Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juni 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 111 — 15. JUNI 1994 Tíðindablaðið (537) Síða 10 Formaðurin i Norðoya Javnadarfelag: Útjaðaragkini eiga sama rætt -Íso stóran mun tað yvirhøvur til ber til, eiga útjaðaragkini at fáa sín part av samfelagságóðanum. Hetta hevur einki við lokalpolitikk at gera. Tað snýr seg um fólkaræði, sigur Tummas Lervig -Tað sum nú mest av øllum snýr seg um í føroyskum politikki er at vit, hóast trongligar fíggjarligar karmar, royna at varðveita vælferðarsamfelagið. Ikki bert í megingkinum, ella teimum størru plássunum, men so sanniliga eisini í teimum smærru útjaðara- økjunum í landinum. Hetta sigur Tummas Ler- vig, formaður í Norðoya Javnaðarfelag. Hann leggur aftrat, at júst hendan spur- ning hevur Norðoya Jav- nadarfelag vidgjørt nógv í seinastuni, og spurningurin hevur ongantíð verið so aktuellur sum nú, og ti leggur felagið sera stóran dent á júst hetta úl valið hesaferð. Tummas Lervig sigur, at hetta hevur als einki við lokalpolitikk at gera, men hetta er spumigur um demokrati. Júst tað at fólk, uttan mun ul hvar tey búgva, eiga sama rætt til samfelagságóðar. Sterkur listi Formaðurin í Norðoya Jav- naðarfelag sigur, at felagið hevur lagt stóran dent á at fáa listan til løgtingsvalid so breiðan sum gjørligt. So- leiðis at skilja, at her eru fólk úr ymskum starvsbólk- um og úr ymsum økjum í valdøminum. At útlitini hjá Javnadar- flokkinum, sambært velj- arakanningunum, ikki eru so bjørt tekur ikki mótið frå teimum í Norðoya Javnað- arfelag. -At vit vinnan mannin aftur ivast vit als ikki í. Norðoyingar eru vanir at standa saman, ikki minst tá á stendur. Øll Klaksvíkin var sera illa fyri hvat arbeiði viðvíkur, men orsaka av miklum samstarvi eydnaðist tað okkum rætti- liga at koma upp undan aftur. Tá stóðu øll saman, og eins væl og klaksvíking- ar stóðu saman um nakað vinnufremjandi í býnum tvist eg ikki í, at tað fer at bera til hjá javnaðarfólki her norðuri at standa saman um okkara lista til løgtings- valið, sigur Tummas Ler- vig. Tænir ongum endamáli at spjaða Formaðurin í Norðoya Jav- naðarfelag harmast um, at kreftir eru innan fakfeløg- ini, sum hava lyndi til at spjaða heldur enn at sam- starva. Hann sipar her til varkamannafylkingina, sum nú fer at stilla upp til valið. -Tað einasta, ein tilik fylking kann fáa burtur úr at stilla upp, er at taka nakað frá teimum flokkum sum standa verkamannafjøldini nærmast. Um tað fer at eydnast ella ikki er ilt at siga, men eg rokni tó ikki við tí, heldur Tummas Lervig sum leggur aftrat, at fólkini, sum sigast at stuðla verkamannafylkingina hava ikki fakfeløgini aftan fyri seg. Hesi fólkini um- boða misnøgd, og umboða einki = uppbyggjandi og framlítandi. At Javnaðar- flokkurin hevur verið við til at taka ópopulerar avgerðir, saman við ødrum flokkum, vita vit, men tað má ein flokkur altíð vera ul reiðar til, um hann kennir ábyrgd At venda honum bakið av teirri orsøk er lítið skilagott, og tað rokni eg heldur ikki við, at fólk fara at gera, sigur formaðurin í Norðoya Javnaðarfelag. tór.- Tummas Lervig, formaður í Norðoya Javnaðarfelag: - Vit fara til val í góðum treysti. Norðoya valdømi Allir uttan Sambandið Í Nordoya valdømi eru allir flokkar umboðaðir uttan Sambands- flokkurin Norðoyingar tykjast at vera stødufastir tá hugsað verður um úrslitini av teimum mongu seinastu løgtings- valunum. Seinastu 16 árini hevur Fólkaflokkurin verið størstur, Javnaðarflokkurin nummar tvey, og á triðja plássinum er Tjóðveldis- flokkurin komin. Nordoya valdømi er tridstørsta í landinum. Sein- ast komu 13,6 prosent av øllum landsins atkvgðum úr Norðoyggjum. Valdømid eigur fýra umdømisvaldar tingmenn. Seinast vóru valdir Anfinn Kallsberg fyri Fólkaflokkin, Vilhelm Jo- hannesen fyri Javnaðar- flokkin, Heini O. Heinesen fyri Tjóðveldisflokkin og Asbjørn Joensen, sáli, fyri Sjálvstýrisflokkin. = Men umframt hesar varð Niels Pauli Danielsen valdur sum eykamaður fyri Kristiliga Fólkaflokkin. Javnaðarflokkurin pr fekk #1 fyrstu ferð mann valdan í Norðoyggjum í 1940. Hann varð ikki afturvaldur í 43, men í 1945 bar betur til. Flokkurin misti umboð sítt aftur eitt ár seinri, men síðani valið í 1950 hevur flokkurin havt umboð úr Norðoyggjum á tingi. Tvær ferðir hevur Javnaðar- flokkurin verið sltørsti flokkur í Norðoyggjum Tað var í 1954 og í 70. Seinast fekk Fólkaflokk- urin 1137 atkvødur, Jav- naðarflokkurin 836, Tjóð- veldisflokkurin 610, Sjálv- styrisflokkurin 570, Sam- bandsflokkurin 373 og Kristiligi Fólkaflokkurin fekk 357 atkvødur. tór.- Í Norðoyum eru fleiri smærri valstød. Hesa myndina tók Kalmar í valstaðnum á Kirkju fyri nókrum árum síðani