Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juni 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (SK; Ti Sigur javnaðarflokkurin kortanei til Isnarniðurskurð Ein dagin í tinginum siter- aði Jógvan Sundstein Abra- ham Lincoln fyri at síga, at tað bar til at villleiða øll einaferð, tað bar til at vill- leiða nøkur hvørja ferð, men tað bar ikki til at vill- leiða øll hvørja ferð. Og fólkaflokkurin skuldi vita tað. Síðan eg fór at fylgja við í politikki, t.v.s. eini 30 ár, hevur fólkaflokkurin lokkað við skattalætta. Tað hevur tí eydnast fólkaflokk- inum at villleitt 20-25% av veljarunum. Men í staðin fyri at praktisera síni lyftir, hava teir bara hert trýstið, sum ongantíð bleiv so hart sum seinasta ár, tá ið sami Jógvan Sundstein sat sum fíggjarmálaráðharri. = Nú vænta teir eyðsýnt, at tað ikki fer at eydnast at vill- leiða henda partin av fólk- inum meira, og tí hava teir funnið eina nýggja fidus: Lønarlækking 40% og skattur 20%. Men hetta hongur bara ikki saman, tí samfelagið skal rekast og kommunurnar fara als ikki at klára síni viðurskifti við 50% niðurskurði í skatti. Nevnt hevur verið, at løn- arniðurskurður skuldi virka sum ein devalulering, og tá vit ikki kunnu fremja eina slíka, so megu vit hava ein lønamidurskur5. = Henda samanbering heldur ikki. Ein devaluering skerpir krónuvirði, minkar tína per- sónligu skuld, minkar virði av innistandandi, minkar tína rentuútreiðslu, tína samsýning ella honorar. Flestar neydsynjarvørur eru innfluttar og verða tí ikki bíligari. Tey heilt fáu, sum eiga pening innistand- andi, verða ríkari móti teimum, ið einki eiga, sum blíva fátækari. So í vissum fórum fer hetta at virka sum ein revaluering, tað fer at skapa eitt ómenniskjaligt stættasamfelag, og hetta fer javnaðarflokkurin altíð at berjast ímóti. Her er munur- in á flokkunum. Løgfrødingar meta, at tað er lógarbrot at seta lønir niður vid lóg. Til dømis stríðir hetta heilt greitt ímóti I.L.O. konventiónini, sum er altjóða sáttmálareglur. Nógvir hundrað yvirmenn á útlendskum skipum sigla undir sersáttmálum, Ld. dis, og danska stjórnin betalir 9% av gllum almennum lónum. Tað er lítið hugs- andi, at danska stjórnin og danskir reiðarar fara at góð- taka at ein tridi partur, nevniliga landsstýrið, fer at noyða tey at fremja sátt- målabrot. Og tað fer als ikki at tæna landskassanum at tvinga útlendskar lønir nið- ur. Fyri javnaðarflokkin er tað óhugsandi at viðgera eina lóggávu, sum ikki fevnir um allar avtalur í Føroyum, tí skal tað vera so, mega eisini lieralt vinnu- rekandi, stovnar, bankar, avtalur um samsýningar, lánsavtalur, húsaleiga 0.a. koma undir lógina. Takstir hjá sakførarum, revisorum, figgjarstovnum, læknum, djóralæknum, frisgrum, húsaútleigarum, entrepre- nørum mugu eisini lækkast og settir undir eftirlit, sum hevði verið kostnaðarmik- ið, sjálvt um tað hevði verið vónleyst at fingið effektivt. Í veruleikanum hevði slík lóggáva bert komið at fevnt umalmentsett starvsfólk og timaløntar løntakarar, og hetta fer javnadarflokkurin ongantid at ganga vid til. Fara vit at lóggeva at seta lønirnar niður, so er tað eitt greitt brot á ta rættargrund- reglu, sum loyvir pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at greiða síni egnu viðurskifti, og vit bróta hundrað ára gamla siðvenju. Landsstyri og løgting verða saksøkt av fakfeløgunum, ti lækkingin erólóglig og at sammeta við ognartøku. Her er greitt talan um ekspropriatión, tí vit taka rættindi frá einum parti og geva einum ødrum. Vit taka frá arbeiðstakara og geva arbeiðsgevara. Søgan veit at siga um løn- arniðurskurð við lóg. Hitler og Mussolini gjørdu hetta í triatiårunum. Tað mátti ver- ið lítið at tíkið upp aftur. Danmark, Norra og Svø- ríki hava nógv hægri lønar- lag enn vit og hava sam- stundis ein sterkan búskap og ein sterkan ídna. Fólka- flokkurin sigur seg kveita til Skotlands og Islands, tí har er lønarlagid lágt. Hvussu stendur til í Skotlandi, veit eg onki um. Men áðrenn jól var eg í Osio á fundi saman við Jan Baldvin Hanni- baldssyni, uttanríkisráð- harra. Hann segði, at Ísland var líka illa fyri búskapar- liga, sum Føroyar vóru í 1990. So teir eru å tromini hóast lágt lønarlag. Eg veit ikki hvat medisin fólka- flokkurin og sambandið hava til teirra. Javnadarflokkurin sigur kortanei til lønarnidur- skurð, meðan samband og fólkaflokkur vilja skora hann igjøgnum. Men veljarin hevur av- gerðina. Dan Petersen, valevni javnaðarfloksins í Eysturoyar Valdømi Tað var eitt stórt framstig at vit fingu eina arbeiðsloysisskipan, hóast øll nú munnu vera samd um, at hendan átti at verið komin mong ár frammanundan. Arbeiðsloysið var so at siga Gkent fyribrigdi síðani í fimtiårunum, og tað hevur ivaleyst eisini verið medvirkandi ul, at ikki bar ul at fáa undirtgku fyri úlíkari skipan fyrr enn fyri umleið tveimum árum síðani. Kom føroyska sam- felagið ikki í tilikar brotasjógvar sum tað nú kom, hevði skipanin eisini, við smærri tilla- gingum, megna sína up- pgávu í dag. men veru- leikin gjørdist tíverri ødrvisi. Nú mugu ávísar grundleggjandi broyt- ingar gerast. Fyri tað fyrsta er ikki nógmikið hjá skipanini bert at liva av inngjaldi frá pørtunum á arbeiðs- marknaðinum, men landið má eisini bein- leiðis uppí at játta yvir fíggjarlógina. Fyri tað næsta má út- gjaldið tryggjast soleið- is, at sokallaða rullandi skipanin verður broytt ella tíkin burtur, so fólk fáa eitt rímiligt útgjald, sum er á hædd við tað, loysisskipan skipanir geva í lond- unum uttan um okkum. Játtanin frå ti almenna skal eisini tryggja skip- anini ein tryggan rakstur framyvir. Tí eigur beinanvegin at verða sett ein skjótt arbeiðandi nevnd, sam- ansett av fólkið sum dagliga arbeiða við skip- anini, teimum arbeiðs- leysu, umboð úr nevnd- ini sum fyrireikaði skip- anina, og poliuska myndugleikanum. Hendan nevndin eigur eftir fjúrtan døgum at koma við álit, sum lúkar størstu brekini burtur,- rullandi skipanini, inn- gjaldi, utgjaldi, so eitt rímiligt útgjald eins og framtíðin hjá allarari skipanini verður tryggj- að. Harnæst eigur hendan nevndin innan tveir til triggjar mánaðar at endurskoða alla lógina so hon verður tillagað tann tørv, sum er í dag. Er vilji til staðar ber til at fáa eina rættvísa lóg,- teimum arbeiðsleysu og samfelagnum til frama. Bæði hvat útgjald og inngjald viðvíkur. Hartvig Hansen, valevni Javnaðarfloksins í Suðursueymoy Nr. 111 — 15. JUNI 1994 Síða 13