Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juni 1994síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

5 Tíðindablaðið { sostalurin ) Nr. 111 — 15. JUNI 1994 Síða 15 Teir sjey såkklararnir, id vóru við í Grand Prix Føroy (nr. 2), Bogi Kristiansen (nr. 1), Rógvi Johansen (nr. Thomsen (nr. 6) og Egil Rasmussen (nr. 7) Bogi yvirtok ta gulu troyggjuna Tað gjørdist ein spennandi endaspurtur, ið gjørdi av, hvør vann súkklu- kappingina í Runavík leygardagin, tá annað umfar av Grand Prix Føroyar '94 varð avgreitt á Eystanstevnu. Bogi Kristiansen varð hesaferð fremstur Leygardagin varð skipað fyri næsta umfari av lands- fevnandi súkklukappingini Grand Prix Føroyar '94, ið verður avgreidd kring land- ið á stevnunum, ið har FM- kappróðurin er. Fyrstu ferð var á Nordoyastevnu. Somu sjey súkklaramir, ið vóru við í Klaksvík, vóru aftur hesaferð teir sjey, ið kappaðust. Bogi Kristiansen Gunnar Dahl Olsen Rógvi Johansen Jóhann Brend Ey ðun Poulsen Tummas Jákup Thomsen Egil Rasmussen Fyrireikararnir úr Tórs- havnar Súkklufelag høvdu annars vónað, at fleiri fóru at royna seg í kappingini, men so varð ikki hesaferð. Byrjað varð við Eystur- oyar Heilsølu, og síðani varð súkklað niðan móti Sjómansheiminum, út í rundkoyringina og víðari úteftir móti Saltnesi, fyri síðani at fara oman aftur á GRAND PRIX FØROYAR '94 - STØDAN' Sunda- lags- stevnan Eystan- steynan > — Á "94 -kappingini á E ystanstevnu, frá vinstru: Gunnar Dahl Olsen 3), Jóhann Brend (nr. 4), Eyðun Poulsen (nr. 5), Tummas Jákup ídnaðar.kið úti í Rókini. Talan var um eitt strekki upp á 965 metrar, ið súkkl- ar-arnir skuldu kappast á í 40 minuttir. Tá teir 40 min- uttirnir vóru farnir, skulu so try umfør súkklast aftrat, og vinnarin av triðja umfarin- um gjørdist so vinnari av kappingini. Leygardagin var Gunnar Dahl Olsen, ið vann á Nord- Mynd: Hilmar Jan Hansen oyastevnu, maðurin í gulu leiðaratroyggjuni, men eftir kappingina mátti hann lata hana frá sær til Boga Kristi- ansen, ið vann. Bogi slóðaði fyri Hann var eisini slóðarin í meginpartinum av kapping- ini leygardagin, men hinir triggir, ið eisini mannaðu oddafeltid á Norðoyastevnu --Gunnar Dahl Olsen, Rógvi Johansen og Jóhann Brend — fylgdu honum, so hann ikki skuldi sleppa at skræða seg leysan beinanvegin. Hinir tíggir — Eyðun Poulsen, Tummas Jákup Thomsen og Egil Rasmus- sen —megnadu ikki at fylgja oddafiskunum, so teir funnu saman í einum aftari felti, har teir royndu at koyra hvønnannan fram. Dramatikkur tá Egil datt Dramatikkur var eisini við í kappingini leygardagin - serliga tå Egil 24 minutur inni í kappingini datt. Hann slapp frá snuddum, men misuú møgulcikan at gera seg galdandi. Tá avtornaði, var hann eitt umfar aftan fyri hinar í aftara feltinum. Av og á royndi Bogi at sleppa frá hinum uimum, men tað vist seg ikki at eydnast, og sostatt var einki avgjørt, tá farið varð í holt við tey try síðstu umførini eftir teir 40 minuttimar. Men mitt í tí heila royndi Jóhann at sleppa frá hinum, og tað eydnaðist honum at leggja 60 metrar millum seg og fremra feltið. Kortini hevði satsingin sín pris, og hann varð fingin aftur, tå næstsíðsta umfarið leið móti endanum. Spenningur til síðstu lotu Sostatt var spenningurin í hæddini alt tað síðsta um- farið, til Bogi í síðsta sving- inum í Rókini, sum gongur næstan 180 stig, slapp frå honum og setti ein øgiligan spurt í gongd síðsta strekkið móti málinum, ið tá var um 450 metrar burturi. Hinir fingu hann ongantíð aftur, og hann kom á mál einar fimtan metrar undan Gunnari, ið varð nummar tvey við Rógva í hølunum og síðani Jóhann. dyst Um ein mánað fara før- oyameistararnir úr Gøtu á venjingarferð til Ong- lands. Hetta er eitt slag av upphiting úl Europa Cup-kappingina í heyst, har GÍ umbodar Føroyar í kappingini fyri meist- aralid. Ferðalagið, ið telur 35 fólk — spælarar, venjara, liðleiðara, hjálparfólk, umboð fyri GÍ, umboð fyri kommununa, spæl- arakonur og onnur — fer úr Føroyum hósdagin 14. juli og er aftur i Før- oyum sunnudagin 24. juli. Nógvir dystir skulu spælast á ferðini, og er tann mest åhugaverdi av teimum dysturin móu Shefficld United, ið er GÍ spælir móti Sheffield United 3313 Lítla løtu seinni tað aftara feltið — fyrst Eyðun Poulsen og síðani Tummas Jákup og at enda Egil. Eisini í aftara feltinum var hørd kapping um at fáa so gott pláss sum gjørligt, í tann fremsu av teimum trimum kom at fáa tvey stig, meðan hinir fingu eiu. Nú leygardagin verður so farið undir triðja umfarið í Grand Prix Føroyar '94, og undan ti umfarinum bíða menn spentir eftir, um tað verða Bogi ella Gunnar, ið báðir hava tólv stig, ella onkur av hinum, ið fara at gera seg galdandi. I Kolla- firði er talan um citt sindur longri suckki, og tað er styrkin hjáciuunú Rógva, so fleiri vænta, at hann kanska kann roynast betur har. Men mest av gllum vóna fyrireikararnir, at fleiri fara at vera við hesaferð, so tað kann gerast uppaftur meira áhugavert at fylgja við í, hvussu kappingin gongur. Áskoðararnir vóru aftur nógvir í tali í Runavík, með- an súkklað varð — serliga vóru tað kappróðararfólk- ini, ið bíðaðu eftir, at teirra kapping skuldi byrja nakað seinni, ið vóru komin at hyggja. hj. týsdagin 19. juli kl. 14. Hettaertó ikki allarbesta manningin hjá felagn- um, men måtstødan fer kortini at verða góð, ti hetta er eykaliðið til Pre- mier League-liðið hjá Sheffield United. Umframt verða tiggir aðrir = venjingardystir spældir, og sunnudagin 17. juli er GI boðið við til ítróttarsteynu í Worring- ton, har ferðalagið skal búgva meginpartin av tíðini. Har skal spælast ein dystur upp á tvær ferðir fimtan minuttir. Annars verdur høvi at vitja eitt nú Old Trafford í Manchester, Liverpool og onnur åhugaverd stød á ferðini. hj.