týsdagur 14. juni 1994síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sæ
ere
ig
ne LK ;
Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 110 — 14. JUNI 1994 Síða 17
— DD —iÍ.
Bara stevnurómur
helvtina av tíðini
NSÍ slepti eftir at vera komið fram um 4-0 fyrra umfarið
1. deild, menn:
NSÍ-EB/Streymur 4-2 (4-0)
Besta liðið hjá teimum í
Runavík tóktist ætla at gera
alt fyri at fjálga um stevnu-
hýrin hjá heimafólkinum, tá
teir í frálíkum líkindum
framman fyri stórari áskoð-
arafjøld løgdu til brots móti
hinum uppflytarunum, sum
komu år Sundalagnum vid
nógvum viðhaldsfólki.
NSÍ setti seg fullkomu-
ligaádystin. Við allari virð-
ing fyri heimaliðnum og
teirra sterku síðum, so tókt-
ist henda løtan alikavæl
fyrst og fremst at siga frá
veikleikunum, sum EB/-
Streymur hevur at dragast
við, og sum eru frágreiðing-
in um, at liðið framvegis
eigur fyrsta sigurin til góða.
Tveir høvudsveikleikar
vóru eyðsýndir. Annar hev-
ur við uppspælið at gera.
Teir missa ov ofta á veg úr
verjustødu, og tað ger álop-
ini hjá mótstøðuliðnum upp
aftur vandamiklari. Og tá
gráklæddu menninir endi-
5 a a
av málinum. Eisini átti
Sonni Mørk tvey góð
langskot — annað, id var
beint undan dystarloki,
liga tykjast hava fingið tam-
arhald á bóltinum, so ov-
erva teir seg við at fara í
álop. Tá møguleikin er til
tað, skulu álopini sjálvandi
ganga skjótt, men EB/-
Streymur gloymir, at ofta
eru ikki fyritreytir til skjót-
álop, og at tá skal bólturin
ferðast frá manni til mann
fram eftir vøllinum, tvørtur-
um og kanska aftureftir, til
møguleikin at bróta igjøgn-
um er til staðar.
Hin veikleikin er í verju-
spælinum, og hesin kostaði
øll fýra málini fyrra umfarið
móti NSÍ. Tað tykist veraov
lætt at korða aftur um verj-
una í síðunum, og tað gerst
uppaftur vandamiklari, tá
teir í miðverjuni ofta eru
seinni at fáa innleggið burt-
ur, enn álopsleikararnir hjá
heimaliðnum eru at taka
ímóti og royna móti mál-
inum.
verður havt í huga, og tá
NSÍarnir vóru grammir og
vildu nakað, er ikki undar-
ligt, at mál spurdust burtur-
úr. Hitt fyrsta kom, tá 12
minuttir vóru leiktir. EB/-
Streymur missir aftan fyri
miðstrikuna, Símun Dan-
ielsen fer sjálvur, og eftir
einar tveir kontrabóltar
gerst hann leysur við Pálli
Guðlaugsson og skorar.
29 minuttir vóru leiktir, tá
hin oman fyri nevndi veik-
leikin bar 2-0 við sær. John
Jakobsen — skjótur vong-
verji í høgru við góðum inn-
leggum — verður slaktaður,
lyftir sjálvur frísparkið inn
fyri, og Eddie Mikkelsen —
frálíkur í álopinum, til hann
í steðginum noyddist út við
skaða — er blankur og skor-
ar.
Bara triggjar minuttir
seinni verður 3-0. Eyðun
Gaardbo kemur ímillum á
egnari hálvu millum miðj-
una og brotsteigin, tá EB/-
Streymur við nógvum fólki
er á veg í álop, sær møgu-
leikan fyri skjótálopi, er
sjálvur við í uppspælinum,
sum endar við innleggi úr
høgru og skoti frå Eddie
Mikkelsen.
Og tað gingu bara tríggir
minuttir til tað var 4-0, og
aftur var talan um uppspæl í
høgru og vánaligt verjuav-
rik, tá innleggið kom. Djóni
Joensen — væl upplagdur á
midvøllinum — sum hevði
sent John Jakobsen avstað í
høgru, stútar undir tvørtræ-
ið og í kassan.
Nærlagnið hvarv
NSI megnaði ikki at halda
fast í 2. hálvleiki. Eftirans-
ingarnar dragnaðu, nær-
lagnið hvarv, og EB/-
Streymur fekk stórri leiklut,
eisini tí teir við útskifting
styrktu miðverjuna og varð-
veittu hugburðin at vilja
nakað.
Teir fingu hol á, tá korter
var leikt. Conrad Joensen —
spældi seg væl upp eftir
steðgin — lyftir upp um mál-
verjan, eftir at Trygvi uttar-
laga í brotsteiginum í fyrstu
atløgu hevur beint innlegg
av yegnum.
Tað lá í luftini, at spenn-
ingur skuldi koma í, um
EB/Streymur minkadi
skjótt eina ferð afturat, og
um Jeffrei Joensen hevði
skorað upp á stóra møgu-
leikan, sum Trygvi Morten-
sen meistarliga bjargaði, so
kundi tað gjørst spennandi.
Hóast EB/Streymur
minkaði, tá lítið korter rest-
aði, so kom ongantíð rætti-
ligur spenningur í. Málið
skoraði Bergur Magnussen
úr spískum eftir frísparks-
innlegg úr høgru. Ófatuligt
at NSÍ bæði hesa ferð og í
ødrum fórum lat mannin við
besta skotinum í landinum
ganga óansaðan.
Hjá EB/Streymi var ung-
lingaleikarin í miðverjuni,
Knút Vesturtún, besti mað-
ur. Hann steðgaði væl og
spældi skilagott frá sær
hvgrja ferð. Umframt Djóna
og Eddie stóð John sterkur í
myndini hjá NSÍ.
-nn-
LOTTO
HELD OG LOTTO
viku nr. 23, 11. juni
Vinnaratel: 11 - 13 - 15 -
16-30-31 -33
Eykatøl: 1 - 6- 10
Fyribils uppgerðin sigur:
7vinnaratøl: = 1.068.113,-kr.
Gvinnarat +1 eykat 54.959,-kr.
Gvinnaratel 4.787,-kr.
Svinnaratel 183,-kr.
4 v.tels minst I eykatal 48,-kr.
Sosialurin tekur onga ábyrgd
av meguligum villum.
Rúni Jacobsen úr Runavík fekk try tekn røtt, og skotini upp
á mál vóru heldur ikki langt við síðuna av
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Rúni rakti
triggjar av
dystunum
Saknur var í honum á Eyst-
anstevnuni, men kortini var
hann viðá sín serliga hátt —
nevniliga sum gestaáskoð-
ari í Ítróttar-Sosialinum, ið
hevði gitt um úrslitini í fót-
bóltsdystunum í áttanda
umfarinum í landskapping-
ini.
Rúni Jacobsen úr Runa-
vík royndi seg í leygardags-
blaðnum og gitti, hvussu
teir fimm dystimir hesaferð
fóru at spæla av.
Hevði hann verið við í
ítróttarvedding, hevði hann
fingið trý tekn rgtt av fimm
møguligum.
Dysturin hjá hansara
egnu — NSÍ — endaði næst-
an, sum Rúni hevði gitt. Í
hesum dystinum væntaði
hann, at NSÍ fór at vinna 4-
1, men meðan NSÍ fekk tey
fýra málini, eydnaðist tað
EB/Streymi at fáa eitt mál
meira, so úrslitið í staðin
gjørdist 4-2.
Dystin í Gundadali vænt-
aði Rúni, at B36 fór at vinna
við einum máli — 1-0. Men
har fóru sandoyingarnir úr
B71 avstað við báðum stig-
unum, og tað gjørdu teir við
sifrunum 2-0.
Í Fuglafirði var Rúni eis-
ini bert eittans málið við
síðuna av. Hann gitti 2-1 til
gestimar úr Gøtu. GÍ fekk
síni bæði mál og vann 2-0, tí
ÍF ikki megnaði at skjóta
málið, Rúni hevði væntað
sær frá teimum.
Dysturin í Klaksvík sá
leingi út til at kunna enda,
sum Rúni hevði gitt, tí hóast
HB legði seg á odda 2-0 í
fyrra hálvleiki, so legði KÍ
so stórt trýst á HB-verjuna í
seinna hálvleiki, at tað ikki
hevði verið løgid, um klaks-
víkingar fylgdu skotinum
-frá Rúna upp og kláraðu at
hála javnleikin í land við
einum 2-2 javnleiki. Men so
varð ikki — tey bæði HB-
málini í fyrra hálvleiki
stóðu einsamøll, tá liðugt
var í Klaksvík.
Á Sevmýri væntaði Rúni
ikki, at grannar hansara av
Toftum fóru at standa TB
kurl, og tað gjørdu teir held-
ur ikki. Hann væntaði sigur
til TB við einum máli, og
tað gjørdist tað eisini. Men
dysturin endaði 1-0 og ikki
2-1, sum Rúni hevði gitt.
Samanumtikið má sigast,
at Rúni Jacobsen kom væl
frá sínum skotum í hesum
umfarinum, hóast eingin
»full-treffari« var. Nú hann
liggur onkunstaðni úti á
opnum havi við Oknini,
kann hann so grunda á, hví
tað ikki gekst, sum hann
hevði roknað við.
Men sum Storm P. segði á
sinni: >Tað er altíð torført at
spáa — serliga tá tað er um
framtíðina...
hj.