Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juni 1994síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

se É Nr. 110 — 14. JUNI 1994 Síða 19 Stor var gleðin... FRAMHALD Í trimum greinum havi eg nomið við bæði gleði og harm okkara millum, ið starvast á Landssjúkrahús- inum. Gleðin er stór, tá neyðug amboð eru til taks. Harmi- ligt er, tá landsins myndug- leikar ikki megna at síggja tørv okkara og veita okkum neyðugan pening. Øll vita, at krepputid er í landinum, og neyvan er glotti fyri framman kom- andi árini. Tá stóru spar- ingar skuldu fremjast fyri 3 árum síðani, fekk Lands- sjúkrahúsið ein so dyggan smeit, sum enn svíður í merg og mønu. Tann veru- leikafjara hugsan, at í navni rættvísisins skuldu skerj- ingar verða líka stórar (pro- sentvís) fyri allar deildir, førdi í hesum føri vid sær, at sjúkrasystrar á skurðgong- ini á Landssjúkrahúsinum vórðu við sviðið soð. Nógv arbeiði hvílir á teimum, bæd' um dagin og í vaktum. Somu stóðu eru sjúkra- systrarnar á deildunum í, og hóast fleiri neyðarróp um at seta fleiri sjúkrasystrar, so sjúklingar fáa bestu við- gerð, uttan at sjúkrasystrar og onnur koma út í strongd, er eingin hjálp komin enn. Eg havi starvast á Lands- sjúkrahúsinum í nærum 20 ár. Eygsæð er, at eg kenni meg knýttan at hesum sjúkrahúsi, sum eg meti eig- ur at vera miðdepil fyri heilsuverkinum í Føroyum. Tá mær í 1975-76 stóð í boði at fáa starv á Suður- oyar Sjúkrahúsi, valdi eg ikki at taka av. Hugsan mín var tá — og er óbroytt í dag — atflestu skurðviðgerðir eiga at verða framdar í Havn á Landssjúkrahúsinum. Øll hesi ár hevur tað verið mær hjartasorg, at Lands- sjúkrahúsið hevur havt so fáar fyrisprákarar; teir, sum verið hava, hava ikki havt stóran møguleika fyri at hjálpa — eina mest vegna beinleiðis mótstøðu frá gør- um. Samstundis er sjónskt fyri øllum, hvussu politik- arar annars hava rikið stað- bundnan politikk um starv teirra sum landspolitikarar. Fyri at grundgeva hetta skal eg endurgeva tað, sum ein politikari norðanfjørðs hevur sagt: >Vit hava 3 sjúkrahús — og eitt er ov stórt. Sami maður segði: »Føroyingar við eygna- sjúkum hava ongantíð verið so illa fyri sum nú, eygna- lækni er komin til Føroya«. Sunnanfjórðs politíkari hevur málborið seg so: >Nú er Landssjúkraúsið skjótt komið niður hagar, eg ynski tað! < Við drum orðum: meðan vit stríðast fyri Lands- sjúkrahúsinum, eru sterkar kreftir virknar móti Lands- sjúkrahúsinum. Eitt av endamálunum við hesi greinargð er enn eina ferð at gera vart við hesi viður- skifti, so tey verða al- mannakend, so fólk, ið ikki hava skilt støðuna, kunnu fáa eyguni upp fyri hesum. Í 1978 lótu yvirlæknarnir á Landssjúkrahúsinum eina framtíðarætlan úr hondum ætlað fólki og politikarum tilumhugsan og vegleiðing. Ritgerðin var ikki meira enn komin út, fyrr enn læknar úr suðri og norði visti nógv betur — fleiri uttan at kenna Landssjúkrahúsið! - og onkur var ikki vorðin ser- lækni ella hevði lært um sjúkrahúsviðurskifti. Ikki mangir politkarar tóku hesa vegleiðing atsær í álv- ara, ella í hvussu so er lótu teir ikki vid seg koma. Í 1982 var aftur frá yvir- læknunum á Landssjúkra- húsinum gjørt vart við hesi viðurskifti, og dentur varð lagdur á, hvussu umráðandi tað er fyri Føroya fólk, at henda sak varð tíkin í áiv- ara! Tá varð formaðurin í læknaráðnum, sum hevði skrivað undir, skírður >úlv- ur í seyðaskinni<. Hetta skriv fekk heldur ikki góðan byr. Síðani kom DSI-frágreið- ingin seinni í 80-árunum, sum var meinlík oman fyri nevndu. Einki hendi! Hvussu kunnu danir meta um viðurskifti í Føroyum!!! Landsstýrismaðurin í heilusmálum eigur tøkk uppiborna fyri dirvið, hann sýndi, tá hann heitti á ser- frødingar um eina nýggja meting á hesum øki. Stødan í landinum var nú brenni- merkt av teimum ringu um- stóðum. So hendinga greitt var nidurstødan tann, at Lands- sjúkrahúsið eigur at verða fjálgað um! Stór varð gleðin á Landssjúkrahúsinum, tí hetta var tað sama, vit høvdu skrivað sidan 1978. Enn hava vit ongan ágóða merkt av hesum skilagóða tilmæli. Tað man hava verið hes- um serfrødingum ein beisk- ur biti at gloypa, at tvey tey mest ágangandi mótmæli komu frá tveimum dønum. Tann eini kundi rósa sær av 14 mánaða arbeiðstíð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi — tað var ikki eiti á!!! Stødan á Landssjúkrahús- inum er strongd — alt meðan borgir daga upp móti himli fyri sunnan og norðan! Góðu føroyingar! Góðu politikarar! Verið góðir við Landssjúkrahúsið! — tykk- um at gagni!!! Gleðin varð stór! Ampin er tungur! Óvissan skelk- andi! VÓNIN! man henda skriving birta uppundir? Rodmundur í Liða || —|— SILD - SILD - SILD kom við í SILDAVALSIN og slepp tær av við kolosterolið Bert fáar spannir eftir av frálíku SALT- 8 KRYDD- SILDAFLØKUNUM 2'k & 5 kg, skrædlað og beinfri sjålvandi. SILDAGOYMSLAN - dansitónleikur ið dugir Blindtarmsbetændelse? - Hugleiðingar um eina blindgørn samband aftur sjóvegis millum Tórshavn og blindtarmin sunn- ast í Eysturoynni, útjaðaragkið Toftir. Tit vita, har sum einasta altjóða góðkenda stadionið til internatinalan fótbólt er í Før- oyum. Og har ið ítróttarmasto- Svangaskarð, er. Fyrr í tíðini sigldu skip hjá mjólkarforsýningini hesa leið- ina, men nú Strandferðslan roynir at avtaka siglingina spakuliga við at leggja fráferð- irnar so ófantaliga til rættis, at einki samband er víðari nakran veg, versnar hetta blindtarms- betændilsi alsamt. Fyrr varð eisini siglt við fólki millum bygdirnar í miðgkin- um. Her kann upplýsast, at tað tekur 10 min. í róðrarbáti mill- um Strendur og Saltnes, meðan tað í bili tekur um hálvan tíma og við Bygdaleiðum millum 45 min. og 3 tímar og 20 min. Og millum Toftir og Havnina tek- ur tað 3 korter í 4-mannafari, meðan tað við Bygdaleiðum tekur millum 2 og 4 tímar. Men ikki kann væntast, at fólk í Havn fara at mótmæla nøkrum, tí tey 14.000 fólkini halda ikki, at tey hava brúk fyri hinum 33.000 føroyingunum og enn minni fyri neyðars 7.000 eysturoyingum, sum búgva í í miðgkinum. Spurning- urin er um fólkið, sum býr í miðgkinum í Føroyum, ynskir samband ella ynskir isolatión. Her búgva umleið 25.000 fólk. Er tað rætt bara at vera landa- vegafólk? Eru føroyingar enn ein sjófarandi tjóð? Eiga vit at taka skip úr sigling og seta bilar í staðin? Hvat skapar flest ar- beiðspláss? Hvat duga vit best til, bilar ella skip? Hvat er tað stórra virðið hjá tjóðini í fram- tíðini? Her hendir ein bloker- ing í løtuni. Ein forðing hjá miðgkinum at samskipa seg. Byrokratar í Havn leggja ætl- anir, sum forða samskiftinum í miðgkinum. Miðgkisbúgvar hava brúk fyri hvørjum ødrum, eisini fyri hevuðsstaðnum, og hevuðsstaðarfólk hava somu- leiðis brúk fyri hinum føroy- ingunum, hóast tey kanska ikki sjálv duga at síggja tað. Fyrsta stig í samskipanini er at mjólkarforsýningin setur skip inn í siglingina millum Havnina og Toftir og Strendur beinanvegin við nógvum frá- ferðum um dagin. Tað einasta, vit vilja velja, er samband aftur sum í góðu, gomlu døgunum. Ågøgn ALMENN UTBJODING Føroya Landsstýri bjóðar arbeiðið í sambandi við liðugtgerð av Suður- oyar Sjúkrahúsi út alment í høvuds- arbeiðstoku. Arbeiðið fevnir um ný- mótansgerð av verandi sjúkrahús- bygningi. Hovuðsarbeiðstokan fevnir um: Múraraarbeiði Timbur- og snikkaraarbeiði Gólváleggingararbeiði Málaraarbeiði VHS-arbeiði Ventilatiónsarbeiði El-arbeiði Utbjóðingartilfarið fæst við at venda sær til Arkitektfirma Poul Clausen Aps, Rosenvængets Sideallé 3, 2100 København Ø i seinasta lagi tann 22. - Juni 1994 og verður útflýggjað móti veðhaldsgjaldi við krossaðum kekki uppá kr. 5.000,-. Tilboðini skulu latast inn í afturlatnum brævbjálva merkt: >Suðuroyar Sjúkra- hús< og vera Suðuroyar Sjúkrahúsi í hendi í seinasta lagi mikudagin tann 10. august 1994 kl. 13.00, tá tilboðini verða latin upp. Tey bjóðandi kunnu vera hjåstødd. Tekningar liggja frammi til kunningar á Suðuroyar Sjúkrahúsi og á Lands- skrivstovuni frá mán. 20. juni 1994. Foroya Landsstýri Ny auktion Det meddeles herved, at der pá tidlig- ere bekendtgjort tvangsauktion (AS 694/93) v/ Advokatskrivstovan jr. nr. 930920 over matr. nr. 1 15 h, Midvågur, der var berammet til torsdag den 09. juni 1994, kl. 09.10, er begæret ny auk- tion, der afholdes torsdag den 30. juni 1994 kl. 09.00 Færøernes fogedet, den 09.06.94 > Mette Søgaard Nielsen dím. Ny auktion Det meddeles herved, at der pá tidlig- ere bekendtgjort tvangsauktion (AS 77/94) v/ Advokatvirkið jr. nr. 6675 over matr. nr. 1244, Klaksvík, der var be- rammettiltorsdag den 09. juni 1994, kl. 11.40, er begæret ny auktion, der af- holdes torsdag den 30. juni 1994 kl. 09.10 Færgernes fogedet, den 10.06.94 Mette Søgaard Nielsen dím.