Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juni 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

I Síða 10 Nr. 110— 14. JUNI 1994 Tíðindablaðið [ sestalurin | 4 Ferðandi innanoyggja gjalda hallið Innanlands flutningur fíggjar ta undirskotsrutu, ið fyrrverandi lands- stýrismaður Svend Age Ellefsen setti í verk ímillum Foroyar og Skotland Í hesum døgum verður Dag- blaðið borið út í hvort hús í bygdum í Vága Valdømi. Fjáltur tykist vera komin á ein fyrrverandi landsstýr- ismann, nu soðið ul hetta valið tykist vera alt annað enn nýtiligt, í mun til sein- asta løgtingsval, tá valevni fólkafloksins gjørdi nakað, ið skuldi fingið so álvars- ligar avleiðingar, at hann ikki bar boð í bý sum polit- ikan aftur. Men hóast tað at hann helt alla veljarafjøldina í Mið- vági og Sandavági fyri tað turra spott, so sær tað ikki mætari út, enn at hann bjóð- ar seg fram aftur til hetta løgtingsvalid komandi. Í staðin fyri at brúka rækjuvirkið sum valagn, so roynir hann at heingja und- irritaða út, samstundis sum hann sigur seg standa sum garant fyri, at øll strand- | bilinum frå F ferdslugjøld verða lækkað, um hann verður afturvald ur. Í tí sambandi so skulu tær einstøku leiðirnar útlisiter ast og leggjast í partafeløg, so raksturin gerst bíligari. Tað hevur altíð verið dreymurin hjá teimum borgarligu at fáa fatur á teimum leiðum, ið geva vinning, meðan sektin ligg- ur á teimum leiðum, ið geva hall. Og tað var um reppið, at ikki allir busseigarar í Vágum vórðu slaktaðir, tá leiðirnar, ið góvu vinning hjá bygdaleiðum, vórðu út- bodnar, hetta sjálvt um teirra bygda- og oyggjar- maður umsat hetta mál í landsstýrinum. Tá innkomnu tilbodini vórðu upplatin og vidgjørd, var tilboðið frá busseigar- unum í Vágum so nógv tað realistiska, eins og tað var sett upp soleiðis, at cingi ivamål vóru í mun til tað til- boðið, ið mótparturin hevði latið inn. M.a. so hevði mótparturin als ikki ukid hædd fyri, at neyðugt var at hava bussar tøkar í Vágum, men høvdu hinvegin roknað við at gera nýtslu av vágabussunum, tá ið teir funnu tað fyri gott. Henda ætlan hevði helst verið framd, um ikki buss- eigaramir í Vágum vóru meira at sær komnir enn teirra mótpartur hevði rokn- að við Og eingin sum helst ivi er um, at høvdu busseigararnir í Vágum boygt seg fyri ú ysti, ið legið nokk ikki bara kom frá mótpartinum + samferðsluskrivstovuni, men eisini frá landsstýris- manninum í samferðslu- málum, so mistu kanska M Í SMS — og ver við í lutakastinum um eina UTTANLANDSFERÐ umframt um 5 smærri vinningar. „Hevur eingin rætta talið á merkjunum á hesum stásiliga MONDEO- allir busseigararnir í Vágum teirra bussar. Men heilt snikkaleysir sluppu teir ikki, tí tveir av nýggjastu og sera væl røktu vágabussunum vórðu efur boðum úr landsstýrinum »kapradir« ul Tórshavnar og seldir øðrum fyri spot prís, hetta hóast tann eina eigarin gav eitt rímuligt boð úl landsstýrið uppá tann bussin, ið hann hevði koyrt rutu við. Í dag kann tað bert stað- festast, at øll tey sjónarmið, ið busseigarar í Vágum løgdu fram fyri landsstýris- mannin Svend Áge Ellef- sen, hava passað út í æsir. M.a. teirra pástandir um, at koyringin viðvíkjandi skulabørnum, flogrutu eins og tær vanligu ruturnar, als ikki høvdu verið røktar, um ikki vágabussarnir gjørdust ein partur av hesum rutum. Eitt kunnu bæði busseig- arar, eins og lastbilacigarar í Vágum gera sær heilt greitt, at tann dagin tá Finn- bogi Arge, John Petersen við Svend Áge Ellefsen sleipandi aftan á koma í eina møguliga samgongu eftir løgtingsvalid, tå fáa vágafólk at sanna hvat borgarligur politikkur veru- liga er. Higartil hevur leiklutur javnaðarfloksins verið at verja borg ímóti teimum borgarligu flokkunum, sum orsakað hesum ikki fingu møgulcikan at leggja allan fiskiídnaðin inni á Sundi, har øll virkini skuldu byggi- ast, soleiðis at útjaðaragkini kundu avtoftast. Um tað hendir, at tað rennur saman ímillum sam- bands- og fólkaflokkin, verður alt virksemi hjá landsverkfrødinginum steðgað. Tær rutur, sum geva vinning, verða yvir- tiknar av sentraliserings- kreftunum í hesum flokk- um, og kemur okkara flog- telag at resta nakrar krónur í tå árið er farið at halla, so verður tað jarðlagt. Sum landsstýrismaður skerdi Svend Áge Ellefsen Strandferdsluna úr 50 mill. niður á eina játtan uppá 28 mill. kr. Tá ið árið var út, var nýtslan komin upp á 60 mill. kr. Ein og hver er greiður yvir, hvussu lítið álvara er aftan fyri tær av- gerðir, ið fyrrverandi lands- stýrismaðurin Svend Áge Ellefsen hevur tíkið, uttan mun til um tað er lokalt ella landspolitiskt. Ein orsøk til at sitandi landsstyri hevur sæd seg noyddan at hækka ferda- seðlakostnaðin er óivað m.a. fyri at avmarka hallið á Skotlandsrutuni, sum Svend Áge Ellefsen er pápi at Tí kann tað sláast fast, at flutningurin = innanoyggja figgjar ta undirskotsrutu, sum Svend Åge Ellefsen sum landsstyrismadur setti å stovn imillum Føroyar og Skotland Frank Davidsen KOM EL & VINN ALLA HESA VIKUNA frá 13.-18. juni ORD, verður drigið millum tey 10 rættastu úrslitini. Bóltfelagið ÆSIR