Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juni 1994síða 16

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

KÍ heyði eitt ótal av atsóknum móti HB-málinum í seinna hálvleiki, men ikki eydnaðist at sleppa fram við Andriasi F. Han- sen, ið vardi HB-málið fyri fyrstu ferð síðani 1988, tí at Kaj Leo Johannesen var uttanlands Mynd: Hilmar Jan Hansen Hepni fylgir altid einum góðum liði Hóast klaksvíkingar helst sóu, at KÍ varð krediterað fyri onkran av sínum mongu kjansum í seinna hálvleiki móti HB, so er spurningurin viðkom- andi, um eitt lið, ið brennir so stórar kjansir, hevur uppiborið at vinna 1. deild, menn: KI-HB 0-2 (0-2) Tað varð so ruddiliga stað- fest í Klaksvík sunnudagin, at tað er fullkomuliga líka- mikið í fótbólti, hvussu nær og hvussu ofta tú ert um at fáa mál. KÍ hevði ein seinna hálv- leik í hesum klassikara, ið eitt gott lið óivað hevði fingið nakað burturúr. Men nidurstødan má vera, at KÍ ikki er nóg gott, tá ein mál- verji frá 80-unum kann koma >frem fra glemslen< og forða klaksvíkingum í at fáa løn fyri sitt stríð. Andrias F. Hansen, ið hevði fingið ta torføru upp- gávu at verja málið hjá HB, av tí at Kaj Leo Johannesen var í Týsklandi í arbeiðs- eisini sera væl. Í hvussu er eydnaðist ikki KÍ at fáa bóltin fram við málverjan- um, ið hevur verið útispæl- ari, síðani hann í 1988 var í mál hjá HB! Klaksvíkingar royndu at spæla seg fgjøgnum ferð eftir ferð í seinna hálvleiki, men tað bar als ikki til hjá teimum at fáa nakað burtur- úr. Var tað ikki Andrias, ið fekk síðsta fótin á, so var tað onkur av útispælarunum. Dupultbjarging Hetta stóð serliga sina roynd móti endanum á dyst- inum, tá Aksel Johannesen fekk tvey høvi at skjóta mål, men fyrst varð blokeraður av Andriasi og síðani av Grími Vang. Og beint fyri dystarlok hevði Arnold Joensen ein sera góðan kjans, tá Finn Baldvinsson spældi hann leysan heilt inni á S-metr- inum, men Andrias bloker- aði meistarliga. Í fyrra hálvleiki var tað HB, ið hevði fingið sínar møguleikar — og so ein í byrjanini av seinna, tá Jan Allan Miller slapp leysur igjøgnum í fyrsta álopinum og skjeyt við síðuna av. Dysturin byrjaði annars við heldur varnum spæli, ið kortini mentist rættiliga skjótt, tá bæði liðini tóktust hava funnið útav, at her var ikki neyðugt við forspæli, men at best mundi vera at fara >beint til sakina<. So við og við var tað tó HB, ið tóktist vinna tætta midvøllin og annars fáa tað yvirtak, ið gjørligt var at fáa, meðan klaksvikingar dølladu sær í hvørjum ein- asta uppspæli, so ein skuldi tid, at tað var sett sum treyt, at næstan tjúgu bólt- røringar skuldu til, áðrenn kós kundi setast móti mót- stødumålinum. At HB ikki helt seg til nakra so andveika heims- speki i sinum spæli, kom til sjóndar í báðum málunum. Fyrst, tå Jan Allan Miller 25 metrar frá Kl-málinum fekk bóltin serveraðan frá Fríða Ziskason. Tænarin í Nólsoyarstovum bíðaði ikki — eins og Kl tóktist gera tað allan fyrra hálvleik — til køkurin hevði høsnast við matinum í ævir, men tók kjansin og sendi eitt gott langskot móti málinum hjá Jákupi Mikkelsen, ið ikki vísti serligan landsliðsstíl hesaferð. Bólturin slapp at fara upp í tikantin, uttan at Jákup nakrantíð skilti álvaran í skotinum, og so var HB á odda 1-0. Tá vóru 22 min- uttir farnir av dystinum, og liðini høvdu undan hesum havt ein málkjans í part. solisturin er Julian Johnsson...< Ikki gingu meira enn átta minuttir, so var tað Julian Johnsson, ið fekk møgu- leikan at halda klaksvíking- ar fyri tað turra spott. Hann fekk bóltin aftur á egnum 5- metri eftir KI-ålop, og so fór hann út móti síðulinjuni í høgra borðið fyri at fáa bólt- in burtur úr vandagkinum. Men Julian fann ongan mann at spæla við, so hann setti bara ferðina upp og fór allan vegin igjøgnum, heilt aftur móti baklinjuni hjá KÍ - á vegnum rundaði hann ikki færri enn fýra KÍ-arar, ið lupu beint á hann — áðr- enn hann sendi hart og flatt innfyri, har Jan Allan Múll- er var klárur at taka ímóti. 2. deild, menn: LÍF-Sumba 2-1 (1-1) Vit nevndu tað her fyri, at fótbóltsmentanin í Leirvík er av tí góða slagnum, har bólturin ferðast skilagott leikar- anna millum, og teir eyna at spæla eitt tvey og nýta tóm øki. Trupul- leikin hevur verið, at ov lítið fólk er at åtinna í verki tað, sum skal til fyri at vinna fótbólts- dystir og harvið vera við í fremstu rgð. Og tá verður ikki bara hugsað um evnini við bóltinum, men eisini um kropsliga styrki, skjóldeika og alt hitt, sum skal saman- tvinnast við fótbólts- spælinum. Leygardagin = vóru sumbingar á vitjan, og fyrsta tíman var sjón fyri søgn, at tað kann hanga væl saman hjá LÍF. Á midvøllinum vóru tað bóltsnillingarnir | Gert Langgaard og Hjørleif Olsen, sum svingaðu taktpinninum, og tá allir hinir vóru við upp á tað, var nógv gott spæl og fleiri upplagdir møgu- leikar. Tað knípti við eftir- ansingunum hjá sum- bingum fyrra partin av dystinum. Teir hevdu Men ikki eydnaðist Jan All- an at sleppa eitt stig hægri á toppskjúttalistanum, ú fyri nøsini á honum kom Sámal Eyðfinn Poulsen, og hann fekk síðsta fótin á bóltin, so hann fór um mállinjuna. Eitt sera óheppið mál fyri hann og KÍ, men ikki annað enn fult uppiborið, at Julian varð løntur við einum máli fyri hetta ótrúliga einmans- avriki! Fyrri hálvleikur var mest HB, ið alla tíðina royndi at koma sær fram at kjansum, meðan KÍ tóktist trívast best úti á vellinum, so langt burt- uri frá HB-málinum sum gjørligt. Í seinna hálvleiki vóru klaksvíkingar hamskiftir, men uttan at teir dugdu nóg væl at gera sær dælt av teim- um seks til átta rættiliga uppløgdu tilbodunum, teir fingu. Hepni sigst altid fylgja einum góðum liði, og tað . Leirvikingar voru frålikir i ein tima nógv fólk aftan fyri bólt- in og dúvaðu upp á skjótu álopini, sum teir altíð eru vandamiklir við. Tey vóru ikki so nógv, men tá korter var runnið, komu teir á odda. Kvikt uppspæl í høgru endar við inn- leggi, sum verjan í fyrstu atløgu fær út frá, men so endar bólturin hjá Hans Jákup Thomsen, ið skor- ar. Hálvur tími var leikt- ur, tá heimaliðið gjørdi nýtslu av einum av fleiri møguleikum. Hans Fróði Hansen — frålika g6dur midverji - er n6gv hægstur, tå homaspark verdur lagt inn fyri, og hann drønstiitar í kassan. Fyrstu løtuna av 2. hålvleiki gekk sum und- an stedginum. Tå fekk LÍF sigursmålid, sum Thomas Hansen skor- aði, tá hann og John Ol- sen vóru púra leysir. Men so datt spælið hjá LÍF fullkomuliga burt- ur, og síðsta hálva tíman var tað Sumba, sum trysti. Eirikur Joensen og Påll Magnar Kjær- bæk — hevur ikki verið við leingi — høvdu gyltar møguleikar, men Tor- finn Hansen í málinum bjargaði frálíkt. (-nn-) fekk HB at sanna sunnudag- in, meðan klaksvíkingar í komandi vikuni helst bara fara at venja skot og spæl upp á mál. Tað duga teir í hvussu er ikki, sum seinni hálvleikur móti HB gekk fyri seg. Men tað var nú heldur ikki stuttligt at koma móti mál- verjanum frá 1988, sum spældi, sum um hann ætlaði okkurt stórt í 1998... hj. Á GRJANESI 5 R 5 7 TAXA % FERÐAMANNAHEIM Tlf. 32900/Tlf. 87199