Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juni 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

T íðindablaðið GSK Nr. 111 — 15. JUNI 1994 Sólarn Húsar Valevnini í Nordova valdømi Sólarn Isaksen, bygdaráðsforaður, Húsar Hann er 36 ár og hevur ikki verið valevni til løgtingsval áður. Varð valdur í bygda- ráðið fyri Húsa komm- unu á kommunuvalin- um í 1994 og gjørdist bygdaráðsformaður eft- ir valið. Sólarn, ið er eigari av handskavirkinum á Húsum, er útbúgvin maskinmeistari. Av og á hevur hann verið sjó- maður. Vilhelm Johannesen, løgtingsmadur, Klaksvik Hann er 51 år og hevur verið valevni til løg- tingsval síðani 1970. Varð valdur løgtings- maður á valinum í 1980 og afturvaldur í 1984, 1988 og 1990. Hevur verið fíggjarneyndar- limur januar-juni 1989 og síðani januar 1991. Isaksen, bygdarráðsform. Mamy Dahl Sørensen landm. tekn. Vidareidi Vilhelm Johannesen, løgtingsmadur Klaksvik Síðani 1992 hevur hann verið formaður í løg- tingsins figgjarnevnd. Av ødrum politiskum åbyrgdarstørvum kunnu vit nevna, at hann var landsstýrismaður 1979- 81 og 1985-89, limur í Klaksvíkar býráð 1975- 84, formaður í Føroya Kommunufelag 1977- 79, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum 1972-79 og formaður í stýrinum fyri Klaksvíkar Sjúkra- hús 1991-93. Fyri tríati árum síðani gjørdist Vilhelm næst- formaður í Norðoya Javnaðarfelag. Seinni var hann formaður og eisini kassameistari. Hann hevur sitid í starvsnevndini hjá Før- oya Javnaðarflokki síð- ani 1971. Tummas J. Lervig, maskinmeistari, Klaksvík Hann er 37 ár og var eisini valevni til løg- tingsvalid i 1990 og somuleidis var hann valevni til byrådsvalid i 1992. Tummas situr sum formaður í Norðoya Javnaðarfelag og hevur hann rgkt hetta politiska ábyrgdarstarv í tilsam- ans 6 ár. Hann er útbúgvin ma- skinmeistari og siglur sum maskinmeistari við grønlendskum rækju- trolara. Heini Olsen, arbeiðsmaður, Klaksvík Hann er 24 ár og hevur ikki verið valevni til løgingsval áður. Heini hevur gingið á Klaksvíkar HF-skeidi. Hevur verið arbeiðs- leysur og arbeiðir í løt- uni í sambandi við til- takið >Ung í arbeiði<. Eyðgunn Samuelsen cand. mag. Klaksvík Jógvan Páll Poulsen, skipari, Klaksvík Hann er 44 ár og hevur ikki verið valevni til løgtingsval áður. Jógv- an Páll, ið er fugloying- ur, men búsitandi í Klaksvík, var valevni til býráðsvalið í 1992. Hann er útbúgvin skipari og førir rækju- trolaran >Gilstón<, sum hann og fleiri keyptu til Klaksvíkar fyri umleið hálvum ári síðani. Eyðgunn Samuelsen, cand. mag., Klaksvík Hon er 35 ár og hevur ikki verið valevni til løgtingsval áður. Eyð- gunn var valevni til bý- ráðsvalið í 1992. Hon er næstformaður í Norð- oya Javnaðarfelag og hevur rgkt hetta polit- iska åbyrgdarstarv í til- samans 6 år. Hevur verið limur í líkningarnevndini fyri á % Petur Jákup Klaksvíkar kommunu síðani 1. januar 1993 og limur í stýrinum fyri Klaksvíkar | Sjúkrahús síðani á summri í 1993. Eyðgunn, ið er útbúgvin magistari, starvast á Klaksvíkar = Tekniska Skúla. Mamy Dahl Sørensen, landm. tekn., Viðareiði Hon er 29 ár og hevur áður verið valevni til løgtingsvalini í 1988 og 1990. Við bæði hesi valini kom Mamy inn sum fyrsti varamaður og hevur hon nakrar ferðir havt sæti á tingi fyri Vilhelm Johanne- sen. Í javnaðarflokkinum hevur Mamy fleiri álit- isstórv. Hon er nevnd- arlimur í Norðoya Javn- aðarfelag, nevndarlimur í SU — Sosialistiskum Ungmannafelag — og floksleiðsluumboð fyri Norðoya Javnaðarfelag. Jógvan Páll Poulsen skipari Klaksvík Vágsá sjómaður Klaksvík Á kommunuvalinum í 1992 varð Mamy Dahl Sørensen vald í bygda- ráðið fyri Viðareiðis kommunu. Hon er næstformaður í bygda- ráðnum. Hon er eisini limur í umboðsráðnum hjá tryggingarsamband- inum. Hon er útbúgvin land- mátara teknikari og starvast á Matrikkul- stovuni. Petur Jakup Vågså, sjómaður, Klaksvík Hann er 47 ár og hevur ikki verið valevni til løgtingsval áður. Petur Jakup var valevni til býráðsvalið í 1992. Hann er útbúgvin skipskokkur, hevur gll árini havt sitt yrki á sjó- num. Fyrst sum fiski- maður og seinni sum kokkur. Petur Jakup Vágsá er nú kokkur á rækjutrol- aranum >Gilstón<. Tummas J. Lervig maskinmeistari Klaksvík