlýsið. Tey fáa ein
film at síggja um Norðlýsið
umborð á Norrønu.
Óli Hammer heldur sjálv-
ur, at hetta er eitt stuttligt
tiltak hjá teimum við Norð-
lýsinum, sum teir í vetur
brúktu nógvar tímar til at
rigga til og pussa til summ-
arsiglingina.
randi
Her eru tey bæði
Norðlýsið og Norrøna
(Mynd:Kalmar
so
pen
Ao 5 á