týsdagur 14. juni 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 110 — 14. JUNI 1994
Páll Mikkelsen, neyndarlimur í ídndargrunninum í skjótt 25
Áræðið hjá førovinginum
er fullkomiliga burtur!
Meðan tað í teimum góðu árunum í 80-unum komu inn einar
80 umsóknir til grunnin um árið, so hevur grunnurin ikki fingið
eina umsókn hesi seinastu 3-4 árini sigur Páll Mikkelsen, for-
maður í Idnadargrunninum.
Áræðið - initiativið - hjá
føroyingum er fullkomi-
liga burtur. Hetta må for-
maðurin í Ídnaðargrunn-
inum, Páll Mikkelsen ás-
anna. Hann sigur í samødu
við Sosialin, at Ídnaðar-
grunnurin hevur stórt sæð
ikki fingið eina umsókn í
skjótt fýra ár. Til sammet-
ingar kann sigast, at
grunnurin miðskeiðis í 80-
unum fekk upp í 70-80
umsóknir um árið.
Páll Mikkelsen, sum
hevur verið limur í Idnað-
argrunninum í skjótt 25 ár,
hevur ongantíð upplivað
slíkt, men heldur fyri, at
tað vísir seg at vera sera
torført at finna upp á
nakað, sum gevur yvir-
skot.
Ídnaðargrunnurin er
annars framvegis fúsur at
fíggja skilagóðar ætlanir,
hóast tiggjarstødan er ikki
tann sama sum í 80-unum
leggur formaðurin aftrat.
Hann heldur eisini, at
tað er ikki minni brúk fyri
grunnninum í dag, nú tað
bert er ein banki til at
fíggja vinnulívið.
Kreppan rakar
allastaðni
Páll Mikkelsen heldur
ikki, at kreppan, ið hevur
rakt ídnaðin hjá okkum, er
ikki nakað sermerkt fyri
Føroyar.
Kring alt Europa hesi
seinastu 10 årini hevur
gongdin verið tann, at tað
fyrst var nóg nógv til av
pengum at byggja upp
ídnað, og tað varð eisini
bygt og bygt til trupul-
leikarnir tóku seg upp.
Upp á fyrispurning um
| Gloy ið | Páll Mikkelsen:
fortíðina
Nú stendur so val fyri í
Føroyum og hvat heldur
Páll Mikkelsen átti at
verið mest umráðandi at
tosað um?
-Tað nyttar í hvussu
er ikki at brúka tíðina til
at geva hver øðrum
skyldina fyri fortíðina.
Hon er farin. Vit koma
ikki víðari við bara at
tosa um hana. Heldur
| mugu vit hyggja
frameftir og skapa
nakað.
Páll Mikkelsen heldur
tað eisini vera skeivt at
og hyggið
frameftir
velja nakran einstakan
flokk burtur úr at geva
alla skyldina fyri krepp-
uni.
-Tað eru so nógvar or-
søkir til kreppuna. Men
taka vit ta politisku or-
søkina, so hava mest
sum allir flokkar sitid
við ábyrgd, onkur meira
og onkur minni, og onk-
ur hevur betur torað at
sitid við ábyrgd, onkur
hevur torað tað minni.
Hatta er farið. Vit mugu
til at tosa um, hvat vit
skulu gera í framtíðini.
møguleiki er at finna verk-
ætlanir og framleiðslur,
sum ein kann fara í gongd
við í Føroyum nú, sigur
Páll Mikkelsen, at tað er
ein spurningur, um vit eru
ov sein á sjóvarfallinum.
-Hesi árini hava tikið so
fast upp á okkum, at vit
hava ikki klárað at fylgt
við útviklinginum í Eu-
ropa annars innan tøkni-
frødi og nútímansgerð av
framleiðsluni, soleiðis at
vit bara eru vorðin enn
meira afturúrsigld
Skal tú menna eitt sam-
felag, so mást tú gera
nakað, tú mást gera nøkur
ting, sum kunnu seljast.
Tað vísir seg ikki at
vera nakar trupulleiki at
gera nakrar vørur, og
tekur hann snellur sum
dómi. Trupulleikin er at
selja hesa idnadarvøruna.
Mugu seta okkara
álit á tey ungu
-Men vil tú tá sum for-
maður í Ídnaðargrunn-
inum siga, at her er einki
at gera, at vit eiga bara at
geva skarvin yvir?
-Nei sjálvandi ikki. Her
má vera okkurt. Tað er
heldur einki at ivast i, at
tey, sum vaksa upp í dag,
hugsa heilt ødrvisi enn vit,
og tey skulu nokk klára
seg. Vit mugu seta okkara
álit á tey.
Vit hava livad her í
1400 ár, og samfelagið
doyr ikki eftir einum ári
leggur hann aftrat.
jan
Tíðindablaðið (SKI)
Trugvi ikki upp á
eitt oljuævintýr
Formaðurin í Idnadargrunninum telist ikki millum teirra, sum
síggja fyri sær eitt komandi oljuævintýr í Fóroyum. Men hann
heldur tað vera rætt nú at gera seismiskar kanningar. Hann
sigur:
-Tað verður ikki í bræði,
at vit fáa nakað burtur úr
henni, um vit í heila tíkið
fáa nakað. Er olja her, so
liggur hon so djúpt, at tað
fer at kosta milliardir at
fáa hana upp.
Páll Mikkelsen heldur
annars, at tað er avgjørt
rætt at fara undir kann-
ingar nú og royna at fáa
føroyingar við í hetta
kanningarbeiði.
Hann ivast tó stórliga í,
um her verður nakað olju-
ævintýr eins og tað teir
tosa um hinumegin Het-
landsrennuna.
-Jarðfréðiliga hoyra
Føroyar til ein annan
heimspart, nevniliga
Amerika, meðan økini
eystan fyri rennuna hoyra
til Europa.
Eg prátaði nógv við
Jóannes Rasmussen, jarð-
frøding í síni tíð um Þesi
viðurskifti og eg má við-
ganga, at eg tíanverri ikki
eri ov bjartskygdur, tá tað
snýr seg um oljuvinnu her
hjá okkum.
v