týsdagur 14. juni 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Minkar Orættvisi
Tann almenni sektorurin er týdningarmesta amboðið til at minka
órættin. Skattaskipanin er so háttað, at tey, sum tjena mest, gjalda mest,
og partur av skattinum verður síðan fluttur til teirra, sum eru veikast.
Sleppur sambandsflokkurin at skerja fíggjarlógina, so fer almenni
sektorurin í spønir, og tað økir arbeiðsloysið, órættvísið og stættamunin,
skrivar Eyðólv Dimon
Síðan fimtiårini hevur tað
ongantíð verið so týdning-
armikið sum júst ú, at hava
eina góða, vælstýrda og
vælskipaða almenna fyri-
siting. Fíggjarligi aldudal-
urin, vit eru í, ger, at stætta-
munurin í samfelagnum er
blivin sjónskur. Tann al-
menni sektorurin er týdn-
ingarmesta amboð okkara
at rókka málinum um javn-
bjóðis rætt ul ágóðarnar í
samfelagum og harvið eis-
ini í stridnum móti stætta-
samfelagnum. Skattaskip-
an okkara er soleiðis háttað,
at tey, sum hava breiðastu
herðarnar, gjalda mest, og
partur av skattinum verður
síðan fluttur til teirra, ið eru
veikast í samfelagum og
ringast fyri. Tað er kanska
júst hetta, ið ger, at sam-
bandsflokkurin so altráur
vil fremja sparingar á fíggj-
arlógini. Fyri eitt samfelag í
okkara stóðu fer hetta at fáa
tær fylgjur, at almenna fyri-
sitingin fer í spønir, og at
vælferðarsamfelagið fer
fyri bakka.
Skerjingar minka
keypiorkuna
At bjarga vælferðarsamfe-
lagnum verður ein týðandi
partur hjá einum komandi
løgungi. Um sambands-
flokkurin fær ta åvirkan,
sum veljarakanningamar
benda á, man neyvan nakar
ivi væra um, at fyrst og
fremst undirskotið á fíggj-
arlógini verður spart burtur,
men harafturat verða enn
fleiri sparingar gjørdar inn-
an almennu fyrisitingina.
Sambandsflokkurin fyri-
gyklar fólki, at sparingar
innan almennu fyrisiting-
ina og skattalættar til vinnu-
lívið fara at hava við sær, at
fleiri arbeiðspláss verða
skapað. Ur ødrum londum
vita vit, at hetta er púrasta
burturvið.
Skerjingar økja
arbeiðsloysið
Fyrsta avleiðingin, um hall-
ið á fíggjarlógini verður
spart burtur, er at minst
1000 fólk innan almenna
sektorin gerast arbeiðsleys.
So má útgjaldið frá arbeiðs-
loysistryggingini lækkast
enn meira, og hetta fær
keypiorkuna at lækka sam-
svarandi. Ongi nýggj ar-
beiðspláss verða skapað,
men hinvegin fara enn fleiri
á húsagang og út í arbeiðs-
loysi.
Sambandshugsjónin
góðtekur arbeiðsloysi
Sambært borgarligum
stevnuskráum er tað neyð-
ugt at hava eitt ávíst ar-
beiðsloysi. Men vit hava jú
sjón fyri søgn og vita,
hvussu oyðileggjandi tað
er, bæði fyri tey, sum gerast
arbeiðsleys, men ikki minst
fyri samfelagið sum heild
Tí mugu vit alla tíðina hava
sum målsetning atøk ja riki-
dømid vid at geva fólki ar-
beidi, heldur enn at missa
rikidømi við at fólk eru ar-
beidsleys. Javnadarflokk-
urin hevur frå farna val-
skeidi litid at reypa sær av,
um hugsad verdur um ar-
beidsloysistølini. Hinvegin
mugu vit ikki gloyma,
hvussu nógvur peningur er
farin ul at bjarga føroyska
peningasysteminum, og
hverjar avleiðingar tað hev-
ur havt á samfelagið. Við
hesum í huga er tað undran-
arvert, at arbeiðsloysið ikki
er fleiri ferðir hægri.
Alt yvirskot til
arbeiðsskapandi tiltøk
Nú javnvåg er fingin í før-
oyska búskapin, er alneyð-
ugtattað verður ein flokkur,
ið hevur sum aðalmál at
skapa arbeiði til allar vinnu-
førar hendur, sum skipar
landsstýri. Í farna valskeiði
hevur lítil og eingin pening-
ur verið tøkur til hetta enda-
mál. Men komandi valskeið
má allur fíggjarligur bati
brúkast til arbeiðsskapandi
tiltøk, at lækka beinleiðis
skattin og til at bjarga væl-
ferðarsamfelagnum. Hetta
seinna er nær tengt at,
hvussu høg arbeiðsloysis-
tølini verða.
Nr. 110 — 14. JUNI 1994
Sida 9
Sambandsflokkurin sigur, at skerjingar skapa arbeiðs-
pláss. Men hetta er tokutala. Skerjingar skapa ongi
arbeiðspláss, men mirka keypiorkuna og tað økir hinvegin
um arbeiðsloysið, skrivar Eyðólv Dimon
Heldur arheiðsnláss
enn fleiri kanningar
Sá nú ein dagin í eini
Dimmu, at »høvudsval-
evni« sambandsfloksins,
Pauli Ellefsen, vil hava eina
kanning setta í verk av øll-
um ti, sum hendi f åttatiår-
unum, samstundis sum
hann vil hava eina skrivliga
våttan frå øllum, sum stilla
upp til løgtingsvalid, at tey
góðtaka uppskot hansara.
Persónliga haldi eg at ein
slik kanning ikki fær øll
viðurskifti sett upp á pláss.
Tað verður torført — fyri
ikki at siga Ogjørligt — at
finna fram til, hvør hevur å-
byrgdina av øllum ørskap-
inum í åttatiårunum. Eri
stórliga bangin fyri, at eitt
tílíkt politiskt spæl, hvors
einasta endamál er at bjarga
umdøminum hjá nøkrum
fåum politikarum, vil hava
slika åvirkan å okkara sam-
felag, at alt endar í einum
ruðuleika, og samfelagið
steðgar totalt upp. Vildu
hesir persónar Føroyum og
ú fólki, her býr, væl, lótu
teir heldur vera við at stilla
upp ul valið nú 7. juli. Her
verdur ikki bert hugsad um
sambandsmenn, men eisini
oddamenn innan allar aðrar
flokkar, sum hava sitid við
ábyrgd í áttatiárunum.
Heldur enn at brúka stórar
peningaupphæddir til at
kanna fortidina, åttu vit at
nytt hendan pening til eina
verkætlan vid atliti til at
skapa nyggj arbeidsplåss
runt um í landinum, við ser-
ligum denti løgdum á tey
pláss, har Føroya Fiskavirk-
ing hevur stongt síni virkir.
Við einum alt vaksandi
arbeiðsloysi, einum skjótt
minkandi fólkatali og ein-
um alt ov høgum skatta-
trýsti, gerast hesar bygdir
verri fyri fyri hvgnn dag,
sum gongur. Tað er tí sera
umráðandi at finna fram til
eina loysn, hvussu hesar
kommunur og teirra borgar-
ar kunnu hjálpast úr tí van-
æriligu stóðu, kreditor-
loysnin Føroya Fiskavirk-
ing og føroysku hjålpar-
menn teirra hava sett tey í.
Umráðandi er, at fólk í
hesum illa komnu bygdum
sleppa aftur til arbeiðis. Her
eigur javnaðarflokkurin at
ganga á odda við at stuðla
teimum fólkum, sum ar-
beiða við ætlanum um at
leiga tey stongdu flakavirk-
ini til alternativar fram-
leiðslur.
Poul Andrias Joensen,
valevni javnaðarfloksins
í Eysturoyar valdømi
Tit ringja
— vit skriva
Ringið telefon
11820