Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juni 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

arbeiði rættvísari » - Vit eiga fullkomiliga at broyta hugburð um arbeiði. Vit eiga at leggja arbeiðsmarknaðin øØrvisi til rættis, soleiðis at arbeiðsbýti verður ein nátúrligur partur. Ein skipan, sum hevði bótt munandi í hesum sambandi, var ein farloyvis- skipan!«, sigur Eirikur Lindenskov m. a.: Vantandi politiskur vilji er orsøkin til, at okkara ar- beiðsloysistrygging íikki hevur nóg mikið av pen- ingi í kassanum í dag. Tað tók 50 ára stríð, til vit at enda fingu eina arbeiðs- loysisskipan. Hugburðurin hevur altíð verið tann, at ein skipan við arbeiðs- loysisstuðli elvir ul ar- beiðsloysi. Men svár kreppa skuldi til, fyrr enn skipan- in var sett í verk, og í dag vilja allir flokkar eiga lut í skipanini - og allir siga seg vilja bóta um hana. Farloyvisskipan - nýggjur hugburður Tað er púra greitt, at besta loysnin fyri skipanina er, at vit skapa fleiri arbeiðs- pláss. - Men eins greitt er tað, at vit fáa ikki bæst arbeiðsloysinum frá degi til dags. Tí eiga vit at seta onnur tiltøk í verk, so- leiðis at tey arbeiðsleysu eisini fáa møguleika at koma út á arbeiðsmarkn- aðin. - Her er tað, at vit eiga at broyta hugburð full- komiliga. Vit eiga at leggja arbeidsmarknadin heilt ødrvisi til rættis, sO- leiðis at arbeiðsbýti verður ein nátúrligur partur. Ein skipan, sum hevði bøtt munandi í hesum sam- bandi, var ein farloyvis- skipan. Nú er arbeiðsloysi eitt lutvíst nýtt fyribrigdi her í landinum, men har fyri nýtist okkum ikki at fara um ánna eftir vatni. Vit kunnu bert kanna, hvussu onnur lond hava gjørt - lond, sum í mannaminni hava havt arbeiðsloysi. Í grannalondunum varð tos- að - eins og her, um at loysnin var at skapa fleiri arbeiðspláss. Sjálvandi er tað so - eingin ivi um tað. Men vit megna tað bara ikki frá degi til dags, og ti mugu vit gera aðrar skip- anir, soleiðis at fólk ikki koma at liggja ímillum. Læra av mis- tøkunum hjá sørum Aðrastaðni tosa tey um >tað gloymda ættarliðið<. Hesi eru tey ungu, sum ongantíð fingu nakað ar- beiði. - Tað er greitt, at einki er so niðurbrótandi, sum at merkja, at eingin hevur brúk fyri tær. - Í Føroyum hava vit alt ov lítið at bjóða okkara ung- dómi, ið kemur úr skúla- num. Vandin er eyðsædd- ur longu nú, ti tað er longu stórur bólkur av ungum, sum eftir hondini kann nevnast >langtíðararbeiðs- leys<. - Undir endurreisingini av samfelagnum mugu vit hava hetta í huga. Vit skulu so vítt gjørligt tryggja øllum ungum eitt arbeiðs- ella undirvísing- artilboð. - Vit mugu ikki gera somu mistøk sum hini londini, sum í dag hava ein stóran bólk av fólki - vaksnum fólki, sum ongantíð hevur verið á ar- beiðsmarknaðinum. Vit mugu læra av mistøkunum hjá hinum. Krevur solidaritet - Men skulu vit seta eina farloyvisskipan í verk, so krevur tað solidaritet frá teimum, sum hava arbeiði. Tey kunnu tá fara í farloyvi í styttri ella longri tid. Í hesum úðarbili kunnu tey so fáa útgoldið eina upphædd, svarandi til hægstu ALS- veiting. Hetta er sjálvandi ein minni inntóka, men sam- stundis kunnu aðrar út- reiðslur verða spardar, eitt nú ferðaútreiðslur, barna- ansing 0. s. fr. Fyrimunirnir eru fleiri við slíkari skipan: * Hin arbeidstøki bøtir um —>inntøkugrundarlagid til ALS * Forvinnur pening. * Verður við í sosiala felagsskapinum á arbeiðs- plássinum. * Fær aftur úlknýti ul ar- beiðsmarknaðin. Tann, sum fer í far- loyvi hevur eisini fyri- munir: * Hann kann taka eitt »sabbatsår« við løn (nøku- lunda hægstu ALS-veit- ing) * Kann leingja barns- burðarfarloyvið * Sparir stovnsplåss * Meiri tid til familjuna * Kann eftirútbúgva seg 0. 8. fr. Fáa annað burturúr Treytin er sjálvsagt, at skipanin er sjálvboðin, og at solidariteturin er drív- megin. - Men vit fáa eisini annað burtur úr hesum: - Vit kunnu skipa fyri skeiðum av ymsum slag, eftirútbúgving, fakligt ar- beiði kann gerast, politiskt arbeiði kann gerast, anda- ligt arbeiði, ítróttararbeiði 0. S. Ír. So kunnu vit spyrja, um ALS og forsorgarlógin hava råd til eina slika skip- an? Hetta er sjålvandi ein trupulleiki, sum må takast við, tá bjargingarætlanin skal leggjast seinni í ár, tá samráðingarnar verða tikn- ar upp aftur við danir. Tað almenna má traðka til, ti vit kunnu ikki lata heil ættarlið verða glatað. - Vit hava ikki ráð til tað. Vit eiga eisini at minnast til, at kreppan og arbeiðsloysið fyrst og fremst gongur út yvir ungdómin, og at ein í- løga í ungdómin er ein í- lóga í framtíðina. Lata vit bara til standa, so brennur alt samfelagið saman fyrr Skulu vit seta eina farloyvisskipan í verk, so krevur tað solidaritet frá teimum, sum hava ar- beiði ella seinni. Men tey glataðu - tey, ið ikki sleppa til ar- beiðis, eiga at verða hjålpt. Teirra stóða er a- kutt. Eru vit eitt demokra- tiskt og menniskjansligt fólk, so eiga tey vælbjarg- aðu at hjálpa teimum glat- aðu - tá vísa vit sanna so- lidaritetin. Hjå summum er ov nógv fritid ein trupulleiki hjå ødrum ein mangulvør- a. I arbeidsloysistidum er loysnin uppløgd: Latið okkum býta arbeiðið! Eirikur Lindenksov Sambandsflokkurin — nyskapan??? Sostóð val aftur fyri durum. Og nú hava vit enn einaferð møguleikan at fara á val at velja og vraka ímillum bæði listar og fólk. Spennandi verður at vita, hverja stóðu fólk taka hesu ferð. Allar veljarakanningar siga, at sambandsflokkurin verður tann stóri sigursharr- in — so teir kenna seg iva- leyst heilt tryggar. Men veljarakanningarnar = siga eisini, at ein heilt stórur partur av veljarafjøldini (50%) enn ikki hevur tikid stóðu. Onki legið í tí. Sjálvandi eru fólk í villareiðu. Men eru gll ikki tað — meir ella minni, hvørja ferð val er??? Øll ganga og grenja um ta sitandi samgongu og lova ilt upp undir hvgrt einasta val. Soleiðis vil tað altíð verða. Men tað vísir seg eisini at hesi somufólk, sum rópa harðast, tey fara >hann hjálpi tú mær« á val og velja tann sama flokk ella mann, sum tey hava gingið og bannað yvir í 4 ár!!! Løgid, legið !!! Vit hava øll somul møgu- leikan — sum oftast 4. hvørt ár — at vísa okkara ónggd við tann førda politikkin við at velja onnur fólk ella aðrar flokkar enn tey, sum vit meina hava stýrt ov illa. Ovurnytslan í 80'unum er í focus sum ongantíð áður, og allir sum ein geva hinum ábyrgdina av førda politikk- inum og tí stóðu, sum viteru komin í. Men allir, sum hava sitið í teim góðu árnum, hava sína ábyrgd, sjálvt um javnaðar- flokkurin fær æruna av øll- um, sum farið er fram. Men javnaðarflokkurin hevur ongantíð sitid einsa- mallur í Tinganesi. Teir mugu nú altíð hava aðrar vid sær, táein avgerð verður tikin. So ábyrgdin kann ikki bara liggja hjá hesum flokki, sjålvtum hann hevur siud við leiðsluni í so og so nógv ár. Javnaðarflokkurin hevur ikki kunnað gjørt nakað einsamallur. Tað mugu øll skilja. Stødan í hesum landi er syndarlig sum hon er. Men er tað nakar her á landi, ið veruliga trýr at tað verður betri á hesum klettum, um sambandsflokkurin og fólkaflokkurin koma fram- at??? Fyri tað fyrsta duga sam- bandsmenn ikki at arbeiða saman við nøkrum — tað hava teir víst ferð eftir ferð. Teir hava hótt, Gud vit hvussu ofta — við at slíta samgonguna, tá teir hava sitið har í nakrar krákumán- Nú bjóða hesir garpar seg fram við nýhugsan/nýskap- an innan bæði líkt og ólíkt. Forbarmi seg fyri ný- hugsan, teir leggja til brots við. Teir gomlu garparnir, sum hava sitið í ein heilan mansaldur — og har ein stakk halan millum beinini og hvarv, tí hann visti hvgnn veg tað gekk — bjóða seg nú fram aftur. Nýhugsan so tað forslær. Teir somu, sum dansaðu um gullkálvin í 80'unum, men sum siga seg onga á- byrgd hava av ti, sum fram er farið. Kann ikki fáa meg at wúgva, at Føroya fólk „hoppar upp å« hesar garp- ar Nýhugsan — ja hatta kann kallast nýhugsan hjá sam- bandsflokkinum — ú teir skulu aftur í úíðina sum van- ligt. Og koma teir framat, so verða vit við vissu bombar- derað nógv, nógv harrans ár aftur í tíðina. Er alt skorið inn á bein sum er, ja — so fara teir so langt sum at telgja av bein- inum, so onki verður eftir. Alt, sum er alment, verður knúst. Sjúkrahús, skúlar og annars allar almennar tæn- astur fara í sor — so saman við fólkafloksins lovprisan av lønarnidurskurdi, verður hetta land til eina tóma, deyða oydimørk. Nei, øll út, sum bara ganga og grenja og ikki vita hvat tit skulu velja, gevid øllum teimum gomlu garp- unum, sum dansaðu samba um gullkálvin í 80'unum, durafjórðingin og veljið fólk inn, sum ongi lík hava í lastini, at stýra hesum landi. Elsa M. Davidsen