týsdagur 14. juni 1994síða 18
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18 Nr. 110 — 14. JUNI 1994 Tíðindablaðið | sostalurin
Todi verður
yrkisleikari
Lyngby ætlar at skriva sáttmála við klaksvík-
ingin, ið við máli gjørdi góða reklamu fyri sær
sjálvum í síðsta dystinum í superliguni
Todi Jónsson er tað síðsta ikki ein mánaði síðani vit superliguni, eftir at hann
stjórnuskotið á danska fót- søgdu frå, at hann hevði viðrakett-ferð hevði ferðast
bóltshimmalinum. Tað er leiktsínfyrstadystídonsku av3.liðihjáLyngbyog upp
á besta liðið. Og nú bendir
alt á, at Todi verður pen-
ingaleikari, tá farið verður
undir nýggja kappingarárið
um ein knappan mánað.
Fyrisitingarstjórin Í
Lyngby, Frank Mathisen,
sigur fyri Ítróttar-Sosialin-
um, at teir ætla at bjóða før-
oyska landsliðsleikaranum '
sáttmála:
-Todi Jónsson er krops-
liga ógvuliga væl fyri, hann
hevur stóra styrki í einsam-
allur at bróta igjøgnum mót-
støduverjuna, og hann hev-
ur eitt gott langskot, og tí er
tað einki at ivast í, at hann
komandi ár verður gott akt-
iv fyri okkara lið,
Todi gjørdi góða reklamu
fyri sær sjálvum, tá hann
fyri fyrstu ferð var við á
liðnum allar 90 minuttirnar
móti sínum gomlu lidfeløg-
um úr AGF. Hann skoraði
fjóðra málið, og talan var
um eit av teimum, sum
Todi ofta hevur skorað:
-Eg fekk bóltin nakað inni
á teirra hálvu, fór fram við
aftasta manninum og lyfti
upp um málverjan, tá hann
kom út, greiðir Todi frá.
Tað vóru fáir áskoðarar,
sum á stadion sóu Toda
skora, men millum teirra
vóru nakrir føroyingar.
Seinni um kveldið visti og
umrøddi TV2 málið.
Einki avgjørt
Todi hevur ikki nakrar
serligar viðmerkingar til, at
såttmåli skal skrivast:
-Hatta vid såttmålanum
fekk eg at vita vid at lesa
blødini. Eg havi havt eina
stutta samtalu við fyrisit-
ingarstjóran, men vit hava
als ikki tosað um undir
hvørjum treytum ein møgu-
ligur såttmåli skal skrivast.
Lyngby stjórin fregnaðist
eftir hvussu fór at vera við
tíðini, Todi fór at nýta til
landsliðið, men í tí sam-
bandinum kemur tað væl
við hjá Lyngby, at tað verð-
ur mett, at tað er landsliðn-
um at gagni, at Todi er við
Lyngby í fyrireikingini til
Todi gott skoðs-
mål i fjølmidlum
Omanfyri sæst, hvat tey
donsku blødini, ið hava
nakað upp á seg, tá talan
er um ítróttarskriving,
høvdu at siga um Toda
Jónsson eftir síðsta dyst-
in í Superliguni sunnu-
dagin, tá Todi skoraði
fyri Lyngby til 4-0. Teir
vunnu 4-1.
Yvirhøvur gera blød-
ini nidri at kalla einki
burturúr dystunum, ið
vórðu spældir, og sum
ikki høvdu beinleiðis við
danska gullið at gera.
Tad er stórt sæð bert
dysturin millum Silke-
borg og AaB, ið verður
umrøddur. Hann vann
komandi kappingarár í stað-
in fyri at fara til Eysturríki
við hinum føroyingunum.
Nógvir kenningar
Millum måtstødumenn-
inar hjá Toda vóru hesa ferð
fleiri, sum hann hevur spælt
á unglingaliði saman við.
Claus Christiansen, sum
spældi yvir fyri Toda, er ein
teirra, og aðrir eru Palle Sø-
rensen, Gunnar Lind og
Nocko Nockovic. Eftir
dystin heilsaðu teir gamla
liðfelagnum, ynsktu honum
Silkeborg á heimavølli
2-0,og tá FC København
samstundis tapti sín dyst
á utivølli móti OB,
gjørdust teir í Silkeborg
danskir meistarar.
Ekstra Blaðið rósar
Foda fyri málið — >Ele-
gant lob over frustreret
AGF-malmand Lars
Windfeldt< — og gevur
honum eitt 4-tal í karak-
teri fyri avrikid, og
merkir tað har í blaðn-
um »Stor kamp«.
Eitt sera gott skoðsmál
at fáa í sínum fyrsta fulla
dysti í Superliguni, har
Fodi var við allar 90
minuttirnar moti AGF.
tillukku við dystinum og
góða eydnu í framtíðini.
Kendasta navnið á AGF
liðnum man vera Kent Niel-
sen, sum gavst á danska
landsliðnum eftir EM kapp-
ingina í Svøriki í fyrraárið.
At hann er ein harður verju-
leikari fekk Todi at kenna,
tá hann lyfti bóltin fram við
honum. Kent Nielsen sendi
knæið inn í lærið á føroy-
inginum, sum fekk tað, teir
kallaeitt trælær. Fyri at gera
tað fekk gamla landsliðs-
kempan gula kortið.
Hitt blaðið, B.T., tykist
vera meira varið við at
geva góðar karakterir,
men kortini fær Todi frá
teimum eitt 3-tal, ið
merkir >pá det jævne«.
Eisini ein rímiliga góð-
ur karakterur. Havast
skal jú í huga, at Kent
Nielsen í sínum síðsta
dysti sum yrkisfótbólts-
spælari fyri AGF syrgdi
fyri at geva Toda eitt
trælær, uttan at tað tó
forðaði klaksvíkingin-
um í at fullfora dystin, ið
fyri hansara vidkom-
andi var tann besti hig-
artil á Lyngy-liðnum.
hj.
Nú hevur danskur fótbólt-
ur á hægsta stigið summar-
frí í fýra vikur, og tað kemur
uttan iva væl við hjá gllum.
Men kenna vit Toda rætt, so
fer hann onkran renningar-
túrin, fyri at vera so væl fyri
sum møguligt, tå hann skal
royna at fåa dreymin frå
dreingjaårunum at halda å
eisini í komandi kappingar-
ári.