mikudagur 15. juni 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (571""7
Sida 6 Nr. 111 —15. JUNI 1994
Tann fyrsti valfundurin
Friggjakvøldid skipaði MFS fyri tí fyrsta valfundinum hesaferð i Føroyahusinum 3
Keypmannahavn. Fundurin var avbera væleydnadur, og gav eina greiða åbending um, hvat restin
av valstríðnum fer at snúgva seg um. Umboð vóru fyri allar flokkar uttan Kristiliga Fólkaflokkin
Orð og myndir: Sjúrður Skaale
Hin føroyska flokkin og Verkamannafylkingina
Ongin ætlan =
um sparingar
Fólkaflokkurin ætlar at lækka lønirnar við 30-40% og skattin vid”
sama krónutali. Sambandið ætlar at lækka skattin so nógu, at tað
hóast lønarlækkingina verður talan um eina reallønarhækking!
Men hvørgin flokkur hevur nakra ætlan um, hvussu allir hesir
pengar skulu sparast á fíggjarlógini...
Nakað sum uttan iva fer at
merkja vælstríðið komandi
vikurnar, verður ætlan
Fólka- og Sambandsflok-
sins lønar- og skattalækk-
ing.
Fólkaflokkurin tosar um
at lækka lønirnar við kanska
30-40% við lóg.
Finnbogi Arge segði, at
Sambandsflokkurin ikki vil
gera tað við lóg, men fer við
samráðingum við partarnar
á arbeiðsmarknaðinum at
royna at lækka lýnirnar.
Fólkaflokkurin lovar at
lækka skattin við sama
krónutali sum lønirnar.
Sambandsflokkurin fer at
lækka skattin við fleiri kró-
num enn lønirnar, soleiðis at
tað í veruleikanum verður
talan um eina lønarhæk-
king, upplýsti Finnbogi
Arge á fundinum.
Ein operatión
- Hetta verður ikki bara
medisin fyri samfelagið.
Hetta verður ein heil opera-
tion! segði Olavur Greger-
Og tad er hcilt greitt, at
her er talan um eina um-
legging av øllum samfe-
lagnum. Ti skal skatturin
nidur vid sama - ella størri! -
krónutalið sum lønin, so ve-
rdur talan um ein skattalætta
sum fer at liggja um tey 70-
80 prosentini.
Tad vil siga at tad almen-
na skal skera br6durpartin
av øllum útreiðslum burtur.
Ongin spariætlan
Bæði Ólavur og Finnbogi
vórðu fleiri ferðir spurdir,
hvussu hendan ógvusliga
sparing skal gerast.
Ólavur svaraði fyrst við at
visa til tvey umráði, sum ið
hvussu er ikki skulu rørast -
nevniliga heilsuverkið og
skúlaverkið.
Tá hann fekk sama spur-
nig aðru ferð, segði hann, at
vit møguliga kundu privati-
serað partar av strandferðs-
luni. Burtursæð frå ti segði
hann seg ikki kunna visa å
nakað itøkiligt.
Finnbogi Arge segdi fyrst
at "vit mugu kanna um vit
hava brúk fyri øllum
teimum stovnum, sum vit
hava, og um teir kunnu
rationaliserast”.
Men tå hann fleiri ferdir
var spurdur um ftøkilig upp-
skot ella ætlanir, segði
hann:
- Í veruleikanum standa
sparingar innan tað almenna
slettis ikki so frammalaga.
Tí fyri tað fyrsta ætla vit, at
uttanlandsskuldin skal
niðurfrystast í 10 ár, og fyri
tað næsta ætla vit at skerja
tær almennu fløgurnar. Spa-
ringar innan tað almenna
koma ikki fyrr enn í 3. ráð...
Lítil munur
Og so vísti hann á, at hetta
við at rationalisera teir al-
mennu stovnarnar ikki er
nakað bara sambandsflok-
kurin ætlar - javnaðarflokk-
urin hevur t.d. tosað um tað
sama.
Men at fáa lánini niður-
fryst, so vit sleppa undan
teirri tungu rentubyrðuni, er
heldur ikki nakað, bara
sambandsflokkurin fer at
virka fyri. Jóannes Eides-
gaard segði, at hetta eisini
var eitt avgerandi mál hjá
javnaðarflokkinum.
Samanumtikið má stað-
festast, at einki itøkiligt og
haldbart boð uppá hvussu
skattalættin skal fíggjast,
varð lagt fram.
Try tjóðveldisfólk hittust í Froyahúsinum: Karin Kjølbro, Annita á Fríðriksn
=
|
Þa
mørk og Atli Mortensen, sum
umboðaði flokkin í panelinum. Karin er í Keypmannahavn í sambandi við endurútbúgving
Finnbogi
er inni
- Heðin
er úti
Persónsstríðið í Sambands-
flokkinum kom til sjóndar í
Keypmannahavn
Flestum kunnugt eydn-
aðist akkurát Heðini
Mortensen at sleppa up-
pá Sambandslistan í Su-
ðurstreymoy hesaferð.
Íkki fyrr enn onnur fólk
tóku seg av, slapp Heðin
uppá.
Og tað hendi, hóast
Heðin við 172 at
kvødum gjørdist trið-
ovastur á sambands
listanum seinast - bara
yvirhálaður av Lisbeth
Petersen og Finnboga
Arge
Til seinasta fólka
ungsval slapp Heðin als
ikki á listan - og tað kos
taði uttan iva Sambands
flokkinum mannin
Flokkinum vantaði bara
ein lítlan part av Heðin
sa persónligu atkvødum
fyri at vinna á Fólka
flokkinum
Heðin var niðri
A “fundinum í Føroya
húsinum sást aftur hvor
erinni í hitanum og hver
er úti í kuldanum í Sam-
bandsflokkinum.
Flestu flokkarnir høv-
au okkurt umboð at sen-
da á fundin, sum var í
Danmark kortini.
Teirra = millum
Sambandsflokkurin.
Heðin Mortensen var
nevniliga í Danmark
hetta vikuskifti í sam-
bandi við tiltakið "Færg-
regatta”, sum er umrøtt
aðrastaðni í blaðnum.
Heðin var eisini i Fø-
royahúsinum til fundin
- Men hann sat á áhoyra-
raplåssunum!
Sambandsflokkurin
hevdi - hóast Heðin var
har - valt at senda Finn-
boga Arge heilt úr Føro-
yum at agitera fyri flok-
kin
Finnbogi hevdi ikki
onnur ørindi i Danmark
var