mikudagur 15. juni 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið EST
Amerikanska seismikkskipið
seismisku linjurnar. Tað kemur á Havnina h
sjógv. Ætlanin var at
skjóta nakað av seismikki
longu mánadagin, men or-
sakað av vánaligum veðri
hevur verið bíðað til í dag
Skipið hevur verið í
Miðalhavinum og hevur á
leiðini til Føroya eisini
verið í Írlandi. Umborð í
Cork í Írlandi fór Jan
Christoffersen, sum skal
hava fiskivinnueftirlitid
umborð. Hann hevur júst
verið í Noregi og fingið
sær neyðuga kunnleikan
umborð á norskum seis-
mikkskipi.
Við skipinum eru um-
leið 40 mans. Skipið kem-
Judith Neish,
Sea Star"
ur á Havnina hóskvgldið
og verður longu farið til
Sudriar friggjakvøld. Har
skal skipið longu leygar-
dagin byrja seismiskar
kanningar å Lopransfirdi.
Her verda kanningarnar å
landi og á sjónum saman-
sjóvaðar og er ætlanin, at
skipið skal gera kanningar
har í eina tíð, tvs. bæði á
Lopransfirði og eisini
vestan fyri oynna.
Umborð á Sea Star er
eisini Judith Neish, ser-
frødingur í seismiskum
kanningum og ráðgevi hjá
føroysku oljuumsitingini.
Hennara uppgåva er at
rådgevi hjá føroysku oljuumsiimgini er
umborð á Sea Star, har hon skal fylgja vid kanningunum
kom i føroyskan sjógv
7
fylgja við kanningunum
og vera millumlið millum
amerikanska felagið og
føroysku oljufyrisitingina.
Eygleidarar meta hana
vera sera dugnaliga og er
hon sera hentur ráðgevi
hjá føroyingum í hesum
stóra máli.
Ætlanin er at tveir før-
oyingar skulu umborð á
skipið í næstum. Her verð-
ur hugsað um at læra før-
oyingar upp í sambandi
við seismiskar kanningar.
Martin Heinesen á olju-
umsitingini sigur, at teir
fyrsta dagin fara at lýsa
eftir tveimum fólkum til
hesa spennandi uppgáv-
una.
Smyril Line
havnaumboð
Seismiska kanningarvirk-
semið gevur eisini arbeiði
til føroyingar í landi. Á
Hotel Bakkanum í Vági
gista teir fýra serfrød-
ingarnir frá Western og
fleiri fara at koma seinni.
Smyril Line er havnaum-
boð fyri stóra amerikanska
felagið og har hava teir
eisini úr at gera við at fáa
tað ymiska upp á pláss.
Smyril Line var umboð
fyri felaið Halliburton, tá
skip tess Patrick
Haggarty kom á Havnina í
fjør. Síðani hevur Western
keypt Halliburton-fyri-
tøkuna og heldur Smyril
Line tí fram við at vera
umboð hjá felagnum.
Sosialurin fer at fylgja
við, hvat hendir á økinum
í komandi tíð.
jan
mánadagin og fer longu í dag at skjóta fyrstu
åskvøldid og fer á Lopransfjør friggjakvøldid at gera kanningar har
Ein av manningini um-
borð á Patrick Hag-
gerty sum var í Før-
oyum i fjør, vísir á økid
eystan fyri Føroyar,
har møguleikar kunnu
vera at finna olju.
Skipid gjørdi seis-
miskar kanningar fyri
Total nøkur år herfyri.
Mynd jan
Nr. 111 — 15. JUNI 1994
Lise Lotte Kiørbo, jardfrødingur vid seismiskki sum
speciali arbeiudir å DGU og kemur hon til Lopra í dag at
fylgja kanningunum, sum nú byrja har. Á myndini er hon
í ferð við at kanna seismisk kort frá kanningum hjá
Western frá 1978. Hon skrivar í løtuni doktararitgerð um
tær kanningarnar, ið vórðu gjørdar á markinum millum
Hetland og Føroyar. Mynd jan
Snarferð við gisting
á Hotel Douglas m
Frå 5
STRANDFARASKIP re