Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juni 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

mm AF . Tysdagur 11. juni 1994 JÉN Allan Simonsen er enn ikki liðugur at viga kandidatarnar Landslidsvenjarin Allan Simonsen varð ikki liðugur at seta landsliðshópin saman, ið skal til Eysturríkis ” . á venjingarlegu, men tað verður gjørt i hesi løtu Allan Simonsen situr enn og hugsar um, hverjar 20 mans, hann skal taka út til landsliðshópin, ið skal til Eysturríkis á venjingar- legu og til Danmarkar at spæla ein vinardyst móti >dynamitt-liðnum< hjá dønum, ið var í Mexico í 1986. Men sum skilist, er hann komin væl á veg við úttskuni, og í skrivandi stund er hon kanska liðug og klár. Seinnapartin í gjár hevdi hjålparvenjarin Petur Simonsen ikki frætt frå Allani, men hann væntaði, at tad fór at verða hverja løtu. Av ú at skráin á ferðini til Eysturrikis og Dan- markar er rættiliga krevj- andi við fyrst trimum dystum í Eysturríki og einum í Danmark, fer All- an Simonsen allarhelst at taka 20 spælarar út. Ikki verður nóg mikið við 18, ti so ber illa til hjá spælarunum at fáa alla ta hvíld, teir kunnu fáa brúk fyri millum dystimar, um allir skulu vera við í teim- um gllum. Umframt teir 23 spælar- arnar, ið vóru á venjingar- leguni á Svangaskarði í farnu viku, fer Allan Si- monsen kanska eisini at hava aðrar í huganum, tá hópurin endaliga skal set- ast ul ferðina. Eitt nú eru fleiri av føroyingunum, ið spæla uttanlands, við í myndini. Teir kennir hann kanska hvgr sær, men hann hevur ikki havt møguleika fyri at síggja teir saman við hin- um, so til tað er Eystur- rikisferdin upplagt høvi. Itréttar-Sosialurin fer at koma vid teimum 20 nøvnunum, so skjótt sum tey eru klár. hj. Europa Cup- liðini skilja seg burturúr Áttanda umfar í lands- kappingini staðfesti, at tað eru trý lið, sum í løtuni eru væl betur fyri, enn hini liðini eru. Talan er um tey trý liðini, sum seinni í ár skulu umboða føroyskan fótbólt í Europa Cup- kappinginum — føroya- meistararnar úr Gøtu, steypavinnaramar av Sandi og HB, sum i fjør endaði á næstfremsta plássi. Hesa ferð vóru gll tey trý oddaliðini á útivelli, og øll vunnu greiðan 2-0 sigur. GÍ vann 2-0 móti IF, men hóast fuglfirðing- arnir saman við fimm gðr- um liðum stríðast fyri at sleppa undan næstniðasta plássinum, so gav teirra spæl hesa ferð ábending um, at teir fara at fáa fleiri stig. Sandoyingar vunnu enn eina ferð í Gundadali móti B36, sum eftir góða byrj- an rættiliga er komið nið- ur á jørðina, og nå — held- ur enn at langta eftir topp- inum — skal hyggja niður- eftir fyri at ansa sær. Klaksvíkingar hava tað ikki lætt í løtuni. Hóast teir svumu í målmøgu- leikum seinna hålvleik móti HB, so eydnaðist teimum ikki at fáa mál, og tað er ein kediligur trupul- leiki at dragast vid. HB sýndi gott spæl i fyrra hálvleiki, og effektivt út- nyttar liðið sínar møgu- leikar. Fyri tveimum vikum sá NSÍ móti endanum av fyrra hálvleiki móti TB út til at skula liggja nidan fyri strikuna saman vid EB/Streymi. Men so vendu teir dystinum har og vunnu, og tá teir nú eisini bastu sundalags- monnum, ið gerast alsamt einsamallir niðast í botn- inum, eru runavíkingarnir brádliga komnir úr djúp- inum og upp á fimta pláss. Toftamenn sóu stórar glottar síðsta umfar, tá teir vunnu stórsigur á KÍ, men glottarnir kámaðust nak- að, nú liðið tapti á Sev- mýri fyri TB, ið so sanni- liga eisini hevur brúk fyri stigunum nú. Tvøråmenn kundutakka målverjanum fyri sigurin, ið fekk teir eitt vet burtur frá botnin- um. At trý tey fremstu liðini hava skilt seg burturúr í ovara endanum so tíðliga í kappingini, er kanska eitt sindur óvanligt, men tey eru sera jøvn, so har er pláss fyri nógvum spenn- ingi, hvat av teimum kann klára seg betur enn hini. Atso seks tey næstu lið- ini liggja tøtt við seks, sjey ella átta stigum, gevur eis- ini ein ávísan spenning, tí meðan okkurt teirra kanska kann fáa kjansin at koma í medaljunánd, verður í hvussu er eitt teirra at ansa sær fyri ikki at enda á ødrum nidurflyt- ingarplássinum saman við EB/Streymi. Við ødrum orðum er als einki avgjørt enn, og i løt- uni eru tvinnir spenningar í kappingini, nú summar- steðgurin nærkast. Ítróttar-Sosialurin